leygardagur 16. juni 2001síða 6
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 113 - 16. juni 2001
11
gult11 cyan11 magenta11 svart11
11
gult10 cyan10 magenta10 svart10
Nr. 213 • leygardagur • 16. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Bæði hjá B36 og KÍ,
sum eisini skulu
spæla á ólavsøku, sita
týdningarmiklir spæl-
arar uttanfyri við
skaða
Tað plagar at verða roknað
sum ein áhugaverd upp-
gerð, tá KÍ vitjar B36 í
Gundadal, og hóast avrikini
vóru heilt ymisk hjá liðun-
um báðum síðsta sunnudag,
so slepst ikki undan, at
talan er um klassikara. Men
tað fer neyvan at renna so
nógv niður í B36 kassan
hesa ferð, sum tað ofta áður
hevur gjørt, tá klaksvíking-
ar hava vitjað.
Orsøkin er eyðsýnd. KÍ
viðhaldsfólkini vita ikki,
hvar tey hava teirra lið. Tá
teir fóru til Vágs í triðja
umfarinum,
vóru
KÍ
spælararnir illa kroystir. So
vunnu teir, KÍ kom í
steypafinaluna, har teir
ólavsøkudag á Tórsvølli
skulu spæla ímóti B36, og
tað tóktist sum glið var
komin á í landskappingini.
Norðoyarstevnan hevur
sjáldan roynst væl hjá KÍ í
landskappingini, og sam-
bært Norðlýsinum í gjár, so
verður 4–0 tapið ímóti
EB/Streymi mett sum vána-
ligasta úrslitið hjá KÍ í
landskappingini nakrantíð.
Fyritreytirnar hjá Tomi-
slav Sivic og hansara
monnum at reisa seg í
Gundadali eru einki ser-
ligar. Liðformaðurin, Allan
Joensen, hevur verið rokn-
aður sum týdningarmiklasti
spælarin. Eftir tvey ára
skaða var hann rættuliga
við at koma fyri seg, men
so varð hann skaddur í
Runavík. Tá tað stóð illa til
ímóti EB/Streymi, varð
hann settur á vøllin. Tað
hevði við sær, at skaðin
versnaði, og nú er ivasamt,
um Allan verður við aftur
undan summarsteðginum.
Tomislav Sivic hevur
sjálvur verið sjúkur í vik-
uni. Erling Fles vandi ikki
fyrrapartin av vikuni, og
Fríðin Ziskason hevur verið
burturstaddur. Alexander
Djordjevic hevur verið
hálvskaddur, men hann
vandi hóskvøldið.
Á norðoyarstevnu var
treiski miðverjin, Andrass
Jacobsen, fluttur niður í 2.
deild. Hann verður við
aftur í morgin.
Magni lang-
tíðarskaddur
B36 fekk trý kærkomin stig
á Toftum, men tað var ikki
uttan kostna. Magni á
Lakjuni noyddist av vølli-
num longu í 1. hálvleiki.
Liðbondini í fótliðnum
hava fingið stóran løst.
Magni hevur ikki vant í
hesi vikuni, hann verður
ikki við í morgin, og tað er
sera ivasamt, um hann
verður við tær næstu vikur-
nar.
Pól Thorsteinsson hevur
verið á vøllinum, men hann
hevur ikki vant saman við
hinum, og hann verður ikki
við ímóti KÍ. Herbert í Lon
Jacobsen hevur trupulleikar
við tjúkkanum, og hann
verður ikki við næstu
vikurnar. Jens Kristian
Hansen hevur í hesi vikuni
vant saman við hinum.
Hann verður í hópinum,
men tað er ivasamt, um
hann verður ímillum teir
fyrstu ellivu.
Tvey mála skjúttin á
Toftum, John Petersen,
noyddist av vøllinum í 2.
hálvleiki.
Hann
hevur
trupulleikar við øðrum
knænum.
Hóskvøldið
royndi hann at venja, men
hann noyddist at gevast. Í
B36 vóna teir, at hann
verður førur fyri at spæla í
morgin. Samstundis gleðast
teir um, at B68 dysturin
vísti, at hópurin er so
deiliga breiður, sum teir
taka til.
