leygardagur 16. juni 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
gult cyan magenta svart
21
gult cyan magenta svart
C
M
Y
K
20
8
Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001
Føroyingar, grønlend-
ingar og íslendingar
eru farnir undir eitt
samstarv, sum hevur
til endamáls at tal-
gilda (digitalisera) øll
bløð og tíðarrit, sum
komu út í hesum
trimum lond um fram
til uml. 1910/1920.
Verkætlanin hevur
heitið VESTNORD og
verður stuðlað av
NORDINFO, ið er
stovnur undir Norð-
urlandaráðnum.
TALGILDING
Arnbjørn Ó. Dalsgarð
Bókavørður
Seinastu árini hava bóka-
søvn kring allan heim sýnt
ein alsamt vaksandi áhuga
fyri talgilding av savnstil-
fari, tað veri seg prentlutu-
m, fotomyndum, handrit-
um o. m. ø. Orsøkirnar eru
fleiri. Í mongum førum
verður talgilt fyri at varð-
veita tilfar, ið er serliga
viðbrekið og í vanda fyri at
farast. Ein onnur orsøk –
kanska tann týdningar-
mesta – er at talgilda fyri
at bøta um atgongd ina til
nógv umbiðið tilfar. Ein
útgáva í talgildum formi
ger, at brúkarin kann lesa
ella síggja tilfarið, óheftur
av staðnum, har bókasavn-
ið er, meðan bókasavnið
hinvegin fær vart uppruna-
tilfarið uppaftur betur móti
sliti av ov nógvum brúki.
Fleiri royndir eru gjørdar
seinastu árini at talgilda
savnstilfar, og nógv digital
søvn eru longu nú at finna
á Internetinum. Eitt nú
kann ein og hvør leita sær
inn á heimasíðuna hjá
SEPIA (Safeguarding Eur-
opean Photographic Ima-
ges for Access)11SEPIA
(Safeguarding European
Photographic Images for
Access)
http://www.knaw.nl/ecpa/se
pia/index.html, ið er ein
verkætlan, sum hevur til
endamáls at talgilda stór
myndasøvn á evropisku
bókasøvnunum. Haðani
ber til at leita sær víðari út
á tey ymsu bókasøvnini
fyri at síggja arbeiðið, sum
tey hvør í sínum lagi hava
gjørt.
Eisini finnast fleiri tal-
gild bløð og tíðarrit á Int-
ernetinum. Oftast er talan
um eldri tilfar, sum hevur
stórt søguligt virði, men
einstøk nýggjari tíðarrit
eru eisini at finna. Tvey
dømi um talgildað gomul
tíðarrit eru Internet Library
of Early Journals22 Inter-
net Library of Early Joun-
als
http://www.bodley.ox.ac.uk
/ilej/, ið er eitt samstarv
millum lærdu háskúlarnar í
Birmingham, Leeds, Man-
chester og Oxford og Spe-
cial Editions of Canadian
Newspapers33 Special
Editions of Canadian
Newspapers
http://www.nlc-
bnc.ca/newspapers/, ið er
savn av talgildum serprent-
um av eldri kanadiskum
tíðarritum, sum kana diska
tjóðbókasavnið hevur stað-
ið fyri. Eisini skal eg her
nevna evropisku verkætl-
anina DIEPER (Digitised
European Periodicals)44
DIEPER (Digitised Euro-
pean Periodicals)
http://www.sub.uni-
goettingen.de/gdz/dieper,
ið hevur sum endamál at
finna eitt felags støði fyri
talgilding av tíðarritum og
skráseting av hesum tilfari.
