leygardagur 16. juni 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2001
15
15
gult cyan magenta svart
14
Sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2001
C
M
Y
K
14
SKIP
Eyðun Klakstein
Ein av lokkandi attraktión-
unum í svenska høvuðs-
staðnum er gamli Vág-
bingur, sum var føroyskt
fiskiskip í nógv ár.
Nú er skipið umbygt til
sjónleikar- og matstovu-
skip við øllum hugsandi
hentleikum, og skipið
verður nógv brúkt – bæði
tá tað liggur við kai, og tá
tað siglir í skergarðinum.
Nú verður Vágbingur
kallaður Teaterskeppet, og
tað verður nógv gjørt burt-
ur úr umborð á skipinum.
Skipið varð bygt í Portu-
gal í 1959 og er systurskip
til Ólav Halga, sum var
vaktarskip í Føroyum í
nógv ár. Í áttatiárunum
varð Vágbingur seldur til
Svøríkis, og har varð
skipið umbygt til sjón-
leikar- og matstovuskip.
TeaterSkeppet tekur 300
fólk, og umborð á skipi-
num eru tvær matstovur,
sum samanlagt kunnu hýsa
280 fólkum.
Á tí størri matstovuni er
eisini ein pallur, har
ymiskar framførslur kunnu
vera. Báðar matstovurnar
hava barr, og á tí størri
matstovuni, kunnu partar
av loftinum takast burtur,
so fólk kunnu sita undir
opnum himni og eta.
Nógv tøkni í salinum
Undir matstovunum er
stórur salur, har fólk kunnu
sessast í fyrstafloks bio-
grafstólum. Har kunnu 218
fólk vera til fyrilestarar,
tónleikaframsførslur, sjón-
leik, filmsýningar ella
annað tiltak.
Hópin av tøkni hoyrir til
salin, so tað ber til at hava
góðar sýningar av filmi,
sjónleiki ella tónleiki.
TeaterSkeppet hevur fast
pláss mitt í Stockholm.
Talan er um eitt stað nær-
indis Skeppbrúnni, sum
liggur stutt frá slottinum.
Ymisk tiltøk eru umborð
á Teaterskeppet, men hevur
tú eitthvørt serligt tiltak,
sum tú ætlar tær at hava,
so ber til at leiga skipið.
Verður skipið liggjandi
við kai, fært tú tað fyri
3.150 svenskar krónur um
tíman, men tú mást gjalda
5.950 svenskar krónur um
tíman, skal skipið loysa frá
kai. Tú mást leiga skipið í
minsta lagi tríggjar tímar,
skalt tú sleppa fram at.
Útferðir
Hóast Teaterskeppet liggur
væl miðskeiðis í svenska
høvuðsstaðnum, er tað
heldur ikki long leið til
hugnaligar útferðir á sker-
garðinum.
Teaterskeppet siglir 12
míl, og tað sigst verða gott
í sjónum. Í salinum er
nógv gjørt fyri at fáa
friðarligar umstøður, og
tað er eingin trupulleiki hjá
fólki, sum stendur á pall-
inum, at verða hoyrd í
øllum salinum.
Ljóð frá motorinum
hoyrist sjálvandi umborð á
skipinum, og tað halda tey,
sum reka skipið, er ein
partur av øðrvísi upplivils-
inum, tá fólk fara ein túr
við skipinum.
Teaterskeppet er skrásett
í Svøríki, og tað er fleiri
ferðir umvælt og útbygt.
Seinasta stóra útbyggingin
var í 1997, tá brúgvin
millum annað varð flutt.
Men annars er talan um
tað skipið, sum fiskaði fyri
føroyingar fyri nógvum
árum síðani. Enn hava vit
ikki slíkt skip í Føroyum,
men tankin átti ikki verið
fjarður.
