leygardagur 16. juni 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
Sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2001
19
19
gult cyan magenta svart
18
Sosialurin Nr. 113 - 16. juni 2001
C
M
Y
K
18
nevndin setti sær fyri var
at leggja eina ætlan fyri
føroyska telving komandi
árini. Endmálið var at
skapa eitt altjóða gjøgnum-
brot. T.v.s. at onkur full
blóðs føroyingur skal skora
IM tittulin (altjóða meist-
aratittulin). GM tittulin
(stórmeistaratittulin) tordi
vit hóast alt ikki at taka
uppá tunguna.
Í hesum arbeiðinum
skeyt eg upp, at vit skuldu
fáa Kasparov á vitjan í
Føroyum. Um ikki annað
so til tess at prógva, at vit
kunna! At vit megna at
bróta mentala stongsulin,
sum alt ov leingi hevur
hindrað føroyingum í at
trúgva nóg nógv uppá seg
sjálvar. Um tað kundi
eydnast, so kann so mangt
eydnast.
Kasparov skuldi til Ís-
lands, vistu vit. So nevndin
í TSF sendi meg ein fríggj-
adag í apríl mánaði í fjør á
Íslandsferð at fáa fatur á
legenduni. Mánadagin eftir
hevði eg heilsað uppá
heimsmeistaran og tosað
væl og leingi við umboðs-
mannin hjá honum, tann
fyrrverandi yrkis tennis-
leikarin, Owen Williams.
Hóast Føroyar eru at
rokna sum ein mikrostátur
og tí av avmarkaðum týdn-
ingi fyri ein heimsmeist-
ara, sum allur heimurin
konstant bjóðar innar, valdi
Kasparov at koma allan
vegin úr Moskva og 14
mánaðir seinni lendi
meistarin í Føroyum.
Brádliga var tað ‘næstan
óhugsandi’ veruleiki. Og
mitt í støðuni tyktist alt so
leikandi lætt og líkatil. Tað
bar til!
Fullveldið skal hava
ein stórmeistara!
Vit eru lidnir at eta og eru
komnir fram til, at um Før-
oyar skulu hava fullveldi,
skulu tær eisini hava fyrsta
stórmeistaran í talvi. Tað er
rætti málsetningurin. Vilja
vit fullveldi, skulu vit
eisini markera okkum á
líknandi hátt á talvøkinum.
Vit tosa um, at innan
fimm ár eru liðin skal
okkara altjóða gjøgnum-
brot materialiserast í ein-
um reint føroyskum stór-
meistara tittuli. Vegurin
frameftir er at fáa fram teir
unglingar, sum møguliga
hava hetta í sær. Tá vit eru
komin hartil, lovar Garry
at hjálpa okkum. Hann
kann vísa á góðar venjarar
og heita á teir um at átaka
sær venjarauppgávur í
Føroyum.
Og á hendan hátt skulu
teir evnaríkastu unglingar-
nir venjast og luttaka í al-
tjóða kappingum úti og
heima. The hard way is the
only way.
Tað gav mær nakað at
hugsa um, at Garry so-
leiðis bjóðar seg fram at
stuðla okkum oyggjabúgv-
um.
Meiri kvalifiseraðan
stuðul kunnu vit so ikki
finna aðrastaðni. Professi-
onalisma merkir hendan
mannin allan vegin í
gjøgnum. Tað fer sanniliga
at seta stór krøv til okkum
sjálvi í TSF at fara í sam-
starv við heimsins besta
telvara nakraníð.
Faroe Islands?
– Tað er fyrstu ferð, familj-
an hjá mær ikki visti, hvar
eg skuldi, sigur hann brád-
liga og flennir.
– Tá vit leitaðu eftir Før-
oyum á kortinum, kundu
vit rætt og slætt ikki finna
tað nakrastaðni…
Garry býr sentralt í
Moskva millum 10 mió.
aðrar moskvovittar. Landið
uttan um Moskva er eisini
heimsins størsta land við
umleið 16 mió. ferkilo-
metrum.
Tá pallurin hjá hesi
heimstjørnu samstundis
eru metropolarnir um allan
heim, var tað møguliga
hann, sum fekk størsta
mentannarskelkin, tá hann
lendi í einum landi, sum
hann enn ikki fann á
nøkrum landakorti, og har
samlaða íbúgvatalið liggur
nøkulunda á leið við gøtu-
na í Moskva, har stóru
húsini hjá honum liggja.
Kongurin
koppaður og tó..
Tá vit seinnu spáka ein túr
í Havnargøtum fellur prát-
ið inn á einasta persónin,
sum Garry hevur veruliga
respekt fyri: Vladimir
Kramnik.
