týsdagur 4. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 45 - 4. mars 2008
13
Stutt Sagt
USA keypir
Airbus
Heldur
óvæntað
hevur
amerikanska
herleiðslan
gjørt sáttmála við evrope
isku
flogverksmiðjuna
EADS um nøkur brenni
evnisflogfør til amerik
anska flogvápnið. EADS
verksmiðjan
er
serliga
kend fyri síni ferðamanna
flogfør av slagnum Airbus.
Í hesum førinum er talan
um flogfør, sum skulu lata
øðrum flogførum brenni
evni, meðan tey eru á
flogi. Vanliga keypir amer
ikanska hermegin flogfør
frá amerikonsku verks
miðjuni Boeing, og eyg
leiðarar siga, at tann nýggi
sáttmálin er eitt álvarssamt
bakkast fyri Boeing. Eftir
sáttmálanum skal evrope
iska verksmiðjan byggja
amerikanska flogvápnin
um 179 brennievnisflog
før.
Gazprom
skrúvar aftur
Russiska gassfelagið Gaz
prom hevur enn eina ferð
snarað krananum, sum
sendir gass til grannaland
ið Ukraina. Tað hendi
gjáramorgunin, og orsøkin
er enn eina ferð ósemja
um prísin á gassinum.
Sambært Gazprom fáa
ukrainar nú 40 milliónir
rúmmetrar av gassi minni
um samdøgrið, men at
broytingin fer ikki at
ávirka russiska gassflutn
ingin til lond í Evropa.
Kina ger
vart við seg
Afrika er í ferð við at ger
ast ein sera týðandi sam
starvsfelagi hjá Kina á bú
skapar og vinnuøkinum.
Tíðarritið Beijing Review
skrivar, at meiri enn 800
kinesiskar fyritøkur eru
virknar í Afrika, og at sam
handilin millum Kina og
lond í Afrika liggur um
100 mia. dollarar um árið.
Eitt nú eru kinesiskar fyri
tøkur við til at gera íløgur
í málmvinnuna í londum
sum Suðurafrika, Zambia
og Demokratiska Lýðveld
inum Kongo, meðan aðrar
fyritøkur gera ílgøur innan
landbúnað, orku og sam
skifti. Í Sudan hevur Kina
gjørt stórar íløgur í olju
vinnu, og 80 prosent av
oljuni, sum Sudan sendir
av landinum, fer nú til
Kina,
skrivar
Beijing
Review.
SAMBAND
árNi joeNSeN
fArtekSt@MAil.Dk
-Drápið á FARC-leriðaran Reyes var ikki ein
krígsatgerð, men eitt væl skipað og ísakalt morð
(Hugo Chávez)
útlond
Barrack Obama
hevur vunnið tey
seinastu 11 valini, og
hann ætlar sær eisini
at vinna tey fýra, sum
eru í dag
Dagurin í dag kann gerast
avgerandi fyri, hvørt tað
verður Hillary Clinton ella
Barrack Obama, sum verð
ur forsetavalevni hjá ameri
konsku demokratunum í
heyst. Ikki færri enn 370
valmenn eru at kappast um
á dagsins uppstillingarval
um í Texas, Ohio, Vermont
og Rhode Island.
Sunnudagin høvdu tey
bæði valevnini fundir í
Ohio. Meiningakanningar
hava víst, at Hillary Clinton
er eitt vet framman fyri
Barrack Obama í Ohio,
meðan tað stendur á jøvnum
teirra millum í Texas. Fyri
bara nøkrum fáum vikum
síðani var Hillary Clinton á
odda í báðum statunum, og
leingi var tað líkt til, at
tryggir sigrar har kundu
bjarga henni uppstillingina.
Men nú er alt broytt.
Ta seinastu tíðina hevur
Barrack Obama dugað bet
ur at savna pening til sítt
valstríð, og pengarnar hevur
hann brúkt til dýrar sjón
varpslýsingar
og
ymisk
onnur átøk, sum skulu fáa
fólk at velja hann.
