týsdagur 4. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. mars 2008 Shipping Føroyar 2008 19
Nóatún 7 . FO-100 Tórshavn . Tel 350 250 . Faks 350 251 . info@vh.fo . www.vh.fo
Vinnuháskúlin hevur fýra útbúgvingar: Skipara, skipsførara, maskinist og maskinmeistara. Skúlin
lýkur STCW krøv. Tí eru útbúgvingarnar á altjóða støði og geva arbeiðspláss kring allan heim.
Á starvsstovunum finst øll standard nútímans útgerð. Í dag ganga 180 næmingar á skúlanum.
- eitt hav av vinnumøguleikum ...
Maskinmeistari
Maskinmeistaraútbúgvingin er mest
fjølbroytta og hægsta tekniska
yrkisútbúgving, sum kann takast í
Føroyum. Útbúgvingin gevur sera
stórar møguleikar, bæði á sjógvi og
landi, líkamikið um tað er í Føroyum
ella úti í heimi.
Maskinmeistaraútbúgvingin gev-
ur eisini møguleikar fyri at blíva
el-innleggjari. Eisini í oljuvinnuni
eru maskinmeistarar størsti einstaki
yrkisbólkur.
Útbúgvingin tekur 3 ár.
Upptøka til maskinmeistaraút-
búgvingina er tvær ferðir um árið: í
januar og í august.
Maskinistur
Maskinistútbúgvingin gevur møgu-
leikar fyri at verða maskinstjóri á
flestu veiðiførum, sum fiska í før-
oyskum sjóøki.
Útbúgvingin gevur t.d. eisini
rætt til at vera maskinstjóri á
skipum við maskinorku upp til
3.000 kW í altjóða sigling.
Útbúgvingin tekur 9 mánaðir.
Upptøka til maskinistútbúgv-
ingina er eina ferð um árið og
byrjar í august.
S P E N N A N D I Ú T B Ú G V I N G A R
Skipari
Vinnuháskúlin bjóðar altjóða góð-
kendar útbúgvingar til skipara og
skipsførara, sum geva vinnumøgu-
leikar á sjógvi og landi um allan
heim. Sum skipari kanst tú føra øll
fiskiskip um allan heim, eins og
farmaskip, upp til 3.000 tons.
Skiparaútbúgvingin tekur hálvt-
annað ár.
Tá ið tú hevur staðið skipara,
kanst tú fara beinleiðis til skips-
førara.
Skipsførari
Skipsføraraútbúgvingin tekur til-
samans 3 ár; 3 hálvár til skipara og
síðani 3 hálvár til skipsførara.
Sum skipsførari kanst tú føra øll
skip á øllum høvum.
Upptøka til skipara- og skips-
føraraútbúgvingarnar
er
tvær
ferðir um árið: í januar og í august.
Maskinist- og maskinmeistara-,
skipara og skipsføraraútbúgving-
arnar eru moduluppbygdar.