Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 12

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008 Tað er ein stórur fyrinumur at hava skrivstovu í Føroyum, tí føroyiskir sjómen hava avbera gott orð á sær úti í verðini, sigur Gilli Haraldsen, stjóri í Oceanwide, sum nú eisini hevur eitt nýtt tilboð til reiðarar kring allan heimin Tað sigst um føroyingar, at teir eru føddir við ár í hond. Og tað skerst heldur ikki burtur, at fáar tjóðir hava so drúgvar royndir í tí mesta, sum hevur við skip og sjólív at gera, sum føroyingar hava. Saman við eini góðari útbúgv­ ingarsskipan fyri sjófólk, hevur hetta gjørt føroysk sjófólk kend um allan heim. Og hetta er eitt serstøða, sum Gilli Haraldsen einki hevur ímóti at føroyingar hava. Gilli Haraldsenn hevur í nøkur ár verið norðurlendskur stjóri hjá heimsumfatandi shippingfyri­ tøkuni, Oceanwide, sum arbeiðir við at útvega skipum kring allan heimin manning. Síðani Oceanwide byrjaði, hevur tað ment seg so nógv, at felagið í dag hevur bygt upp eitt umfatandi netverk og hevur latið 67 skrivstovur upp í ymstaðni í Evropa, Asia og í USA Og fyri einum árið síðani lótu tey eisini skrivstovu upp í Føroy­ um. Heimsumfatandi netverk Men fyritøkan mennist alla tíðina og nú hava tey so eitt tilboð afturat til alheims skipaflotan. Í hesum sambandi hevur Oceanwide gjørt eina heimasíðu á www.crew.fo sum verður stjórn­ að og umsitin av skrivstovuni í Føroyum, ið flytir niðan á Hjalla í næstum. Endamálið við nýggju heima­ síðuni er at veita reiðarum kring heimin eina nýggja tænastu afturat vanligu tænastuni, sum Oceanwide letur. ­ Hjá Oceanwide eru loysunar­ orðini, tænasta, tænasta og tæn­ asta, sigur Gilli Haraldsen ­ Tað merkir, at tá ið Ocean­ wide útvegar einum skipi mann­ ing, syrgir Oceanwide sjálvt fyri flutningi, tryggingum, lønargjald­ inum avloysara í sambandi við sjúku og øllum øðrum. Reiðari og skipari sleppa sostatt undan at hugsa um nakað sum helst. Og hetta er eitt virkisøki, sum hevur verið í stórum vøkstri og tað hevur ført við sær, at Oceanwide nú spennir ógvuliga víða við sín­ um umfatandi netverki av skriv­ stovum í Evropa, Asia og í USA. Smidliga loysn Men tað eru ikki øll reiðarí, sum eru áhugað í eini lidnari pakka­ loysn og tí hevur Oceanwide nú ment hesa nýggju tænastuna á www.crew.fo og endamálið við hesi nýggju tænastuni er at gera tað lættari og einfaldari at útvega manning til skip av ymsum slagi. Norðurlendski stjórin í Ocean­ wide sigur, at við nýggju tænast­ uni átaka vit okkum eisini at útvega skipunum manningar og í so máta minnir hetta um vanligu tænastuna hjá Oceanwide. Tað merkir, at sjófólk kunnu fara inn á onkra av okkara skriv­ stovum runt um í heiminum og skráseta seg í okkara dátugrunni við mynd, arbeiðsroyndum, útbúgvingum, persónligum upplýsingum og so framvegis. ­ Sostatt kunnu reiðarí kring heimin eisini, tíma fyri tíma, fylgja við í, hvat er til taks av fólki. ­ Tað merkir so eisini, at reiðarar runt um í heiminum venda sær til okkara at søkja eftir sjófólki við teimum ávísum kvalifikatiónum, sum teir vilja hava og tá kunu vit leita í okkara dátugrunni og finna røttu fólkini. Men munurin á vanligu tænast­ uni hjá Oceanwide og nýggju tænastuni á www.crew.fo er tann, at ímeðan Oceanwide hevur pakkaloysnina, har alt er uppi í, ger crew.fo tað nógv lættari hjá reiðaranum við tað, at reiðarin avgreiðir øll viðurskifti sjálvir. Hetta er sostatt ein tænasta afturat, sum Oceanwide kann veita reiðarum kring knøttin. ­Tað, sum vit gera, er at bjóða manningar fram og so kunnu reiðarar venda sær til okkara við fyrispurningum um sjófólk við ávísum kvalifikatíónum. Tá ið sjófólkið so hevur mynstrað, eru vit leys av tí og hareftir eru tað reiðararnir, sum átaka sær ábyrgdina. ­ Og tað eru tað nógvir reiðarí, sum helst vilja, tí tey eru so væl skipað, at tey vilja hava alla stýringina sjálvi. Gilli Haraldsen sigur, at tað er ein loysn, sum nógvir reiðarar halda er ein fyrimunur, tí teir vilja heldur avgreiða øll viður­ skifti sjálvir og hava stýringina sjálvir. Gilli Haraldsen sigur, at crew. fo er eitt hugskot, sum er sprottið í Føroyum og formliga letur nýggja heimasíðan upp á shipp­ ing stevnuni í Norðurlandahúsi­ num nú fríggjadagin. Fyrimunur at vera í Føroyum Gilli Haraldsen staðfestir, at tað er ein stórur fyrimunur hjá Oceanwide og www.crew.fo at hava støð í Føroyum. ­ At vit vit hava skrivstovu og støð í Føroyum er ein stór styrki í samskifti okkara við reiðarar kring heimin, tí føroysk sjófólk hava av bera gott orð á sær. ­ At vit ­ so at siga ­ arbeiða undir føroyskum flaggi hevur nógv størri lýsingavirki enn tað er at hava skrivstovu í øðrum londum. Hann sigur, at tey merkja týðiliga, at reiðarar kring um, hava nógv størri álít á teimum tá ið teir fáa at vita, at tað eru føroyskir skiparar og navigatørar á eini skrivstovu í Føroyum, sum útvega teimum manning, enn teir høvdu havt, um talan var um skrivstovu í einum øðrum landi. Hann ivast ikki i, at tað er tí, at føroyingar eru kendir fyri góðan sjómansskap. ­ Føroyskir sjómenn eru víðakendir um allan heim fyri dugnaskap. Okkara sjómenn eru kendir fyri at vera ógvuliga nærlagdir og samstundis eru okkara sjómansútbúgvingar á ógvuliga høgum støðu og tað hevur eitt sera stórt lýsingavirði í sær sjálvum. Gilli Haraldsen sigur, at skriv­ stovan í Føroyum fevnir eisini um ísland og Føroyar og tey vænta stóran vøkstur á hesum øki framyvir. –––––––––––––––––––––––––––– Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo –––––––––––––––––––––––––––– Gilli Haraldsen á lítlu myndini, sigur, at í Oceanwide merkja tey týðiliga, at reiðarar kring um í heiminum hava serliga stórt álit á teimum, tá ið teir fáa at vita, at skrivstovan er í Føroyum og at tað eru føroyingar, sum avgreiða málini. Og nú hava teir eisini eina nýggja tænastu til alheims skipaflotan. Á myndini eru Gurðið undir Kletti, Jónas Sigmarsson, sitandi, og Karl Christiansen, sum arbeiða á skrivstovuni hjá Oceanwide í Føroyum Manna skip um allan heimin við fólki úr øllum heiminum