Politiskir eygleiðarar í
USA eru á einum máli um,
at dagurin í dag kann fáa
avgerandi týdning fyri upp
stillingina hjá demokrat
unum, og teir eru samdir
um, at vinnur Hillary Clin
ton ikki í Texas og Ohio,
hevur hon smáar møguleik
ar fyri at gerast forsetaval
evni í heyst.
D-dagur
Orðalagið millum tey bæði
valevnini hevur verið mun
andi hvassari í seinastuni,
men tað hóvar ikki øllum.
Fleiri demokratiskir politik
arar hava mælt teimum báð
um til at vanda sær betur
um orðini.
Millum teir atfinningar
somu er guvernørurin í
New Mexico, Bill Richard
son. Hann mælti í gjár
Hillary Clinton og Barrack
Obama til at binda frið hel
dur enn at spilla hvør annan
út.
4. mars er Ddagur, og
aftan á tann dag skulu vit
hava eitt jaligt valstríð. Hev
ur annað valevnið fingið
væl fleiri valmenn aftan á
hendan dagin, eiga demo
kratarnir at tilnevna við
komandi forsetavalevni í
heyst, segði Bill Richard
son.
Undan valinum í dag hev
ur Barrack Obama 1.385
valmenn, og Hillary Clinton
hevur 1.276. Fyri at vinna
uppstillingina á landsfund
inum í august skal annað
teirra fáa minst 2.025 val
menn.
Óvissa í Ohio
Meiningakanningarnar
í
Ohio hava víst sera ymisk
úrslit. Ein kanning sigur, at
Hillary Clinton fær 47
prosent av atkvøðunum, og
at Barrack Obama fær 43,
men ein onnur sigur, at hon
fær 56 prosent og hann 40.
Hillary Clinton legði lut
víst á annan bógv um viku
skiftið, tá hon valdi at gera
meiri burtur úr trygdar
politikkinum enn framm
anundan. AP heldur, at hon
ger tað fyri at vísa á, at hon
hevur munandi drúgvari
royndir á tí uttanríkispolit
iska økinum enn Barrack
Obama. Hon vísti á, at
Barrack Obama kann ikki
standa seg í einum dysti við
John McCain, sum uttan
iva fer at brúka sínar her
naðarligu royndir og ikki
minst leiklutin sum krígs
fangi.
Uppstillingin
hjá
republikanarunum
tykist
langt síðani avgjørd. John
McCain hevur útvegað sær
1.014 av teimum 1.191
valmonnunum, sum eru
neyðugir fyri at vinna upp
stillingina hjá republikanar
unum.
Tað var um reppið, at
eitt týskt flogfar við
137 fólkum umborð
datt niður, tá tað fekk
eina hvirlu undir
lending í Hamburg
um vikuskiftið
Tey 137 fólkini umborð á
Airbusflogfarinum
úr
München til Hamburg leyg
ardagin fara seint at gloyma
sekundini, tá eitt vindblak
sendi flogfar teirra til viks,
júst sum tað var á veg niður
ímóti lendingarbreytini í
Hamburg.
Flogskiparin hevði ilt við
at halda javnvág á flogfar
inum, so hann gjørdi av at
taka tað upp frá aftur heldur
enn at royna at seta tað á
flogvøllin. Týska loftferðslu
eftirlitið sigur, at flogskip
arin tók ta einastu røttu av
gerðina. Hevði hann roynt
at seta flogfarið á vøllin,
kundi tað enda í einari
sannari vanlukku, sigur ein
talsmaður fyri loftferðslu
eftirlitið við blaðið Stern.
Dagurin í dag kann
gerast søguligur
Vinnur Hillary Clinton ikki uppstillingarvalini í dag, kemur hon neyvan aftur í Hvítu Húsini á hesum sinni
(Mynd: AP)
Flogfar mundi dottið niður
av einum vindblaki
Flogfarið fór tvørtfyri av vindblakinum, men tað
eydnaðist flogskiparanum at fáa tað uppaftur
(Mynd: LiveLeak)