leygardagur 16. juni 2001síða 7
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 113 - 16. juni 2001
gult12 cyan12 magenta12 svart12
gult13 cyan13 magenta13 svart13
Tvøroyrar
Kommuna
Við hesum verður starv sum verkfrøðingur lýst
leyst at søkja.
Høvuðsverkevni:
• Leiðsla á Teknisku Deild.
• Projekteringsarbeiði og eftirlit.
• Uppmátingar-, kortleggingar- og skrá-
setingararbeiði.
• Býar- og byggiplanlegging.
• Málsviðger og ráleggingararbeiði.
• Stýring av kommunalum viðlíkahaldsarbeiði.
• Luttøku í dagligum umsitingarligum upp-
gávum v.m.
Førleikakrøv:
• Verkfrøðingur ella onnur viðkomandi.
útbúgving.
• Royndir í omanfyri nevndu arbeiðsøkjum.
• Førleiki í projekteringsarbeiði og byggilist.
• Munnligan og skrivligan málførleika (eisini í
enskum).
• Hollan telduførleika.
• Opin og fyrikomandi.
Løn sambært sáttmála við avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar viðvíkjandi starvinum fáast við
at venda sær til býráðsskrivstovuna á telefon
371085.
Starvið verður at seta sum skjótast.
Skrivlig umsókn, saman við avriti av prógvi og
møguligum viðmælum, skal vera býráðnum í
hendi í seinasta lagi 01.08.2001.
Hjálparfólk til
Dagstovnin í Gøtu
Fyri hjálparfólk í farloyvi verður søkt eftir einum
hjálparfólki til barnagarðsstovu við 21 plássum, 4-
6 ár
– at arbeiða 30 tímar um vikuna frá 1.august 2001
til 1. august 2002.
– Løn og setunarviðurskiftir annars eru sambært
sáttmála við Fíggjarmálastýrið og Føroya
Pedagogfelag.
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til Tor-
gerð Hansen, tlf. 442012 lok 10.
Skrivlig umsókn við avritum av prógvum, viðmæl-
um o.a.skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 1.juli
2001.
Dagstovnurin í Gøtu
511 Gøtugjógv
Tofta skúli
Søkt verður eftir lærarum til Tofta skúla skúlaárið
2001/2002:
•
2 størv 26,5 tímar fyri lærarar í farloyvi
•
1 starv 26,5 tímar
•
1 starv uml. 15 tímar til serligan tørv
Størvini,sum eru tíðaravmarkað til skúlaárið 2001
/2002, verða lønt sambært avtalu millum Føroya
Lærarafelag og Fíggjarmálastýrið í lønarflokki
18.1 til 27.4.
Nærri fæst at vita um størvini frá skúlastjóranum
á tlf. 447332.
Umsóknirnar skulu vera skúlanevndini í hendi í
seinasta lagi mánadagin 25. juni kl. 16.00.
Leggið við ljósrit av prógvi og møguligum við-
mælum!
Skúlanevndin í Nes kommunu
v/ Elin á Torkilsheyggi
655 Nesi
Byggibúgvin
grundstykkir
Fuglafjarðar kommuna lýsir hervið 6 byggibúgvin
grundstykkir við Sevdalsvegin í Fuglafirði til sølu
fyri kr. 90,00 fyri fermeturin. Stykkini, sum eru á
økinum frá sethúsunum hjá Valdemari Ennigarð
og suður til sethúsini hjá Carsten Petersen,eru 575
og 586 fermetrar til víddar.
Áhugað verða biðin um at seta seg í samband við
býráðsskrivstovuna telefon 444006.
Fuglafjørður, tann 14. juni 2001
Fuglafjarðar kommuna
DAEWOO MATIZ A
Lítil fittur 1 1/2 ára gamal Daewoo Matiz A, koyrt
15.000 km,sera økonomiskur,er sum nýggjur.Væl-
egnaður til býarkoyring. Prísur 70.000 kr.
