týsdagur 4. mars 2008síða 18
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008
Tað er ikki óhugsandi,
at verksmiðjutrolarin
Hercules, sum brendi
og sum Framherji nú
eigur, verður riggaður
til seismikkvinnu heldur
enn til fiskivinnu. – Vit
hugsa eisini um at hava
onnur bein at standa á
enn bara fiskivinnuna,
sum er avmarkað í vavi,
sigur Anfinn Olsen,
reiðari
Virksemið hjá føroyska fiski
skipaflotanum kann ikki
roknast sum shippingvinna í
orðsins rætta týdningi.
Farmasigling er tað, sum vit
vanliga hugsa um, tá ið orðið
“shipping” verður nevnt. Men
shipping fevnir eisini um
virksemi í sambandi við eitt nú
frálandavinnu.
Tað er her, at felagið
Framherji og tann manning,
sum felagið hevur undir sínum
veingjabreiði, kann koma at
gerast ein partur av føroysku
shippingvinnuni.
Framherji eigur Fagraberg,
Vesturvón, Høgaberg og
Stapan, og í september síðsta ár
keypti felagið eisini stóra
verksmiðjutrolaran Hercules,
sum Thor í Hósvík átti. Eldur
kom í tvey av stóru
verksmiðjuskipunum hjá Thor,
og Hercules var hin fyrri sum
brendi. Eldur kom í Hercules í
apríl mánaða í fjør – og eldur
kom í Athenu í juli.
Framherji keypti Hercules frá
Tryggingarfelagnum Føroya.
Fifty fifty
Anfinn Olsen, reiðari, sigur, at
Hercules enn liggur í Chili.
Vit hava ruddað skipið, og
tungoljan er tikin upp. Nú
verður stálið skorið niður, sum
vit vita skal skiftast, og meðan
hetta arbeiði verður gjørt, verða
vit noyddir at taka endaliga
avgerð um, hvat skipið skal
brúkast til.
Hann sigur, at felagið í
næstum fer at biðja um tilboð
upp á at seta skipið í stand
aftur.
Vit hugsa bæði um
fiskivinnu og seismikk, og
tankin um seismikkvirksemi
liggur ikki longur burtur enn
hin. Møguleikin er fifty fifty,
sum reiðarin tekur til.
Anfinn vísir á, at fiskivinna
og seismikkvinna ikki liggja so
langt frá hvørjum øðrum, sum
onkur kundi hildið.
Í báðum førum snýr tað seg
um at reka skip, og her hava vit
føroyingar bæði dugnaligt fólk,
drúgvar royndir og førleika.
Hann sigur, at einasta
ekspertisan, sum felagið ikki
hevur í sambandi við møguligt
seismikkvirksemi, er at gera
sáttmálar við feløg, men her ber
saktans til at brúka meklarar til
at leggja sær lag á.
Eg veit, at eitt systirskip til
Hercules er umbygt til
seismikkvirksemi, og nú vit
eiga hetta skipið, er eingin
loyna, at vit fegin vilja hava
okkurt nýtt bein at standa á í
eini aðrari vinnu enn
fiskivinnuni.
Vælegnað skip
Anfinn heldur, at tað í fyrsta
lagi er støddin á hesum skipum,
sum eru 105 metrar long og 20
metrar breið, ið ger tey
vælegnaði til seismikkvirksemi,
ið krevur nógv pláss.
Skrokkurin á Hercules er
eisini ísstyrktur, sum ger skipið
vælegnað í økjum, har ísur
annars kann verða ein
trupulleiki.
Tá ið umvælingararbeiði er
útboðið, og tilboðini eru komin
innaftur, vita vit betur, hvørja
leið vit fara at ganga við Her
cules. Fiskivinnan er avmarkað,
og tað liggur í ”sagens natur”,
at vit vilja menna felagið til at
fevna um meira enn fiskivinnu,
sigur Anfinn Olsen, reiðari.
Áður hevur verið nevnt, at
umvælingin av Hercules helst
fer at kosta einar 200 miljónir
krónur, men sambært gomlu
eigarunum kosta hesi skip einar
400 miljónir krónur at smíða,
samstundis sum leveringstíðin
er long.
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Skála Skipasmiðja
hevur júst latið Thor
í Hósvík hin fyrra
nýbygningin av
tveimum. – Nógva
virksemi í seismikk-
og oljuvinnuni ger, at
okkurt eisini dettur á
okkum, samstundis
sum vit við slíkum
sáttmálum gerast
eitt sindur meira
fjølbroyttir í okkara
virksemi, sigur nýggi
skipasmiðjustjórin
Eyðfinn Egholm, stjóri á
Tórshavnar Skipasmiðju, sigur,
at høvuðsuppgávan hjá teimum
framhaldandi verður viðlíkahald
og umvælingar av okkara fiski
og farmaskipaflota, eins og av
teimum skipum, sum koma higar
til lands. Aftrat hesum hevur
skipasmiðjan eisini longt nøkur
skip og bátar.
Hetta er okkara høvuðsvinna,
og hetta er tann støðugi
marknaðurin, vit hava. Aftrat
hesum kemur so skipasmíð, sum
er ein meira skiftandi marknaður.
Vit kunnu siga, at skipasmíð
fylgir meira konjukturunum
kring um okkum enn tann
parturin, sum fevnir um
viðlíkahald og umvælingar.
Globalt vir
og nýg
Framherji umhugsar at byggja Hercules, sum felagið eigur, til seismikkvinnu
Hercules kanska
í seismikkvinnu