týsdagur 4. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 45 - 4. mars 2008
Lodnukvotan veksur
Íslendska fiskimálaráðið gjørdi í gjár av at loyva
lodnuskipunum at veiða 50.000 tons afturat teimum
100.000 tonsunum, sum skipini fingu loyvi til í síðstu
viku. Fiskimálaráðið sigur, at avgerðin er tikin eftir
tilmæli frá fiskifrøðingunum, eftir at havrannsóknarskipið
„Árni Friðriksson“ hevði funnið eina torvu afturat har
eysturi á Suðurlandinum. Skipið er nú givið at leita
sunnanfyri og fer at leita nú at leita á Vesturlandinum.
Stórkavi í Oyggjunum
Tað var av ringasta veðri í Vestmannaoyggjunum um
vikuskiftið við stormi av landssynningi við 30 metrum
um sekundið og kavaroki. Fleiri, sum hava búð í
Oyggjunum í mong ár, søgdu seg ikki hava upplivað so
ringt veður fyrr, og sambært bløðunum er hetta mesti
kavi, sum hevur verið síðani 1968. Allir vegirnir á
Heimaey vóru stongdir av kava, og tað tók monnum hjá
kommununi nógvar tímar at grava høvuðsvegirnar.
Frakt og Sandsølan
í Runavík hevur
seinastu árini vaksið
um sítt virksemið, og
í dag hevur felagið 50
sjófólk umborð á seks
skipum, harav tey
fimm sigla uttanfyri
landoddarnar
Sigling
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Teir vóru fýra, sum í 1966
løgdu lunnar undir fyritøk
una, sum í dag kallast Frakt
og Sandsølan í Runavík.
Felagið byrjaði við sandbáti
og sandsølu, og hetta er
framvegis ein partur av virk
seminum hjá ættarliðnum,
sum í dag situr við stýris
vølin í fyritøkuni.
Í dag telir tann parturin,
sum fevir um upptøku, flutn
ing og sølu av sandi í Føroy
um bert 5% av samlaða
umsetninginum, meðan sigl
ing og flutningur uttanlands
telir hini 95%.
Jacob Højgaard, sáli og
sonur hansara, Niclas, vóru
millum stovnararnar, og nú
eru tað fýra synir hjá Niclasi
við Álvi Højgaard sum
stjóra, ið reka fyritøkuna.
Her heima í Føroyum hev
ur felagið sandbátin Burg
undiu, og í sigling uttan
lands hevur felagið fimm
størri og smærri skip.
Flotin veksur
Nýggjastu skipini hjá
okkum eru Hav Sund, sum
vit í januar keyptu frá P/F
Run í Runavík og Hav Tind,
sum vit keyptu av Isle of
Wight tíðliga í fjør heyst.
Álvur Højgaard sigur, at
trý av skipunum, sum felag
ið eigur, eru í fastari sigling
í Noregi, meðan tvey eru í
fríari sigling.
Einir 50 mans eru knýtt
ir at okkara skipum, harav
teir 46 sigla uttanlands. Hin
ir sigla við Burgundiu. Á
skrivstovuni í Runavík eru
vit trý.
Hann sigur, at fýra pól
lendingar sigla fyri Frakt
og Sandsøluna, men annars
er øll manningin føroysk,
og øll skipini uttan Burg
undia sigla undir FASskip
anini.
Manningarnar eru seks
vikur umborð og seks vikur
í landi.
Eingin tillaging
Álvur Højgaard vísir á, at
tað er einfalt at sigla undir
føroysku altjóða skipaskrá
setingini, men hetta er ikki
haldbart í longdini, sum
hann tekur til, tí skipanin er
ikki nóg góð fyri okkara
sjófólk.
FASskipanin er ikki
kappingarfør við eitt nú
donsku og norsku skipan
inar. Hon er ikki tillagað,
og tí er tað ógvuliga trupult
hjá skipum undir FAS at
kappast við skip, sigla undir
eitt nú DIS og NIS.
Álvur heldur kortini, at
framtíðin teknar seg rími
liga væl hjá Frakt og Sand
søluni, og seinastu árini
hevur bara gingið framá hjá
felagnum.
Men neyðugt verður
heilt avgjørt at tillaga før
oysku altjóða skipaskráset
ingina, so hon gerst meira
attraktiv og kappingarfør
við
aðrar
skipanir
um
okkara leiðir, sigur stjórin í
Frakt og Sandsøluni.
Shipping-ráðstevna:
Einfalt at
vera í FAS
- men ikki
haldbart
- FAS-skipanin er ikki kappingarfør. Hon er ikki tillagað, og tí er tað ógvuliga trupult hjá skipum undir FAS at kappast við skip,
sum sigla undir eitt nú DIS og NIS, sigur Álvur Højgaard, stjóri í Frakt og Sandsøluni
Mynd: Vilmund Jacobsen
Hav Frakt er eitt av fimm skipum, sum siglir millum útlendskar havnir. Síðan í fjør heyst er flotin hjá Frakt og Sandsøluni øktur
við tveimum skipum, Hav Sundi og Hav Tindi