Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 9

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 4. mars 2008 Shipping Føroyar 2008 13 við tíðini verða uppsøgd, so eru tað, alt annað líka, tey við hægri útbúgv­ ing, sum varðveita størvini, meðan tey lægri útbúnu verða við sviðusoð. Ein onnur grund til, at Hans Johannes á Brúgv ynskir at fáa útbúgvingarnar á bachelorstøði er, at ung fólk í dag ynskja valmøguleikar. ­ Hava tey fyrst fingið pappír upp á bachelor, so ber til at skifta kós og velja onkran annan yvir­ bygnað, um tað er tað, tey vilja, sigur Hans Johannes á Brúgv. Hóast minni munur verður á innihaldinum í útbúgvingunum á Vinnuháskúlanum, um tær verða umskipaðar til bachelor samanborið við núverandi, so fara upptøkukrøvini fara at herðast, og umsøkjarar skulu hava miðnámsútbúgving ella serstakan forskúla. Men alsamt fleiri fáa sær miðnámsútbúgving, og Hans Johannes á Brúgv roknar við, at um nøkur fá ár hava meginpart­ urin av øllum ungum miðnám. –––––––––––––––––––––––––––– Hilmar Simonsen –––––––––––––––––––––––––––– BACHELORÚTBÚGVING Ein bachelorútbúgving er ein grundútbúgving á universitetsstøði. Bologna-deklaratiónin leggur upp til, at ein miðnámsútbúgving gevur atgongd til eina bachelorútbúgving á 3 ár. Eftir lokna bachelor kann farast víðari á eina 2 ára langa masterútbúgving. Tað vil siga, at ein “bachelor” og ein “master” svara til eina 5 ára langa universitetsútbúgving. Tað krevst ein masterútbúgving fyri at fara undir eina PhD, sum er á granskarastøði og tekur 3 ár. Óvanligt Mærsk- samstarv Í einari roynd at skarva av rakstrarútreiðslunum hevur Maersk Line tikið tað heldur óvanliga stigið at taka upp samstarv við tveir av sínum herðastu kappingarneytunum. Hini bæði feløgini í samstarvi­ num eru MSC og CMA CGM, og samstarvið umfatar felags flutning millum Kina og USA. Ein ruta verður niðurløgd fyri at spara, og síðani verður flutn­ ingurin samskipaður við færri skipum, sum kortini nøkta tørvin á bingjuflutninginum. Hægri farmagjøld Hækkandi oljuprísir noyða nú grønlendska reiðaríið Royal Arctic Line at hækka farma­ gjøldini. Síðani septembur í fjør hevur reiðaríið kravt átta prosent eykagjald fyri olju­ og gjaldoyraendurgjald, men nú verður gjaldið hækkað upp í 11 prosent frá 1. mars. Lands­ stýrið hevur góðkent hækking­ ina, sum ber í sær, at allur farmaflutningur til og úr Grønlandi og millum havnir í Grønlandi verður 11 prosent dýrari enn nú, skrivar Sermitsiaq. Minni tøl hjá Havila Norska frálandafelagið Havila Shipping fekk ikki so gott rakstrarúrslit í fjør sum árið fyri. Í fjórða ársfórðingi í fjør hevði felagið 28 mió. norskar krónur í avlopi fyri skatt, og tað var munandi minni enn somu mánaðir í 2006, tá avlopið var 164 mió. krónur. Samstundis sum Havila kunnger roknskapin, boðar felagið frá einum nýggjum sáttmála um eitt sokallað IRM­ skip. Kostnaðurin er 700 mió. norskar krónur, og skipið verður latið í 2010. Mærsk arbeiðir saman við kappingarneytunum fyri at spara (Mynd: DR) Nú verður dýrari at flyta farm til og úr Grønlandi og í Grønlandi (Mynd: Royal Arctic Line) Soleiðis fer tað nýggja Havila-skipið at síggja út (Mynd: Havila Shipping) Hans Johannes á Brúgv, skúlastjóri á Vinnuháskúlanum