Og meistararnir úr
Vági, sum tykjast
endurreistir, eru heilt
væl fyri, nú teir fara
norður til Sandoyar
Tað eru tvey lið, sum síðsta
sunnudag stóðu fyri heilt
góðum avrikum, ið hittast á
Sandi í morgin. Á Sandi
siga teir seg leggja lítið í, at
umrøðurnar fyri tað mesta
hava snúð seg um, hvussu
vánaligt avrikið há HB var.
B71 hevði eina ætlan,
hvussu teir fyri fyrstu ferð í
sjey ár skuldu fáa stig á
útivølli ímóti HB, og tað
eydnaðist.
Nú fáa teir vitjan av VB,
og tað verður torført. B71
hevur bara vunnið eina ferð
á heimavølli í ár. Tað var í
fyrsta umfarinum ímóti
EB/Streymi.
Kári Reynheim hevur
sama fólkið tókt, sum var
við í Gundadali. Høgni
Hansen skal av landinum
seinni í summar, og hann er
givin. Hans Jørgen Djur-
huus hevur trupulleikar við
lærkrikanum. Hann var ikki
við ímóti HB, og hann
verður ikki við í morgin.
Fyrsta treytin fyri at
vinna verður, at B71 heldur
tætt í verjuni. Tað rokna teir
við verður torført ímóti VB,
sum tykist hava funnið sera
vandamikla
áslopsstílin
aftur, men á Sandi seta teir
sítt álit á, at Valdemar No-
wisci skal halda lands-
monnunum hjá sær burtur.
Mugu vinna
Í Vági er fótbóltslagið betri,
enn tað hevur verið í fleiri
vikur. Venjarin, Krzysztof
Popczynski, hevur ikki mist
alla vón um, at teir aftur
skulu blanda seg í toppin,
men so er neyðugt at fáa trý
stig hvørja ferð.
– Vit hava allar spælarar-
nar tøkar, og vit fara norður
á Sand fyri at vinna. Tórður
Holm hevur vant alla hesa
vikuna, og so er hann upp á
tal at vera ímillum teir
fyrstu ellivu. Birgir Jørgen-
sen venur nógv, og hann
hevur prógvað, at hann
avgjørt er eitt alternativ í
álopinum, so vit hava ein
positivan trupulleika.
Men um tit skulu hugsa
um at koma upp ímillum
tey fremstu, so mugu gøtu-
menn missa stig onkra ferð-
ina?
– Vit vera sjálvsagt
áhugaðir í, hvussu tað fer at
ganga hjá NSÍ. Eg haldi, at
avrikið hjá teimum ímóti
okkum var betri, enn tølini
vístu, og teir vita væl, at
teir hava nakað at prógva á
heimavølli á stevnuni. Eg
var sera fegin um taktiska
avrikið
hjá
okkum,
staðfestir Popczynski.
Nógvir lykla-
spælarar eru
burtur
Sandoyingarnir eru heilt væl nøgdir
Gøtumenn venja í
Fuglafirði og í Runa-
vík, og Jens Martin
vónar, at hansara
menn í stevnudysti-
num fara at reisa seg
eftir eyðmýkingina í
Vági
GÍ hevur í fyrsta triðingin-
um av kappingini verið
heilt fyri seg sjálvt. Luturin
hjá øllum hinum, sum vilja
vera uppií, har tað gongur
fyri seg, er at elta GÍ, og tí
er eingin ivi um, at nógv
eygu og oyru fara at fylgja
við, tá stevnudysturin í
Runavík verður á skránni
klokkan 17 í morgin.
Hjá GÍ verður landsliðs-
maðurin og liðformaðurin,
Sámal Joensen, roknaður
sum
undangongumaður.
Kortini er tað sera ivasamt,
um miðvallarin verður við í
morgin. Hann hevur í
vikuni verið plágaður av
ryggskaða.
Teppið er tikið av vøll-
inum í Sarpigerði, og tað
vil við øðrum orðum siga,
at gøtumenn tær næstu
vikurnar ongan heimavøll
fara at hava. Teir hava fleiri
kvøld í hesi vikuni verið í
Fuglafirði.
Mikukvøldið
vóru teir í Runavík, og tað
var á vøllinum, har slagið
skal standa í morgin, at
Sámal fekk ryggskaðan.