Kramnik gjørdi tað, sum
eingin hevur megnað í 15
ár. Hann niðurtelvaði
Garry í oktober í fjør og
tók HM tittulin frá honum.
Kramnik er vítt og breitt
viðurkendur sum heims-
meistari, ikki minst av
Garry sjálvum.
Júst her vísir hann eina
nýggja síðu við sær
sjálvum. Tá tað ræður um
telving á so høgum støði
og at halda teg á toppinum
í so nógv ár er ikki pláss
til órealistiskar sjálvsmet-
ingar. Tú mást vita presist,
hvat tú dugir til og hava
nóg nógv sjálvsálit at
kunna geva tað besta
hvørja ferð. Logiski sans-
urin má vera árvakin alla
tíðina.
Hetta er tað, sum summi
miskilja sum ‘stórheitsvan-
vid’, hóast tað tvørturímóti
er ein avgerandi fortreyt.
Og tá Garry førir fram,
at ein nýggjur dystir mill-
um seg og Kramnik er al-
neyðugir, um heimsmeist-
araheitið ikki skal missa
tign, so hevur hann púra
rætt. Heimsmeistarin er al-
tíð tann besti telvarin. Og
besti telvarin má altíð
bjóða tí besta avbjóðara-
num av. Bert soleiðis kann
man finna og útnevna
rætta heimsmeistaran.
Í løtuni eitur hann Kram-
nik. Men um hann ikki
telvar móti Garry
Kasparov áðrenn 2002 fer
at halla, fer heimsmeistara-
heitið at missa sín týdning.
Tey flestu hugsa tað. Tey
flestu ynskja tað. Tí tey
allarflestu bíða eftir tí eina
manninum, sum kann sam-
eina telvingina undir ein
heimsmeistaratittul aftur.
Tá eg eftir nakrar sera
stravnar dagar beyð Garry
Kasparov góða heimferð á
flogvøllinum, var eg mest
av øllum glaðastur fyri at
vera komin at kenna mann-
in aftan fyri legenduna.
Garry fór ikki einans av-
stað við 29 av 31 møgu-
ligum stigum. Eg haldi eis-
ini, hann fór avstað við
einum stórum parti av tí
iva, sum annars kundi
hindrað Talvsambandi Før-
oya at skapt tað altjóða
gjøgnumbrotið, sum vit so
inniliga tráa eftir.
Eg sat tí við eini undar-
ligari kenslu av ‘tíðini áðr-
enn og aftan á Garry Kasp-
arov’, meðan eg hugs-
unarsamur koyrdi aftur til
Garry Kasparov á
tíðindafundi í
Sparikassanum týsdagin
Myndir: Jens Kristian Vang
Rani Nolsøe eftir at hava koyrt Kasparov á flogvøllin: – Eg sat tí við eini undarligari kenslu av
‘tíðini áðrenn og aftan á Garry Kasparov’, meðan eg hugsunarsamur koyrdi aftur til Oyragjáar
Starvið:
Eitt áhugavert og fjølbroytt starv sum stjóri í Sjón-
varpi Føroya er leyst at søkja.
Sjónvarp Føroya er sjálvstøðugur stovnur undir
Mentamálastýrinum.
Høvuðsuppgávurnar hjá Sjónvarpi Føroya eru m.a.:
•
Mótvegis borgarunum at útvarpa sjónvarps-
sendingar, ið fevna um tíðindi, upplýsing, mentan
og undirhald
•
Í programmvirkseminum at leggja dent á upp-
lýsingar- og talufrælsi og sakliga og óhefta upp-
lýsing
•
At veita eitt fjøltáttað tilboð, sum varðveitir og
fjálgar um mál, mentan, átrúnað og siðalæru før-
oyinga
Stjórin hevur ábyrgdina av dagligu leiðsluni av
stovninum. Stjórin setir starvsfólk og loysir fólk úr
starvi,og stjórin hevur fyristinginarligu og fíggjarligu
ábyrgdina
av
stovninum
mótvegis
landsstýrismanninum.
Sjónvarp Føroya og alt fjølmiðlaøkið stendur yvir fyri
stórum broytingum og avbjóðingum, og tí er
umráðandi, at stjórin megnar at fáa stovnin at ríða á
aldukambinum.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjararnir hava
•
Útbúgving frá lærdum háskúla ella aðra við-
komandi útbúgving
•
Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata arbeiðs-
marknaðinum
•
Evni at sameina tað mennandi og tað fíggjarliga
•
Kunnleika til føroyska mentan og føroyskt ment-
anarlív
•
Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt menn-
andi leiðslustíl
•
Førleika til at menna samstarvið við aðrar stovnar
o.o.