Føroyskar royndir
Í flestu londum hava bóka-
søvn og brúkarar higartil
klárað seg við mikrofilm-
aðum útgávum av tíðinda-
bløðum ella ljósritaðum út-
gávum av tíðarritum, sum
síðani eru innbundin. Fel-
ags fyri serstakliga tíðinda-
bløðini er, at brúkarin
noyðist at leita sær inn á
bókasavnið fyri at fáa at
gongd til bløðini, og í Før-
oyum er tað bara eitt bóka-
savn, ið hevur øll tey før-
oysku bløðini og tíðarritini,
og tað er Føroya landsbók-
asavn. Sostatt noyðast eitt
nú avbygdafólk úr Suðuroy
ella Fugloy at leita sær til
Havnar, skulu tey kaga í
gomul føroysk tíðindabløð,
og skal hetta gerast í upp-
latingartíðini hjá Føroya
landsbókasavni, t.v.s. ikki
um kvøldarnar eftir kl. 20
Eitt risalop inn í framtíðina
Arnbjørn Ó. Dalsgarð,
bókavørður á Landsbóka-
savninum, er føroyska um-
boðið í norðurlendsku
verkætlanini
Norðurlendska verkætlanin
hevur til endamáls at
talgilda – ella digitalisera –
gomul bløð og tíðarrit. Tað
fer tá at bera til at lesa tey á
internetinum, eins og vit í
dag lesa Sosialin og
Dimmalætting. Tá ætlanin
er liðug – og um farið verður
víðari við ætlanini í
Føroyum – so fer kanska um
nøkur ár at bera til at lesa
hvørt einasta eitt føroyskt
tíðarrit, sum út er komið, á
internetinum…
Myndir: Jens Kristian Vang
Sosialurin Nr. 108- 9. juni 2001
9
og ikki í viku skiftinum.
Seinastu árini hevur
nýggja tøknin otað seg al-
samt nærri og nærri, eisini
her á okkara leiðum, og
møguleikarnir fyri at tal-
gilda savnstilfar eru mun-
andi bøttir so hvørt tøknin
er blivin meira framkomin
og bíligari.
Kortini hevur Føroya
landsbókasavn valt at bíða
við at seta nakað størri
arbeiði í verk, tí enn krev-
ur tað rættiliga fitt av
pengum og starvsfólki at
gera nakað muna dygt á
hesum øki. Treyðugt so.
Vit hava gjørt royndir í
smáum, og eitt av hesum
tiltøkum er talgilding av
bíbliuhandritinum hjá Vic-
tori Danielsen, sum varð
latið Føroya landsbóka-
savni í varðveitslu í fjør.
Handritið er uml. 3.000
maskin skrivaðar síður í
foliostødd.
Ein onnur nógv størri
føroysk verkætlan er
talgildingin av Løgtingstíð-
indum 1880-199955 Før-
oya løgting
http://www.logting.fo, sum
løgtingsumsitingin hevur
staðið fyri í samstarvi við
landsbókavørðin. Sjálv
talgildingin er gjørd í Nor-
egi, meðan P/F VIT hevur
gjørt talgildaðu útgávuna
teldutøka á heimasíðuni
hjá Føroya løgtingi. Talan
er her um eina stóra verk-
ætlan, sum fevnir um
65.000 síður.
Íslendskar royndir
Á sumri 1999 heitti ís-
lendska tjóðbóksavnið á
okkum um at vera við í
einari verkætlan, VEST-
NORD-verkætlanini, um
talgilding av bløðum og
tíðarritum. Talan skuldi
vera um øll íslendsk, før-
oysk og grønlendsk bløð
og tíðarrit frá tíðarskeið-
num 1783 til 1910/1920,
svar andi til samanlagt
uml. 190.000 síður, ið
skuldu talgildast. Sostatt
var fyrst og fremst talan
um søguligt tilfar. Á heysti
2000 var undirritaði sum
umboð fyri Føroya lands-
bókasavn so í Íslandi, og
varð har gjøllað kunnaður
um upprunan til verkætlan-
ina, tøkniligu síðurnar
viðv. talgilding og skráset-
ing, og um tilknýtið hjá
VESTNORD til aðrar líkn-
andi verkætlanir.
Undan hesari verkætlan-
ini hava íslendingar verið
ígjøgnum tvær aðrar stórar
verkætlanir, ið báðar hava
havt við talgilding av søg-
uligum tilfari at gera.
Fyrra verkætlanin nevndist
Icelan dic Maps on the
Internet66 Icelandic Maps
on the Internet
http://kort.bok.hi.is/, og var
hon ein beinleiðis avleið-
ing av stuðli, sum nýggja
Tjóðbókasavnið í Reykja-
vík fekk frá NORDINFO,
tá tað læt upp í 1994. Sum
heitið sigur, so var enda-
málið við verkætlanini at
talgilda 220 gomul íslands-
kort, frá tíðarskeiðnum
1540 til 1900, og geva
fólki atgongd til hesi kort
gjøgnum Internetið. Av-
mynding, skráseting og
bólk ing varð gjørd á
Tjóðbókasavninum í
Reykjavík, meðan sjálv tal-
gildingin av myndunum
varð gjørd á NDLC (the
Nordic Digital Library
Center), ið er deild hjá
norska tjóðbókasavninum.