Tlf. 319489 ella 219489
Tímalærarastørv
á Føroya
Læraraskúla
Á Føroya Læraraskúla,sum hevur læraraútbúgving
og pedagogútbúgving, eru hesi størv leys at søkja
komandi skúlaárið:
Eitt starv fulla tíð í sálarfrøði, námsfrøði og
námsfrøðiligum serlestri.
Eitt starv 6 tímar um vikuna í enskum.
Størvini verða sett frá 1. august 2001.
Umsøkjarar skulu skjalprógva neyðugan undirvís-
ingarførleika. Innlit og royndir í undirvísing á lær-
ara- og pedagogútbúgving eru ein fyrimunur.
Starvið verður sett sambært sáttmála millum
Magistarafelag Føroya og Føroya Landsstýri.
Áhuga, sum vilja vita meira, kunnu seta seg í
samband við Paula Nielsen, rektara, tlf. 313501,
teldupostsamband paulini@flsk.fo
Umsóknirnar skulu stílast til:
Føroya Læraraskúla
Postrúm 348 · FO-110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er úti 1. juli.
Tórshavn 14. juni 2001
www.sosialurin.fo
www.sosialurin.fo
Nr. 113 • leygardagur • 16. juni 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo
Rani um Garry:
Vón um
gjøgnumbrot
Lesið á síðu 2
LISTAFRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Í dag klokkan sekstan let-
ur upp listaframsýning í
Listaskálunum í Havn.
Tað er Anker Mortensen,
listarmaður, sum í sam-
bandi við 40 ára føðingar-
dagin sýnir fram eini 100
av listarverkum sínum.
– Tað vera bæði olju-
málningar, tekningar og
grafikkur at síggja, sigur
Anker Mortensen.
Í sambandi við dagin
gevur listarmaðurin eisini
út eina bók við yrkingum,
teksti og nógvum mynd-
um. Bókin er 48 blaðsíð-
ur, og í sambandi við
ferniseringina fæst hon til
keyps fyri 100 krónur í
Listaskálanum í dag. Í
bókabúðunum kostar bók-
in 150 krónur.
Tær flestu yrkingarnar í
bókini eigur Tóroddur
Poulsen, men listarmaðu-
in sjálvur eigur eisini
onkar.
Anker Mortensen málar
bæði í Føroyum og í Dan-
mark.
– Eg havi atelier bæði í
herheima og niðri, sigur
hann.
Seinastu árini hevur
hann málað í gomlu
smiðjuni hjá Hans hjá
Luterusi – ella kanska
rættari í ostagoymsluni
hjá Meiarínum í Havn,
gróthúsið aftanvert gamla
reinsaríið í Tórsgøtu.
– Eg veit ikki, hvussu
leingi smiðjan hjá Hans
var har, men í gomlum
døgum goymdu teir ost
har. Mær er fortalt, at teir
spulaðu ostin í kjallara-
num og goymdu hann í
erva, sigur Anker Morten-
sen, sum leggur afturat, at
eingin deymur av osti er
longur – heldur franskur
terpentinroykur…
Framsýningin hjá Ank-
eri Mortensen í Listaskál-
anum er opin fram til 15.
juli – men hann hevur
kortini nógv jørn í eldi-
num:
– Tað næsta verður ein
framsýning á »Den Nord-
iske« tann 11. august.
Síðani á »Den Fri Udstil-
lingsbygning« í Keyp-
mannahavn, og í februar
skal eg sýna fram í Gall-
eri Trap í Vesterbrogade,
sigur Anker Mortensen.
Tá mentanarhúsið,
Norðurlendska Bryggjan,
letur upp í 2003, verður
Anker eisini eitt av listar-
fólkunum úr Føroyum,
sum skal sýna fram sam-
an við listarfólkum úr Ís-
landi og Grønlandi.
Framsýningin í Lista-
skúlanum verður opin til
15. juli.
Ríðistevna
í Vágum
Vága Ríðingarfelag
Í dag, leygardagin, skipar
Vága Ríðingarfelag fyri ár-
ligu ríðistevnuni niðri við
vatn.
