týsdagur 4. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008
Hvussu kann shippingvinnan mennast til
at gerast ein týðandi inntøkukelda í
Føroyum? Hetta er høvuðspurningurin á
ráðstevnuni 7. mars í Norðurlandahúsi
num, og ein av fyrilestrarhaldarunum
verður leiðarin á Corporate Finance
deildini hjá Føroya Banka, John Rajani.
Corporate Finance er eitt nýtt virkisøki
hjá Føroya Banka, sum rættiliga hevur
tikið dik á seg. Deildin hevur staðið fyri
fleiri týðandi samanleggingum og
handlum í føroyskum vinnulívi. Deildin
var ráðgevi, tá Farodane, Com Data og
Reproz løgdu saman. Eisini tá Elektron
og SamTeld løgdu saman, var deildin
ráðgevi.
Størsta uppgávan hjá deildini var at
vera fíggjarligur ráðgevi hjá
framtaksfelagnum Løkir og teimum
føroysku fyritøkunum, ið keyptu Statoil
Føroyar í heyst. Hesin handil vísti, at
Corporate Financedeildin er før fyri at
lyfta torgreiddur og ikki minst altjóða
uppgávur.
Keyp eitt reiðarí
John Rajani vísir á, at hann eisini væl
kann ímynda sær, at deildin verður
fíggjarligur ráðgevi, tá eitt heilt reiðarí
skal keypast.
– Tá vit tosa um vøkstur í sjóvinnuni,
kann hann skapast upp á fleiri mátar.
Nøkur reiðarí lata byggja skip, og onnur
keypa skip. Tá tú byggir skip, skal alt
byggjast upp frá grundini, og keypir tú
einstøk skip, verður virksemið avmarkað.
Ein skjótur máti at gera íløgu í sjóvinnuna
og yvirtaka skip, rakstur og manningar
beinanvegin er at keypa eitt reiðarí, sigur
hann.
At keypa eitt reiðarí er sjálvandi ein
møtimikil íløga, eins og tað var ein stór
íløga at keypa Statoil Føroyar. Í tí førinum
gingu nógv feløg saman um keypið. Ein
annar máti at fáa til vega kapital er at lata
feløg skráseta á einum virðisbræva
marknaði og fáa til vega kapital tann
vegin, vísir John Rajani á.
Um eitt felag hevur brúk fyri kapitali
fyri at vaksa, ber eisini til at lata felagið
skráseta á virðisbrævamarknaði. Vit hava
sæð føroyskar fyritøkur sum Føroya
Banka, Eik Banka og Atlantic Airways
gjørt hetta við stórum hepni. Bestu
dømini um fyritøkur, ið hava fingið til
vega heilt nýggjan kapital við skráseting,
eru Atlantic Petroleum og Faroe
Petroleum. Vit kunnu eisini ímynda
okkum reiðarí gera hetta, sigur John
Rajani.
Hansara fyrilestur á Shipping Føroyar
2008 verður fyrrapartin 7. mars í
Norðurlandahúsinum.
––––––––––––––––––––––––––––
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
––––––––––––––––––––––––––––
Corporate Finance í Føroya Banka:
Tá tú skalt keypa
ella skráseta
eina fyritøku
– Tá vit tosa um vøkstur
í sjóvinnuni, kann hann
skapast upp á fleiri
mátar, sigur John Rajani
Corporate Finance-deildin hjá Føroya Banka hevur verið
ráðgevi í sambandi fleiri samanleggingar og handlar í
føroyskum vinnulívi. Størsta uppgávan higartil var at fáa
Statoil Føroyar á føroyskar hendur. Á sama hátt kann deildin
vera ráðgevi, tá t.d. reiðarí verða handlað ella skrásett á
virðisbrævamarknaði, sigur John Rajani, leiðari á deildini
Saman leggja
vit lunnar
undir nýggja
vinnu
Norðurlandahúsið 7. mars
Stuðlar: Føroya Banki, Reiðarafelagið fyri farmaskip, Sjóvinnudepilin,
Supply Service, Thor, Statoil, BP, Team beredskab, Mærsk.
Tekning á www.industry.fo
Skrá:
09.00 Skráseting og morgunmatur
09.30
Vælkomin
09.35 Løgmaður setir ráðstevnuna
09.45 Shipping: Ein global vinna
Jan Frits Hansen, varastjóri, Danmarks Rederiforening
10.15 Samstarv er neyðugt
Klaus Kjærulff, CEO, Torm A/S
10.45 Stuttur steðgur
11.15 Uppkeyp og skráseting av einum reiðaríi
John Rajani, leiðari fyri Corporate Finance í Føroya Banka
11.45 Frálandavinna: Soleiðis gera vit
Anne Jorunn Møkster, CEO, Simon Møkster Shipping
12.15
Døgurðasteðgur
13.30 Frálandavinna: Vinnuøki fyri føroyingar?
Albertus Zwiers, tekniskur stjóri, Mærsk Supply Service
14.00
Innveiting av tænastum
Lassi Borðoy, stjóri, Sjóvinnudepilin CMM
14.30
Kaffisteðgur
15.00
Framløga av vinnumøguleikum: FAS
Annfinn V. Hansen, formaður, Reiðarafelagið fyri farmaskip
15.30 FAS og Framtíðin
Bjørt Samuelsen, landsstýriskvinna
16.00 Landsstýrismaðurin í sjóvinnumálum
endar ráðstevnuna