•
Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir
•
Áhuga fyri avbjóðingum
•
Evni at menna SvF til ein týðandi mentanarstovn
Vit bjóða:
Sjónvarp Føroya mennist alsamt, og verður tú sjálv/
sjálvur í stóran mun at skapa starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti og samstarvi inn- og úteftir,
umframt uttanlandssamstarvi.
Arbeiðið er á høgum fakligum stigi,og møguleikarnir
fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggar-
málastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Starvið verður lønt ájavnt 37. lønarflokki hjá
Tænastumannafelagi Landsins, tó uttan at vera eitt
tænstumannastarv. Harumframt verður veitt eitt
eftirlønargjald uppá 15%.Talan kann møguliga verða
um, at starvið verður áramálssett, t.d.í 5 ár, við einum
lønarískoyti sum partarnir samráðast um. Tann setti
skal kunna góðtaka broytingar í starvinum orsakað
av møguligum komandi bygnaðarbroytingum.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
tlf. 35 50 50, faks 35 50 55, t-postur: mms@mms.fo
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 18.
juni 2001. Starvið verður sett frá 1. august 2001 ella
eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra, ella Jóannes Dalsgaard,
deildarstjóra í Mentamálastýrinum, á tlf. 35 50 50.
Stjóri til
Sjónvarp Føroya
Mentamálastýrið
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál,mentamál og gransking.Harafturat eru uppgávur
viðvíkjandi kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Sjónvarp Føroya er,sum nú er,býtt uppí 5 deildir.Í Sjónvarpi Føroya starvast 50 fólk.Rakstrarætlan Sjónvarpsins er uml.23,5
mió.kr.fýri fíggjarárið 2001.
Feria
Vegna feriu hava vit stongt frá 22. juni
til 9. juli.
Salong Sølva
900 Vágur
Tlf. 374415
Starvslesandi í
Brússel
(Stagiaire)
Søkt verður eftir lesandi til Sendistovu Føroya í
Evropasamveldinum.Starvstíðin er sett til at verða
frá 1. september 2001 til 1. februar 2002 ella fyri
lestrarhálvárið.
Uppgávur
Tann, ið settur verður, verður partur av dagligu
arbeiðsgongdini á sendistovuni í samskiftinum
við Evropasamveldið við serligum atliti at sam-
skifti viðvíkjandi handli og fiskivinnu.
Førleikakrøv
Tann, ið settur verður, eigur at vera lesandi føroy-
ingur við hægri háskúla, sum í minsta lagi hevur
útbúgving á bachelor stigi.
Umsøkjarar eiga at hava góð samstarvsevni, vera
áhitnir, miðvísir, kunna arbeiða sjálvstøðugt og
vera til reiðar at royna nýggjar avbjóðingar. Um-
søkjarar eiga harumframt at vera stinnir í før-
oyskum og enskum máli.
Starvsstaðið
Starvsstaðið er Sendistova Føroya í Evropasam-
veldinum,Brússel,sum er ein samrunnin partur av
Løgmansskrivstovuni - uttanlandsdeildini.
Setanartreytir
Starvið verður skipað eftir teim reglum, ið eru
galdandi fyri starvslesandi á staðnum. Starvið er
ólønt.Tó verður veittur ókeypis bústaður.
Nærri upplýsingar eru at fáa við at venda sær til
Herluf Sigvaldsson, deildarstjóra, tlf. +298 35 10
10.
Umsóknir
Umsóknir við prógvum, c.v. og møguligum við-
mælum verða at senda
Løgmansskrivstovuni
Tinganes - Postsmoga 64
FO-110 Tórshavn
Føroyar
Telefax +298 35 10 15
E-mail: lms@fl.fo
og skulu verða á Løgmansskrivstovuni í seinasta
lagi mánadagin 2. juli 2001.
Løgmansskrivstovan er fyrisiting hjá løgmanni og varaløg-
manni. Løgmansskrivstovan er skipað í tríggjar deildir og tvær
eindir. Uttanlandsdeildin hevur ábyrgdina av uttanlandsmál-
um, heruppií ES málum, millumtjóða samráðingum, norður-
landamálum,samráðingum við donsku stjórnina og protokol.
LØGMANSSKRIVSTOVAN
Rætti bilurin til mong endamál.
Pláss fyri 7 fólkum og hópin av viðføri.
2.9 Dohc Turbo-Diesel16 V, 126 HK, 5 hurðar
CARNIVAL
Sosialurin - 311820
Tel. 310 600
Nýggjar
TANNPROTESUR
Broytingar og umvælingar av gomlum protesum
Kliniskur tannteknikari
BERGUR
Á REYNATRØÐ
Børkuvegur, 620 Runavík
Tlf. 448480
Opið er mánadag-fríggjadag frá kl. 9-16