Stevnan byrjar kl 15.00. Tá
kemur Íslandsrossafelagið at
sýna fram gonguløg, og síðan
byrjar sjálv kappingin. Kapp-
ast verður í trav, skeið, tví-
spor ung og tvíspor vaksin II
og I flokkur.
Um fjøruti ross luttaka.
Aftaná er ætlanin at skipa fyri
old boys kapping. Síðan verð-
ur togtogan millum rossa-
menn úr Vágunum og rossa-
menn úr Havnini og aðra
staðni.
Tá liðugt er á ríðibreytini
verður farið oman á Flúgvara-
bedingina til ponyríðing,
MBM synir fram útgerð til
rossabrúk og ymisk amboð til
landbúnaðin. Møguleiki verð-
ur hjá børnunum, at royna
vælumtøktu hoppiborgina. Kl
21.30 verður stóra bálið tend-
rað, har sungið verður saman
við Sámal Ravnsfjall. Mina
Reinert fer at halda midnátta-
rrøðuna.
Aftaná spæla Sámal og vin-
menn til dans, sigur Vága
Ríðingarfelag.
Amariel í
Glarsmiðjuni
LISTAFRAMSÝNING
Eirikur Lindenskov
Komandi vikuna verða 25
listarverk hjá Ameriel Norðoy
at síggja í glarsmiðjuni í
Bøgøtu í Havn.
– Eg fari at sýna fram
akvarellir, pastellir,
oljumálningar og nakrar
skravimyndir, har eg hava
skrava í plátur, sigur Amariel
Norðoy.
Myndirnar verða at síggja í
vindeyganum í kvøld, men
framsýningin er annars opin
meðan rammuhandilin er
opin í næstu viku,
gerandisdagarnar frá kl 10-
1730 og leygardagin frá 10-
1230.
tað gevst ikki at regna í dag
áirnar
tað slítur ikki í
áirnar vaksa
tað singlar niður
áirnar vaksa størri
tað prikkregnar á blikktakið
áirnar vaksa størri og longri
tað prikkregnar á blikktakið á atelierinum
áirnar vaksa størri og longri enn penslarnir
blikktakið á atelierinum í Havn
áirnar vaksa størri og longri enn penslarnir
og kroysta brenda umbra oljulitatubustrípan
tað regnar enn
skal eg mála regn við fronskum terpintini
í Havn
tað regnar vatnlitir
ella mála sól tá ið tað blikkregnar á prikktakið
ella regnlitir
á takprikkið
skýggj loysna og regna
og regna á blikktakið
tað takdryppar í ánna
áin er longri enn japanskt guli pensilin
áin er longri enn kadmium reyði pensilin
áin er longri enn egyptiskt violetti pensilin
áin regnar ígjøgnum penslarnar
í hyljalitir
sum perlur í eygum
hvussu verður vindur málaður á lørift
hann trilkar gulið
vindurin
rundan um teir sjey heyggjarnar í Havn
kombik egyptiskt violetti Vaktarhúsheyggur
har eygað sá ælabogasíl
korkalitti Glaðsheyggur
regnið í lógvanum
kinesiski Heygurin Mikli
oyra í sirmi
rabarbugrøni Heksheyggur
við bløðandi knæði
mánaguli Høgareynsheyggur
við bláum andadrátti
Nabbheyggur
undir sprøklutum skýggjum
Perluheyggur
í grágrønum nasamjørka
tað regnar í sprøklutum litum
Anker Mortensen
Ælabogasílregn
Hvussu verður vindur málaður á lørift?
Í sambandi við 40 ára føðingardagin sýnir Anker Mortensen fram eini 100 av listarverkum sínum í Listaskálanum í Havn. Á ferniseringini í dag kemur
eisini út bók við verkum hjá listarmanninum og við yrkingum hjá Tóroddi Poulsen – men málarin hevur eisini nakrar yrkingar sjálvur…
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
13
12