Hetta er sama deild, sum
talgildaði Løgtingstíðindi
fyri føroyingar. Byrjað
varð í mars 1996, og longu
í 1997 var komið á mál.
Onnur verkætlan íslend-
inga var munandi størri, og
í tí sambandi gjørdi ís-
lendska Tjóðbóka savnið
av at keypa sítt egna digi-
tala myndatól, so at øll tal-
gildingin kundi fara fram
har á staðnum. Verkætlanin
fekk heitið Saganet77
Saganet
http://modsognir.bok.hi.is/.
Endamálið var at talgilda
nærum 525.000 síður av
søgu-handritum, umframt
annað tilfar viðvíkjandi
gomlu íslendingasøgunum.
Her er talan um íslendskar
bókmentir frá 12. til 14.
øld, her ímillum íslending-
asøgurnar, germanska og
norðurlendska trúarlæru,
søga norsku konganna
(m.a. eisini søgan um
Sverra kong) og annað
søguligt úr evropisku mið-
øldini. Alt hetta rúgvus-
mikla tilfar er at finna á
Tjóðbókasavninum í
Reykjavík, á Árna Magn-
usson stovninum eisini í
Reykjavík, og á Fiske
Icelandic Collection á
Cornell University í USA,
har ein partur av talgild-
ingini eisini er farin fram.
Saganet verkætlan in
byrjaði í juli 1997 og
verður væntandi liðug á
sumri 2001.
Størsta verkætlanin
higartil
Í stuttum kunnu vit siga, at
VESTNORD verkætlanin
kemur sum eitt framhald
av Saganet verkætlanini,
við tað at tær royndir, sum
íslendingar hava ognað
sær, nú koma okkum til
góða. VESTNORD er tann
higartil nógv størsta verk-
ætlanin, og er hon hartil
tann tøkniliga mest krevj-
andi. Eftir ætlan verður
arbeitt í fýra stigum:
Skrásetingeftir upprunat-
ilfarinum til dátugrunn
Myndatøkaav uppruna-
tilfarinum til eitt digitalt
myndasavn Útskrivingtil
leitiskrá OCR-lesingog
menning av leititøkni
1) Áðrenn bløðini verða
avmyndað, skal hvørt ein-
tak skrásetast. Hetta ar-
beiði fer fram á bókasøvn-
unum í ávikavist Grøn-
landi, Íslandi og Føroyum.
Forritið til skrásetingar-
partin er um at vera liðugt,
og eftir ætlan verður farið
undir at skráseta seinni í
ár. 2) So skjótt hetta er
gjørt byrjar sjálv mynda-
tøkan, og verður hetta ar-
beiðið gjørt av fakfólki á
Tjóðbókasavninum í
Íslandi. Eftir ætlan skulu 1.
og 2. stig verða liðug á
sumri 2002, soleiðis at tað
fer at bera til hjá almenn-
inginum at fáa atgongd til
bløðini á Internetinum á
heysti 2002 ella um ár-
skiftið 2002/03.
Síðani verður arbeitt
víðari við 3. og 4. stigi, og
fer hesin parturin av ar-
beiðnum helst at ganga
fyri seg í hvørjum landi
sær, orsakað av málsligu
frábrigdunum millum
føroyskt, íslendskt og
grønlendskt.
VESTNORD
og TIDEN
Samstundis sum arbeitt
verður við VESTNORD,
samstarva hini norðurlond-
ini í líknandi verk ætlan
nevnd TIDEN. Ætlanin er,
at hesar báðar verkætlanir
einaferð skulu kunna
samskipast við einari fel-
ags leitisíðu á Interneti-
num, og tí verður sum frá
líður eitt ávíst samstarv
millum hesar verkætlanir-
nar. Hóast endamálini við
hesum báðum verkætlanu-
num eru at kalla tey somu,
so er rættiliga stórur mun-
ur á hvussu arbeitt verður.
Í TIDEN verkætlanini
hava tey frá byrjan valt at
avmynda øll bløðini frá
mikrofilmi, heldur enn at
avmynda upprunatilfarið.