Vágbingur sum sjónleikarskip
Vágbingur, sum fyrst í áttatiárunum varð seldur til Svøríki, verður nú brúktur sum matstovu- og sjónleikarskip í svenska
skergarðinum. Skipið er inrættað við tveimum matstovum, sjónleikarsali og einari rúgvu av øðrum hentleikum
Í stóra og væl útgjørda salinum umborð á Teaterskeppet ber til at hyggja eftir filmi ella sjónleiki
Vágbingur, sum plagdi at fiska fyri føroyingar, verður nú brúktur sum sjónleikar- og matstovuskip í og kring svenska
høvuðsstaðin
Umborð á Teaterskeppet ber til at sessast í hugnaligum
matstovum, sum samanlagt kunnu hýsa 280 fólkum
Tað ber eisini til at hava serliga framsýningar ella søluátøk
umborð á skipinum
Matstovurnar eru hugnaligar, og tá siglt verður, eru nógvir
rútar til at trýsta nøsina ímóti
Eyðun Klakstein
Seinasta vikuskiftið var
finalan í kappingini Ársins
songrødd hildin í Havn.
Luttakarar úr øllum land-
inum vóru við í finaluni,
men tað kundi bara gerast
ein vinnari.
Og tað gjørdist 18 ára
gamla Guðrun Sólja
Jacobsen av Tvøroyri.
– Hetta er triðju ferð, at
eg var við í finaluni og
fyrstu ferð, at eg ikki fór
eftir sigrinum. Tí kom tað
fullkomiliga óvart á meg,
at eg vann, sigur Guðrun.
– Eg gjørdi lítið burtur
úr sjálvari framførsluni í
finaluni, men eg var væl
nøgd við framførsluna av
sjálvum sanginum. Og tað
vóru dómararnir eftir øll-
um at døma eisini.
Tikin á bóli
Guðrun hevur fýra ferðir
verið við í innleiðandi
kappingini í Ársins song-
rødd. Fyrstu ferð gekk illa,
men síðani er hon hvørja
ferðina komin í finaluna.
Tvær ferðir er hon end-
að sum nummar 2, men í
ár tók hon avgerandi stigið
upp á toppin.
– Allir finalistarnir
stóðu á pallinum, tá úrs-
litið skuldi kunngerast
leygarkvøldið. Eg stóð eitt
sindur aftanfyri, og tá eg
hoyrdi, at eg ikki varð
nummar 2, hugsaði eg, at
eg var ikki millum tey
fremstu í ár. Tá vinnarin so
varð útnevndur, hugsaði eg
fyrst, at onkur annar mátti
eita Guðrun.
– Tað gekk ein løta, áðr-
enn tað gekk upp fyri mær,
at eg veruliga hevði vunn-
ið kappingina, greiðir
Guðrun frá.
Hevur avbjóðingar
við sær
Guðrun Sólja Jacobsen
hevur sungið alment,
síðani hon var eini 13 ár,
men hon hevur ikki sungið
nógv í bólki.
– Eg havi onkuntíð vant
í onkrum bólki her suðri,
men vit eru ongan veg
komin, og í løtuni eri eg
ikki í nøkrum bólki. Tað er
heldur ikki líkt til, at tað
verður nakar bólkur at
verða við í næstu tíðina,
sigur hon.
Ársins songrødd er ein
kapping, har fólk syngja
aftur við tónleiki, sum er
tikin upp frammanundan.
Tað ger, at solistar kunnu
luttaka í kappingini uttan
trupulleikar, og tað hevur
eisini gjørt, at Guðrun
hevur verið afturvendandi
partur av hesi kapping.
– Í ár fór eg við, tí tað
vóru so fáir luttakarar í
Suðuroy. Eg hugsaði ikki
um at vinna kappingina,
men um at verða við og
umboða Suðuroynna. Eg
eri ótrúliga fegin um, at eg
vann. Tað var himmalskt,
sigur hon.
Og at hon nú er Ársins
songrødd hevur við sær, at
hon fær onkrar uppgávur
komandi tíðina. Hon er
longu biðin um at spæla á
eini konsert á jóansøku, og
okkurt annað verður eisini
á skránni í summar.
– Tað hevði verið gott,
um hesin sigurin kundi
gjørt, at eg kom meiri fram
og slapp at syngja meiri,
sigur Guðrun.
