týsdagur 4. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008
Var føroyska sjóvinnan
lutfalsliga líka stór sum
tann danska, kundi árliga
inntjeningin verið um tvær
milliardir krónur. Men
inntjeningin hjá føroysku
sjóvinnuni verður einans
mett at vera 400 milliónir
krónur. Ráðstevnan
Shipping Føroyar 2008 í
Norðurlandahúsinum 7.
mars varpar ljós á, hvussu
føroysk sjóvinna kann
fleirfalda sína inntjening
komandi 5-10 árini
Fiskivinnan er týdningarmesta
útflutningsvinnan í Føroyum.
Men kann sjóvinnan gerast ein
so týðandi vinna, at hon verður
eitt munandi íkast í samfelags
búskapin? Tað kann hon, halda
Føroya Banki, Reiðarafelagið
Fyri Farmaskip og Sjóvinnu
depilin, sum saman skipa fyri
Shipping Føroyar 2008 fríggja
dagin 7. mars.
Í Danmark og Noregi er
sjóvinnan ein týðandi táttur í
samfelagsbúskapinum. Gjald
oyrainntjeningin í donsku
sjóvinnuni er árliga um 180
milliardir krónur. Tá Føroyar og
Danmark verða samanborin,
verður ofta sagt, at Danmark er
hundrað ferðir størri enn Føroyar.
Eftir hesum átti inntjeningin í
føroyskari sjóvinnu at verið 1,8
mia. kr. árliga. Men tað er hon
ikki. Hon er bara 3400 mió. kr.
Kortini er greitt, at føroyingar
hava ovurstórar førleikar á
økinum. Millum 800 og 1.000
føroyskir yvirmenn sigla við
útlendskum reiðaríum, serliga
donskum, norskum og skotskum
reiðaríum, og spurningurin er,
um hendan væl skikkaða
arbeiðsmegin einans skal kunna
sigla við donskum og norskum
skipum í alla framtíð.
– Vit halda, at føroyska sam
felagið kann fáa munandi meira
burtur úr sjóvinnuni enn nú. Fing
ust nakrir av føroysku yvirmonn
unum at arbeiða í føroyskari sjó
vinnu, og fingu vit gjørt FAS
skipanina betri, kundi verulig
ferð fingist á inntjeningina í sjó
vinnuni, siga Ragnar S. Olsen,
vinnulívsráðgevi í Føroya Banka,
og Sjúrður Guðjónsson frá
Sjóvinnudeplinum.
Forum tryggjar framhald
Fyri at varpa ljós á møguleikar
nar í sjóvinnuni hava Føroya
Banki, Reiðarafelagið Fyri
Farmaskip og Sjóvinnudepilin
tikið stig til at skipa fyri fyrstu
shippingráðstevnuni í Føroyum
nakrantíð. Millum teirra, sum
fara at halda fyrilestrar á stevn
uni, verða umboð fyri reiðaríini
Mærsk, Torm, Møkster, Dan
marks Rederiforening, Sjó
vinnudepilin og Føroya Banka.
Vøksturin í shippingvinnuni
kann skapast upp á fleiri mátar,
halda fyrireikararnir. Føroyskar
fyritøkur kunnu úr Føroyum
veita úlendskum reiðaríum tæn
astur, eins og summar fyritøkur
longu gera. FASskipanin skal
fáast at virka so væl, at fleiri
vilja vera í henni. Og íleggjarar
skulu upplýsast um møguleik
arnar at keypa skip ella reiðarí.
– Í dag arbeiða føroyingar ikki
einans umborð á útlendskum
skipum. Teir eru eisini í starvi á
úlendskum reiðarískrivstovum,
har teir hava um hendi ymsar
managementuppgávur, eitt nú
hvat manningum, tøkni og trygd
viðvíkur. Hesar tænastur kunnu
eins væl verða veittar úr
Føroyum, siga Ragnar S. Olsen
og Sjúrður Guðsjónsson.
Ætlanin er at fáa so nógvar
føroyskar útisiglarar við á
ráðstevnuna sum gjørligt.
Føroyskir yvirmenn hava sera
stóra vitan um sjóvinnuna. Teir
eru tí eins og politikarar, bankar,
tryggingarfeløg, ráðgevarar,
framtaksgrunnar, fyritøkur í
sjóvinnuni og møguligir
íverksetarar upplagdir luttakarar
á stevnuni.
Fyrireikararnir ætla eisini at
arbeiða fyri, at hugskotini og
málsetningarnir, sum koma fram
á stevnuni, verða framd í verki:
– Skipað verður ofta fyri
ráðstevnum, har mangt áhugavert
kemur fram, og so hendir ikki
meira. Tað skal ikki henda
hesaferð, og tí fara vit eftir
stevnuna at halda fram við
arbeiðinum í einum maritimum
forum, sum verður skipað í
sambandi við stevnuni. Í hesum
forum verða umboð fyri
viðkomandi stovnar og feløg,
siga Ragnar S. Olsen og Sjúrður
Guðjónsson.
––––––––––––––––––––––––––––
Uni Arge
––––––––––––––––––––––––––––
HVAT ER SHIPPING
Vanliga verður shippingvinnan søgd at vera tað sama sum
farmasigling. Farmasigling er ein høvuðstáttur í shippingvinnuni,
men shipping umfatar eisini virksemi í sambandi frálandavinnu,
oljuflutning, sigling við útlendskum reiðaríum, tænastur á landi
fyri reiðarí og skrásetingar í FAS.
Shipping er í stuttum alt virksemið kring tað at flyta nakað frá
einum stað til annað sjóvegis. Ein uppaftur breiðari lýsing av
hugtakinum umfatar eisini oljufeløg og heilsølur.
Shipping – hvussu kunnu
inntøkurnar fleirfaldast
Ragnar Olsen frá Føroya Banka og Sjúrður Guðjónsson frá Sjóvinnudeplinum eru við til at fyrireika stevnuna
Mynd: Jens Kristian Vang