leygardagur 16. juni 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 113 - 16. juni 2001
Nr. 113 - 16. juni 2001
23
gult22 cyan22 magenta22 svart22
gult23 cyan23 magenta23 svart23
Radiografur/-
røntgensjúkrasystir
Á Røntgendeildini er eitt fulltíðarstarv sum radio-
grafur ella røntgensjúkrasystir leyst at søkja til set-
an tann 1. september 2001.
Starvið er við tilkallivakt frá heimi kvøld/nátt og
vikuskifti.
Á Røntgendeildini verða vanligar konventionellar
kanningar gjørdar
• mammografi
• ct-skanningar
• ultraljóðkanningar
• mr-skanningar
Krøv til umsøkjaran:
• prógv og góðkenning sum radiografur/-
røntgensjúkrasystir
• góð samstarvsevni
• royndir við MR-skannara er ein fyrimunur
Vit kunnu bjóða:
• eitt dynamiskt, fjølbroytt og vinarligt arbeiðs-
umhvørvi
• fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar
• positivt tvørfakligt samarbeiði
Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til
Ragnu Skylv Reinert, deildarsjúkrasystir, telefon
313540, lokal 149.
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Sjúkrasystrafelag Føroya/Radiografar í Føroyum
og Fíggjarmálastýrið.
Umsóknarfreistin er:
3. august 2001, kl. 14.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við-
mælum e.l. skulu sendast til:
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Vaskifólk
Vaskarí & Reingering søkir eftir royndum dugna-
ligum fólki til reingerðaruppgávur í Tórshavn.
Vit hava brúk fyri tveimum fólkum til fastar vaktir
(gjarna vinkonur) og trimum avloysarum til
summarið 2001.
Væntast má at: Fólkið, ið brúkast skal, má vera
álítandi og duga at arbeiða sjálvstøðugt og vera
eldri enn 21 ár.
Er hetta nakað fyri teg, ring beinanvegin til
Jóannes á tlf. 211312 ella Mary á 313224.
T l 21 13 12
31 63 00
Umlættingarfamilja
Fosturfamilja
Barnaverndin hjá Klaksvíkar Kommunu søkir við hes-
um eftir familjum úr øllum Føroyum, ið hava hug og
umstøður at gerast umlættingarfamilja ella fosturfam-
ilja.
Umlættingarfamilja:
Er familja,ið átekur sær at hava barn/børn við ávísum
tørvi búgvandi í t.d. vikuskiftum ella ávíst dagatal í
senn, alt eftir hvat avtala verður. Uppgávan er at vera
um barnið og geva tí tryggar umstøður.Talan kann eis-
ini verða um uppgávur, har umlættingarfamiljan
trakkar til, vegna ófullfíggja trygdarnet hjá biologisku
familjuni.
Fosturfamilja:
Er familja,ið átekur sær at hava barn/børn við ávísum
tørvi fastbúgvandi í styttri ella longri tíðarskeið,tí um-
støðurnar hjá biologisku familjuni av ymiskum orsøk-
um kunnu hava ávirkan á vælferðina hjá barninum.
Tit fáa:
– spennandi og mennandi arbeiði,sum tíðum kann
verða kravmikið
– tætt samstarv við fakfólk á sosialu deild
– supervisión
– samsýning
Vit vænta:
– at familjan er vælvirkandi
– at tit hava stundir til børn
– at tit hava gevandi samband við børn
– at tit eru samstarvshugað mótvegis biologisku
familjuni,barnaverndini og øðrum
samstarvspørtum
– at tit eru sinnaði at vera við í bólki av fosturfamiljum,
sum hittast av og á
Áhugaðar familjur kunnu fáa nærri upplýsingar við at
venda sær til Sigrun Vágstún á tlf.456388.
Umsóknir skulu sendast til:
Barnaverndarnevndin
Klaksvíkar Kommuna
Postboks 2
700 Klaksvík
Gluggaframsýning
við Amariel Norðoy
Glarsmiðjan heldur eina lítla framsýning við
umleið 25 innrammaðum myndum av Amariel
Norðoy.
Bíløtini kunnu síggjast í framsýningarglugganum
hjá Glarsmiðjuni.
Framsýningin varar frá mánadegnum tann 18. 06.
til leygardagin tann 23. 06.
Opið er mánadag til fríggjadag kl. 10-17.30 og
leygardag kl. 10-12.30.
Alt innan innramman.
Glarsmiðjan
Bøgøta 16 · 100 Tórshavn
Tlf. og Fax 310623
Uppsetan og skipan
av barrum
Brúdleyp
Rundar føðingardagar
Starvsfólkaveitslur
Ársveitslur
Reseptiónir
og tílíkt
Til:
Hans á Lag Sp/f
Tlf. 21 93 83
hanslag@post.olivant.fo
Sosialurin 311820
Pedagogar
til føroysk-teknmálstovuna
á Dagstovninum á Argjum
Søkt verður eftir tveimum stuðulspedagogum til
føroysk-teknmálstovuna á Dagstovninum á Argj-
um. Størvini eru á 30 og 35 tímar um vikuna.