Postboks 76, 110 Tórshavn, telefon 311820, telefax 314720,
teldupostur: eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjórn: Eirikur Lindenskov
EG MEINI TAÐ
Eitt av vælsignilsunum
við at búgva í høvuðs-
staðnum er, at seyður ikki
fær loyvi at ganga leysur
húsanna millum. Tú kanst
róliga seta trøð og plantur
til prýðis rundanum hús-
ini uttan at verða bangin
fyri, at onkur frek ær ger
sær til góðar av tulipanun-
um ella smaðkar sær á
stikkelsberini. Havi
mangan hugsað um,
hvussu nógv vakrari
mangar føroyskar bygdir
høvdu verið, høvdu menn
funnið onkran máta at
hildið seyðin uttan fyri
sjálva bygdina.
Men fólk hava sjálvandi
síni kelidjór, her eru mest
hundar og kettur, sum
síggjast. Havi kanska
onkuntíð tikið til eina
bølluta, tá eg havi traðkað
uppí ein hundalort, og
mangan havi eg merkt
henda rama luktin av
kattapissi, tá eg havi fjas-
ast uttanfyri húsini, men
soleiðis eigur tað at vera.
Hevði sjálvur altíð kettu
sum smádrongur á bygd,
men tað hevur ikki rættu-
liga gingið upp fyri mær,
hvussu tíðirnar eru broytt-
ar fyrr enn vit nú fingu
kettu aftur í húsið fyri
góðum ári síðan. Maður-
in, sum eg fekk kettlingin
frá og eg kannaðu hann
gjølla, og báðir vóru
samdir um, at talan var
um eina løgu. ”So mást tú
minnast til at keypa henni
p-bollar, so hon ikki legg-
ur í tíð og ótíð”, ráddi ein
vinmaður mær til. Helt
tað vera undarligt at fáa
eina løgu, sum ikki legði,
men problemið loysti seg
sjálvt, tí tá eg nakað
seinni aftur hugdi undir
halan á kettuni, var týðu-
ligt, at talan var ikki um
eina løgu, men um ein
vælútviklaðan frens. Burt-
ur sæð frá tí, at hann er
yvirforkelaður og etur
lítið annað enn merki-
vørur sum Whiskas ella
Pussi, so er hann bæði
vælvandur og fittur -
halda vit. Ein granni
gramdi seg um, at hann
hevði strintað á trappur-
nar. Satt at siga, hevði eg
ikki hóming av, hvat hetta
at strinta var, men síðan
er gingið upp fyri mær, at
hetta er eitt visitkort av
ramum anga, sum frensur-
in letur frá sær, eitt slag
av heilsan til dámurnar ,
”Kilroy is here!”. Onkur
legði mær tey ráðini at
gelda hann, so slapp eg
frá tí trupulleikanum.
Hvat ger man ikki fyri
frið skyld, men lítið
veiggj man vera í einum
geldum frensi.
Og hund fái eg mær
ongantíð. Las í einum
brævakassa fyri kelidjór í
einum donskum vikublað
fyri stuttum um ein 14-ára
gamlan hund, sum aftaná
buldrið ein nýggjársaftan
var farin at pissa undir
seg. Brævakassastjórin
setti so saman ymisk sløg
av heilivági til hundin og
gav hundaeigaranum tey
ráð at venda sær til ein
hundapsykolog, sum
kundi hava hundin í terapi
fyri óljóð og larm.
So langt komi eg
ongantíð. Og gelda vit
frensarnar og lata
løgurnar liva uppá p-
bollar, so sigur logikkurin
mær, at ketturasan hevur
dapra framtíð.
– Ótrúligt at vinna
Dýr djór
TÓNLEIKUR. 18 ára gamla Guðrun Sólja Jacobsen av Tvøroyri er Ársins
songrødd. Í triðju royndini eydnaðist tað henni at vinna finaluna
Petur Rouch, vertur í Rót
og Rútmu í Útvarpi Føroya
– Tað hevði verið gott, um hesin sigurin kundi gjørt, at eg kom meiri fram og slapp at syngja meiri, sigur Guðrun Sólja
Jacobsen av Tvøroyri, sum er Árins songrødd.
Mynd: Áki Bertholdsen