Hetta ger m.a., at mynda-
góðskan ikki kann gerast
betri enn svørt/hvítu
myndirnar á mikrofilmu-
num. Í VESTNORD hevur
man valt at talgilda bein-
leiðis frá upprunatilfari-
num, heldur enn umvegis
mikrofilm. Hetta ger at
myndagóðskan verður op
timal, og at litirnir frá eitt
nú myndum í tíðarritum
koma við. Hartil var tað
tíðliga greitt, at skuldi
VESTNORD eisini tal-
gilda frá mikrofilmum, so
fór at verða neyðugt at
filma megin partin av
bløðunum umaftur, tí flestu
mikrofilmarnir, serliga hjá
íslendska Tjóðbóka-
savninum, vóru í ov vána-
ligum standi. Hetta hevði
økt munandi um útreiðsl-
urnar fyri verkætlanina,
uttan at ein kann vísa á
nakrar stórvegis fyrimunir.
Umframt tøkniligu
grundgevingarnar fyri ikki
at gera sum TIDEN, so er
sjálv tíðarásetingin fyri
TIDEN (frá 1640 til 1860)
ikki nøktandi fyri londini í
útnorði; t.d. er bara eitt
føroyskt blað, ið lýkur
krøvini fyri hetta tíðar-
skeið, nevniliga Færinge-
tidende, ið kom út nakrar
mánaðir í 1852. Næsta
blað føroyinga, Dimma-
lætting, kom ikki fyrr enn
1877. Frá 1852 til 1910
ríkaðist føroyski blað-
heimurin við 16 bløðum og
einum samlaðum síðutali
upp á uml. 20.000. Annars
fæst meir at vita um verk-
ætlanirnar báðar í verkætl-
anarskránni hjá
NORDINFO, ið liggur á
teirra heimasíðu88 NORD-
INFO-verkætlanarskrá
http://otatrip.hut.fi/nordinf
o/proj/.
Framtíðin
Við VESTNORD verkætl-
anini og talgildingini av
Løgtingstíðindum hava
Føroyar tikið tvey stór stig
framá. Næsta stigið verður
at talgilda tað, ið eftir
verður av føroyskum bløð-
um og tíðarritum, og tað er
heldur ikki smávegis.
Leysliga mett kunnu vit
siga, at um vit taka Løg
tingstíðindi frá, so verður
kanska talan um einar 150-
200.000 síður, ið skulu tal-
gildast, skrásetast og OCR-
lesast, og tað verður ikki
gjørt eftir einum degi.
Vit hava tó fingið tilsøgn
úr Íslandi um at onki er í
vegin fyri, at eisini nýggj-
ari tíðarrit kunnu verða
løgd undir teirra myndatól,
og við tí tilfeingi og teirri
vitan, sum tey hava á øki-
num, er tað ikki ómøgu-
ligt, at vit øll innan 2-3 fá
ár hava atgongd til saml-
aðu útgávuna av m.ø.
Varðanum og Fróðskapar-
ritum á Internetinum. Og
hvør veit, kanska eisini
Dimmalætting, So siali-
num o.ø. Við loyvi frá út-
gevarunum ber næstan alt
til.
Heimildir:
DigitisingJournals : Conference
on future strategies for
European libraries. 13.-14.
March 2000 Copenhagen.
Proceedings. – Copenhagen :
Danish National Library
Authority, 2000. ISBN 87-
87012-65-0 In the picture :
Preservation and digitisation of
European photographic
collections / Edwin Klijn, Yola
de Lusenet. – Amsterdam :
European Commission on
Preservation and Acess, 2000.
ISBN 90-6984-294-7 The
Icelandic Experiment:
Digitizing Newspapers and
Magazines from the 18th and
19th Centuries / Örn
Hrafnkelsson. Gutenberg 2000
Conference 3-8 July 2000,
Mainz, Germany. Lecture on
the subject: Digitization
Projects.
Seinastu árini hevur nýggja tøknin otað seg alsamt nærri
og nærri, eisini her á okkara leiðum, og møguleikarnir fyri
at talgilda savnstilfar eru munandi bøttir so hvørt tøknin
er blivin meira framkomin og bíligari, sigur Arnbjørn Ó.
Dalsgarð, bókavørður á Landsbókasavninum