Størvini verða sett 1. august 2001 ella eftir nærri
avtalu.
Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvognarstovnur.Á
stovninum ganga 72 børn og samanlagt eru vit 18
starvsfólk. Á stovninum eru 2 vøggustovur og 4
barnagarðsstovur,har tann eina barnagarðsstovan
er serstova, har vit samskipa deyv og tunghoyrd
og hoyrandi børn. Á hvørjari stovu ganga 12 børn.
Tey,ið hava kunnleika til teknmál ogvitan um deyv
og tunghoyrd hava fyrimun.
Vit ynskja, at tú saman við okkum skapar eitt um-
hvørvi fyri børnunum, har tey kunnu trívast og
mennast.Somuleiðis,at tú er nýhugsandi og hevur
ábyrgdarkenslu. Harumframt ynskja vit, at tú ert
virkin á stovninum við atliti at víðarmenning av
hesum.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmál-
anum millum Føroya Pedagogfelag og Føroya
Landsstýri.
Ynskir tú at vita meira um starvið, kann tú seta teg
í samband við Gudrun W. Rasmussen, leiðara á tlf.
319019.
Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum í
seinasta lagi 7. juli 2001.
Dagstovnurin á Argjum
Traðagøta 55 · 160 Argir
Tlf. 319019, 319004 · Fax 319015
e-mail: dstargir@post.olivant.fo
MBF søkir
dagligan leiðara
Meginfelag teirra brekaðu í Føroyum (MBF) søkir
dagligan leiðara at seta í starv 1. august 01.
Vit bjóða:
• fulltíðar starv, fyribils í eitt ár
• eitt áhugavert og fjølbroytt arbeiði
• gott og hugnaligt arbeiðsumhvørvi
• løn eftir nærri avtalu
Vit vænta at tú:
• hevur hollan kunnleika til umsitingarligt arbeiði
• hevur góð samstarvsevnir
• dugir at arbeiða sjálvstøðugt
• dugir væl at samskifta á føroyskum,donskum og
enskum
• hevur kunnleika til og áhuga fyri arbeiðinum
innan brekaðøkið
• er fryntlig/ur og hjálpsom/samur og vil hjálpa
og vegleiða limafeløgini o.o.
• hevur góðan telduførleika
Umsóknin skal sendast til: MBF, Íslandsvegur 10c,
100 Tórshavn, áðrenn 10. juli.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til
MBF-skrivstovuna, tlf. 317373 ella á e-mail:
mbf@post.olivant.fo
Skrivari
Á fyrisitingini hjá sjúkrahúsleiðsluni er fulltíðar-
starv sum skrivari leyst at søkja til setan 1. august
2001 ella eftir avtalu.
Arbeiðsuppgávur:
• skrivarauppgávur fyri sjúkrahúsleiðsluna
• arbeiðsuppgávur fyri starvsfólkadeildina
• journalisering/arkivering
• tænastuuppgávur
• innkalling til fundir
• fyrireika fundir fyri leiðsluna
• føra fundarkalendarar
• skriva fundarfrágreiðingar
• reinskriva projektfrágreiðingar
Førleikakrøv:
• útbúgving sum skrivari, skrivstovuútbúgving
ella líknandi
• royndir sum skrivari innan fyrisiting
• hollur førleiki í føroyskum og donskum
• verða før/ur fyri at ætlanargera og raðfesta sítt
arbeiði
• tænastusinnað/ur
• evni at arbeiða sjálvstøðugt
• góð samstarvsevni
• góður røkjuskapur
• góður førleiki í tekstviðgerð og rokniarki
(Word/Excell)
• hava vilja til fakliga menning
Setanartreytir:
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum
Starvsmannafelagið og Fíggjarmálastýrið.
Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Óla
Arge, starvsfólkaleiðara, telefon 31 35 40, lokal 267
ella á e-post olia@ahs.fo
Umsóknarfreistin er: 29. juni 2001, kl. 14.00.
Skrivligar umsóknir við avriti av prógvum og við-
mælum e.l. skulu sendast til:
Almanna- og heilsumálastýrið
Starvsfólkadeildin
Eirargarður 2
100 Tórshavn
Landssjúkrahúsið
Fo 100 Tórshavn
Bilur við stórum
skaða til sølu
Merki: BMW 318 TDS 1.8 Sedan
Árg.:
1995
Km:
193.290
Bilurin verður seldur sum hann stendur nú, og kann
síggjast í garðinum hjá tryggingarfelagnum á Smyr-
ilsvegi í Havn.
Fróði Müller, sýnsmaður
Tlf. 345728
fax nr. 345607
e-mail: fm@trygging.fo
at hitta mánadag-hósdag millum kl. 8.00-10.00
og fríggjadag millum kl. 8.00-15.00
C
M
Y
K
23
22