týsdagur 4. mars 2008síða 12
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 45 - 4. mars 2008
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Dagurin
5. mars. Teophilus, deyður umleið ár 200. Embætis
maður í Kesarea. Navnið merkir hin guðelskandi.
Ein heilsa til pápa
mín Niels Juul
Haraldsen, Miðvág,
ið fórst við »Sjó
stjørnini« februar
1973
Setti meg niður eina løtu,
eg føldi á mær, at eg hevði
ein serligan tørv at gera
tað júst nú. Eg vildi hava
teg fyri meg sjálvan – bert
eina lítla løtu. Kanska var
tað tí, at dagurin í dag er
tín pápi – hesin dagurin av
øllum og álíkavæl ert tú
ikki her. Kenslur mínar og
longsulin eftir tí, sum eg
ikki kann fáa, tí tú ert ikki
her. Men eitt eigi eg –
minnini um teg pápi.
Minnini gera, at tú ert
livandi fyri mær, har tú
stendur og brosar móti
mær og varrar tínar teska
so eymliga, kom her í mín
favn, mítt elskaða barn og
fortel, hvat tú hevur spælt
við í dag. Tú streyk mær
eftir hárinum, kysti meg á
kjálkan og hugdi uppá
meg – hugdi uppá meg
við teim eygum, sum
søgdu mær so nógv. Eyg
uni gjørdi, at eg kendi hit
an og kærleikan frá tær,
langt áðrenn tú tók meg í
tín favn.
Her var eg trygg – her
kundi eingin gera mær
nakað – einki ilt kundi
henda mær – tín nærvera
fyri okkum øllum var so
ómetaliga stór. Eg boraði
meg longur inn í tín trygga
favn, meðan eg kroysti
dukkuna hjá mær inn at
mær – dukkuna, sum eg
fekk frá tær pápi – dukkan
sum fekk ein serligan týdn
ing, tá tú ikki vart meir.
Í dag – 25. februar tendr
aði mamma 3 ljós – eitt til
hvønn okkara – pápa,
beiggja og mær. Ljósini
skuldu vísa okkum leiðina
til tað staðið, sum vit,
hvør á sín hátt vóru farin
frá. Fyri børnunum, sum
fara frá heiminum at
byggja sítt egna reiður og
fyri pápa, sum tað mátt
mikla havið ikki vildi
sleppa, men hevur goymt
har – eg vildi so ynskt, at
tú á tínum 80 ára føðingar
degi var her hjá okkum –
bert eina lítla løtu.
Eitt eri eg glað fyri pápi
– sjálvt um havið tók nak
að so dýrabart frá mær,
beiggja og mammu, so
kann eingin taka tey dýra
baru minni frá mær – ja,
glað og takksom.
Sjálvt um eg ikki kann
taka teg í mín favn, so
kann eg altíð siga at eg
elski teg.
Dóttir tín
Ein heilsa til
pápa mín
Tann 1. mars varð
Gunnvør Justinussen,
f. Mikkelsen, 60 ár.
Hvør skuldi trú tí.........Tann
1. mars 1948 í Lopra, var
kona mín og mamma okkara
borin í heim. Elst av 10 systkj
um. Gunnvør var bert 1 ára
gomul tá hon missir pápa
sín. Hon kom bert einaferð í
samband
við
pápa
sín
Gunnar, av tí at han var so
sjúkur av tuberklum. Gunn
vør vaks upp í Lopra hjá
ommuni Augustu, omman
sjálv átti 10 børn. Gubbi
Gunnvør, Hans
Olaf
Andersen
mammubeiggi,
hevur
staðið
Gunnvør
fantastiska nær „sum ein
pápi“. Tá hini børnini, sum
Gunnvør spældi við sum
heilt lítil genta, fortaldu, at
pápi teirra kemur heim, segði
Gunnvør, at gubbi mín kemur
heim tá og tá.
Omma Gunnvør lærdi
hana alt møguligt, m.a. at
binda húkar, fyri at tjena
sær nøkur oyru. Gunnvør
gekk í skúla úti á Leiti. Sum
16 ára gomul og ein sera
vøkur genta (papi fortelur
frá), fór hon til Havnar at
ganga á Háskúla.
Tað var tá, at hon møtir
manni
sínum
Olaf
Justinussen málara, “eg fall
pladask fyri hesi vøkru
gentu” eftir bert einum
hálvum ári eftir at hon er
komin til Havnar. Tey
giftast í 1966 í Lopra.
Saman fáa tey fýra børn,
tann fyrsta sonin Gunnar í
1965, síðan dóttrina Ann í
1967, síðan sonin Aron í
1969, og so sonin Garðar í
1974. Tá Mamma okkara
bert var 27 ára gomul, áttu
tey fýra rollungar.
Kona og Mamma okkara
hevur alla okkara tíð verið
heimaarbeiðandi, og tað var
sera trygt at vita sær, at
mamma altíð var heima, tá
man kom úr skúla. Hon
hevur gjørt eitt fantastiskt
arbeiði í heiminum hjá
okkum. Tað er beinanvegin,
tá man kemur inn um
dyrnar,
at
tað
verður
serverað fyri okkum.
Gunnvør eigur eisini 9
ommubørn (Gunnar giftur
við Margit) Eva, David og
(Ann gift við Hans Jacob)
Filip, Levi, Jóhannes og
(Aron giftur við Vanju)
Teitur, Mirjam og (Garðar
livur saman við Idu) Ronja,
Hanna.
Foreldrini hjá Gunnvør
vóru Mary Skaalum (fødd
Andersen í Lopra) og pápin,
Gunnar Mikkelsen (føddur
í Vági), dámdi væl at spæla
Harmoniku, sum doyði av
tuberkulosu á Sanatoriu í
Hoyvík, bert 23 ára gamal.
Foreldrini
hjá
Mary
vóru: Augusta og Anders
Andersen Lopra, og foreldr
ini hjá Gunnar vóru Kristina
og Gudmund Mikkelsen í
Oyruni.
Pápi
okkara
og
vit
systkini við maka og ommu
børn,
ynskja
hervið
at
gratulera
Gunnvør
–
mammu, konu, sviermor og
ommu á hennara 60 ára degi
og Harrans signing fram
yvir. Vit takka fyri alt tað, tú
hevur verið og er fyri
okkum. Alt tað besta ynskist
tær.
Ynskja Olaf, Gunnar,
Ann, Aron og Garðar
Gunnvør Justinussen 60 ár
Vit ynskja at senda tær hendan
vakra sangin:
Mamma mín
Orð: Harry Birtilið Lag: Águst Pétursson
Góða mamma, tú íð lívið gav mær,
aftur koma barndómsdagar ei,
men tey ljósu minni, eg fekk frá tær
vilja lýsa mær á lívsins leið.
Mangar mammur syrgnar heima sita
tí ein sonur gloymdi burtur tær.
Men mín góða mamma tú skalt vita,
at tú stendur hjarta mínum nær.
Meðan tú enn livir, vil eg veita
hesa hjartans tøkk til tín,
og av sonnum skal tú altíð eita:
Heimsins besta mamma, mamma mín.
Og tá lívsins stormar á meg herja
og eg óttafullur standi har
veit eg, tú við bønum meg vilt verja
- móðireygað vekjur yvir mær.