Í Vági og ímóti FS Vág-
um var pólverjin, sum teir
kalla Gidek, á miðvølli-
num, har hann stóð seg væl.
Áslakur R. Petersen og
Poul Henning Jacobsen
hava sitið á beinkinum tær
seinastu ferðirnar, og um
Sámal Joensen ikki verður
tøkur, so verður tað ivaleyst
annar av hesum, sum fer at
fáa møguleikan.
Skulu reisa seg
NSÍ fekk ein orduligan
undir vangan í Vági. Men
kortini heldur Jens Martin
Knudsen ikki, at teir skulu
heilt
avskrivast
ímóti
gomlu liðfeløgunum hjá
honum í GÍ:
– Tað var ein undarligur
dystur í Vági. Vit høvdu
bóltin kanska meiri enn
teir, men teir vunnu 5–0.
Trý tey fyrstu málini vóru
sannar perlur, sum teir
fingu úr so at siga ongum
málmøguleikum. So var alt
avgjørt, vit royndu at hótta
teir, men teir kontraðu. Fyrr
í ár hava vit sent GÍ úr
steypakappingini. Stevnu-
dysturin verður ivaleyst
sera harður – talan er jú um
grannadyst – men vit hava
altso møguleikan at reisa
okkum, heldur landsliðs-
málverjin.
Hjá NSÍ er umleið sama
fólkið tókt, sum var við í
Vági. Tað er stórur saknur í
fleiri av føstu monnunum.
Djóni N. Joensen plágast av
vøddaskaða,
og
skotin
Martin Glansey og Kári
Hansen stríðast við skaðar í
liðbondunum.
Spurningurin er so, um
tað vera Óli Hansen og
toppskjúttin í 1. deild,
Helgi L. Petersen, sum fara
at basa sínum fyrrverandi
liðfeløgum, ella um tað
verður Jens Martin Knud-
sen, sum fer at basa sínum
fyrrverandi liðfeløgum.
Intertoto: Lokeren
kemur til Føroya í
morgun, og teir fara
av aftur landinum
fyrrapartin í morgin
Longu í dag er fyrsta al-
tjóða uppgávan í ár hjá før-
oysku feløgunum á skránni.
Tað er B68, sum klokkan
17 í dag fer at spæla í Inter-
toto á grasvøllinum á
Svangaskarði.
Mótstøðuliðið er Loke-
ren úr Belgia, sum var á
fjórða plássinum, eftir at
síðsta umfarið í belgisku
landskappingini var spælt
undan mánaðarskiftinum.
Belgiska liðið kemur í
Vágar við leiguflogfari
fyrrapartin í dag. Teir fara
beinleiðis á Svangaskarð,
har teir skulu eta og hvíla
seg, áðrenn dysturin klokk-
an 17 verður bríkslaður at
byrja av dómaranum, sum
kemur úr Ukreina. UEFA
umboðsmaðurin er úr Un-
garn. Linjudómararnir eru
úr Ukreina, meðan Jens
Albert Simonsen hevur
uppgávuna
hjá
fjórða
dómaranum.
Tá fótbóltshugaðir føroy-
ingar, ið eru farnir um besta
ungdómin, hoyra Lokeren
nevnt, so munnu teir iva-
leyst hugsa um felagið hjá
fyrrverandi danska lands-
liðsmanninum Preben El-
kjær. Fyri tjúgu árum síðani
var Lokeren onkuntíð í
toppinum í Belgia, men tey
seinnu árini hava teir ikki
verið so eyðsýndir.
Tað er einki at ivast í, at
mótstøðan hjá B68 verður
ivaleysa stór í dag, men tað
ber illa til at siga nakað um,
hvussu Lokeren verður
fyri. Eitt er, at teir hava
ferðast langan tein, áðrenn
teir skulu spæla. Eitt annað
er, at tað ofta hevur víst
seg, at í fyrstu umførunum í
Intertoto Cup eru flestu
feløgini ikki fullmannað.
Eftir eitt langt og strevið
kappingarár er neyðugt hjá
spælarunum at hvíla seg,
áðrenn tað verður farið
undir eitt nýtt kappingarár,
og tí eru tað ofta fleiri av
teimum næstbestu, sum fáa
møguleikan.
