Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-06-16, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 16. juni 2001síða 9

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

gult cyan magenta svart Sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2001 17 17 gult cyan magenta svart 16 Sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2001 C M Y K 16 TALV Rani Nolsøe, formaður í Talvsambandi Føroya Eg hevði ikki roknað við at funnið eitt so brosandi, hjálpsamt og engasjerað menniskja aftan fyri legen- dariska navnið, Garry Kas- parov. Vit sita á Hafnia og fáa okkum ein bita. Telvingin er liðug, móttøkurnar fingnar frá hondini, tíðind- afundurin hildin. Garry er vælhýrdur, og vit leggja ætlanir fyri framtíðina hjá TSF og føroyska telving. Hann er stak inspirer- andi, hesin 38 ára gamli russin, sum longu nú er viðurkendur sum nógv besti telvari nakrantíð. Sum koppaði mæta russ- iska talvsambandinum, samstundis sum hann í ein- um uppslítandi marathon- dysti skeklaði HM-trúnna frá Anatoly Karpov mitt í 80’unum. Hesin russin sum allur talvheimurin konstant fylg- ir við og roynir at kopiera á talvborðinum. Sum allir telvarir droyma um og inniliga tráa eftir at ÁÐRENN OG AFTAN Á GARRY KASPAROV: – Garry fór ikki einans avstað við 29 av 31 møguligum stigum. Eg haldi eisini, hann fór avstað við einum stórum parti av tí iva, sum annars kundi hindrað Talvsambandi Føroya at skapt tað altjóða gjøgnumbrotið, sum vit so inniliga tráa eftir, sigur Rani Nolsøe, sum hugleiðir eftir hava verið vertur fyri heimsins talvkongi, Garry Kasparov Gav vón um gjøgnumbrot Rani Nolsøe fór av álvara at studera telvingina hjá Kasparov í 1988: – Fyri meg sjálvan merkti hetta eitt umskifti í telvingini. Frá at vera heldur varin og positionellur, fekk eg ein nýggjan og álopskendan talvstíl. Eg las Niðri ta tíðina, og skjótt varð eg kendur í talvumhvørvinum sum ein vandamikil álopstelvari, sum als ikki ræddist at offra fólk fyri álopsmøguleikar. Hesin nýggi stílurin førdi meg við tíðini fram millum bestu telvarnar í Føroyum, og tann dag í dag eri eg á top 10 listanum. Ikki minst takkað veri íblásturin frá Garry Kasparov… Mynd: Jens Kristian Vang vinna. Hesin maður sum tykist yvirstrála alt og øll har hann kemur. Sum hevur vunnið og vunnið – alt sum er at vinna. Tað sum svarar til Grand Slam í tennis fleiri ferðir. Sum skapar skúla næst- an fyri hvørt talv hann telvar. Satt at siga væntaði eg at møta einum eitt sindur ‘spiltum’ persóni aftan fyri hesi næstan óhugsandi úrs- lit. Einum persóni við eitt sindur av stórheitsørsku. Kongaindarin Sjálvur fór eg ikki í holt við at studera hansara telv- ing av álvara fyrr enn í 1988. Tað var hansara leg- endariski ‘kongaindari’, sum gjørdist ein óhoyrd mótabyrjan í talvi, eftir at Garry tók hana á skránna. Fyri meg sjálvan merkti hetta eitt umskifti í telv- ingini. Frá at vera heldur varin og positionellur, fekk eg ein nýggjan og álops- kendan talvstíl. Eg las Niðri ta tíðina, og skjótt varð eg kendur í talvum- hvørvinum sum ein vanda- mikil álopstelvari, sum als ikki ræddist at offra fólk fyri álopsmøguleikar. Hesin nýggi stílurin førdi meg við tíðini fram millum bestu telvarnar í Føroyum, og tann dag í dag eri eg á top 10 lista- num. Ikki minst takkað veri í- blásturin frá Garry Kaspa- rov. Kasparov var tá heims- meistari og mitt í øllum rokanum móti Karpov. Karpov var tá næstan eins sterkur sum Kasparov, men hann mátti lata heims- meistaratittulin með alla frá sær. Samstundis var Garry væl á veg at sláa sítt navn fast í søgubøkurnar sum ‘tann sterkasti’. Fleiri ættarlið Tá Garry í 1985 kvalifiser- aði seg til HM dystin, hevði hann longu gjørt av við ættarliðið av eldri telv- arum. Stjørnur sum Korts- noi, Petrosian, Portisch, Larsen, Timman, Spaskij vórðu niðurspældir við tryggari hond, ein fyri ein. Tá hann feldi Karpov – tann síðsta av eldra ættar- liðinum, kom túrurin til hansara egna ættarlið. Hesi árini niðurlegði hann mann fyri mann: Jusupov, Belja- vskij, Lputian, Gurevich og aðrar. Við eini mongd av nýggjum hugskotum, sum eingin fyrr hevur megnað at sýnt og eini óhoyrdari orku við talvborði helt hann fram móti yngra ættarliðinum. Í 1993 niður- legði hann Nigel Short á ein slíkan hátt, at Short ikki kann metast at hava nakran møgueleika móti honum aftur. Í 1995 niðurlegði hann indiska supertalentið, An- and, eins trygt, sum móti Short. Ung undurbørn innan telving sum t.d. Leko, Morozewich, Polgar, Bacrot, Sirov o. s. fr. hava higartil ikki kunna givið meistaranum hóttandi mót- støðu. Tí stendur Garry í løtuni við einum einastandandi meti, sum eingin annar ítróttarmaður er nærhendis av: hann hevur við sukses vunnið á fleiri ættarliðum í síni ítróttargrein gjøgnum tíðirnar! Vit hittust fyrstu ferð Tá nevndin í TSF heitti á meg um at stilla upp í 1999 helt eg, at eisini eg, sum so mangir aðrir, skuldi tæna mína hernað- arskyldu í Talvsambandi- num. Eitt tað fyrsta nýggja – Hann er stak inspirerandi, hesin 38 ára gamli russin, sum longu nú er viðurkendur sum nógv besti telvari nakrantíð, sigur Rani Nolsøe um Garry Kasparov Mynd: Jens Kristian Vang Sámal Christiansen frá Talvsambandi Føroya, sum var ein av teimum, ið telvaðu móti Garry Kasparov, heilsar her upp á talvkongin…