Tað er kortini als ikki
víst, at hetta verður nakar
fyrimunur fyri B68, tí teir
næstbestu eru ivaleyst sera
uppsettir at vísa, at teir
hava betri uppiborið.
B68 spælararnir gjørdu
ikki serliga góða reklamu
fyri sær sjálvum, tá B36 var
á Svangaskarði sunnudag-
in. Tá kendust teir tamir og
lítið uppsettir. Mikukvøldið
vóru teir í Vágum, har teir
gjørdu
framskundaða
landskappingardystin ímóti
FS Vágum burturav sær, og
tá var hugburðurin heilt
øðrvísi, sjálvt um tað skal
takast við, at mótstøðan
ikki var tann sama, sum
hon var ímóti B36.
Stuðulsspælararnir Øssur
Hansen, Jan C. Dam og Jan
Petersen hvíldu seg síðstu
løtuna. Tað vera ikki minst
hesir, sum saman við Fróða
Benjaminsen skulu ganga
undan í dag.
Returdysturin verður í
Lokeren í Belgia komandi
leygardag. B68 ferðalagið
fer úr Føroyum mikudagin,
og teir koma aftur til Før-
oya sunnudagin. Útidystur-
in í 8. leikumfarinum ímóti
GÍ er útsettur til miku-
kvøldið í aðru viku.
Sjálvsálitið í Sunda-
lagnum er í toppi,
meðan teir í HB vóna,
at teir kunnu venda
gongdini eftir sera
soltna úrtøku í fýra
umførum
Tá tvey umfør av lands-
kappingini
vóru
farin,
hevði HB fult stigatal. Í
teimum fýra umførunum,
sum hava verið síðani,
hevur tað ikki eydnast
havnarliðnum at vinna, og
tað mundi kennast sum
eyðmýking bara at fáa mál-
leysan javnleik ímóti B71.
– Vit vóna, at liðið síðsta
sunnudag var so langt niðri,
sum tað ber til, og at vit nú
eru á veg uppaftur.
Hetta
sigur
liðformaðurin hjá HB, Rúni
Nolsøe. Hann vónar, at teir
fara at vinna á Eiði, men
hann heldur eisini, at
avrikið hjá EB/Streymi á
norðoyarstevnu boðar frá,
at talan undir ongum
umstøðum
verður
um
lættan sigur.
Allan Mørkøre var leik-
bannaður seinast, men hann
er tøkur aftur. Jón Rói
Jacobsen hevur verið sjúk-
ur í vikuni, men hann vandi
aftur hóskvøldið. Jóhannis
Joensen man vera mest
óhepni HB maðurin í ár.
Hann hevur leingi verið
skaddur.
Síðani
mána-
kvøldið hevur hann vant
saman við hinum, og teir
ætlaðu, at hann skuldi við
til Eiðis. Men hóskvøldið
endaði hann á skaðastov-
uni. Teir roknaðu við, at
nøsin var brotin, og so
verður hann neyvan við á
Eiði.
Sjálvsálitið í toppi
EB/Streymur framdi eitt
framúr avrik í Klaksvík.
Ikki minst hjá Gunnari á
Steig og Andrzeh Pacek
mundi tað smakka væl. Teir
hava tað til felags, at teir
spæla við EB/Streymi, tí
teir hava ikki verið mettir at
vera nóg góðir til besta KÍ
liðið.
Vit skilja á lagnum, at
allir spælararnir hjá EB/-
Streymi, sum vóru við í
Klaksvík, eru tøkir hesa
ferð. Bergur Magnussen fer
at prædika fyri sínum spæl-
arum, at teir mugu halda
seg á jørðini og fara undir
uppgávuna á sama eyð-
mjúka hátt, sum teir gjørdu
í Klaksvík. Um teir gera
tað, so hava teir møguleika
at fáa nakað burturúr, tá
HB kemur at vitja. So
mikið sást á norðoyar-
stevnu!
HB í dalinum og EB/Streymur á veg upp
Sámal er sera ivasamur
Belgiskir fremmandamenn
vitja á Svangaskarði í dag
C
M
Y
K
10