leygardagur 16. juni 2001síða 13
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24
Nr. 113 - 16. juni 2001
Nr. 113 - 16. juni 2001
25
gult24 cyan24 magenta24 svart24
gult25 cyan25 magenta25 svart25
Tórshavnar
Kvøld- og
Ungdómsskúli
Nýtt maritimt fyrireikingarskeið byrjar 1. august
2001.
Undirvíst verður í hesum lærugreinum:
Støddfrøði - Alisfrøði - Evnafrøði -
Føroyskt - Danskt - Enskt - Týskt
Skeiðið endar við próvtøku í desember 2001.
Næmingar, sum standa próvtøkuna, fáa atgongd
til útbúgving á Maskinmeistaraskúlanum og Før-
oya Sjómansskúla.
Søkjast kann um útbúgvingarstuðul.
Skeiðið kostar kr. 1.200,-.
Tilmelding á tlf. 317755
Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi
kirkju,loftmiðlum,ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi.
Í Fólkaskúladeildini eru fólkaskúlarnir (uml. 60 í tali), Landsmiðstøðin fyri undirvísingaramboð, Musikkskúlar, Sernámsfrøðiligt virksemi,
Føroya Skúlabókagrunnur,Føroya Fólkaháskúli,Húsarhaldsskúli Føroya og frítíðarundirvísingin.
Starvið:
Nú deildarstjóri okkara fer úr starvi fyri aldur, er eitt
áhugavert og fjøllbroytt starv sum deildarstjóri leyst
at søkja í Fólkaskúladeildini.
Mentamálastýrið er skipað í 3 deildir: Fólkaskúla-
deild, Vinnu- og Miðnámsskúladeild og Menta-
máladeild.
Høvuðsuppgávurnar hjá Fólkaskúladeildini eru at:
•
Fyrisita hægru umsitingina av fólkaskúlanum og
øðrum skúlum og stovnum
•
Leggja til rættis og menna útbúgvingarnar og
stovnarnar á økinum
•
Ráðgeva og vegleiða í spurningum innan økið,
gera uppskot um lógir, kunngerðir, reglur o.a.
•
Samskipa virksemið við tilknýti til økið við aðrar
deildir, stovnar og áhugabólkar
•
Fremja samstarv við aðrar skúlar o.o., ið varða av
økinum
Deildarstjórin er leiðari á Fólkaskúladeildini,og hevur
ábyrgdina av dagligu leiðsluni, menningini av
deildini og teimum útbúgvingum, ið eru og koma á
økinum. Deildarstjórin skal tryggja, at nevndu
uppgávur verða loystar á einum høgum fakligum
stigi, og at bygnaður og mannagongdir eru í
samsvari við nútímans krøv.
Førleikakrøv
Vit vænta okkum m.a. at umsøkjararnir hava
•
Viðkomandi útbúgving frá lærdum háskúla ella
læraraútbúgving við viðkomandi eftirútbúgving
•
Leiðsluroyndir frá tí almenna ella privata
arbeiðsmarknaðinum
•
Góð leiðslu- og samstarvsevni, umframt menn-
andi leiðslustíl
•
Førleika til at menna samstarvið við aðrar skúlar
og aðrar áhugabólkar
•
Vilja og evni til at royna nýggjar leiðir
•
Áhuga fyri avbjóðingum
Vit bjóða:
Mentamálastýrið mennist alsamt, og verður tú
sjálv/sjálvur í stóran mun við til at skapa starvið.
Starvið er spennandi við skiftandi uppgávum og við
nógvum samskifti inn- og úteftir, umframt uttan-
landssamstarvi.
Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi og møgu-
leikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning
eru góðir.
Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi
tætt saman við politisku myndugleikunum og
stovnum innan undirvísing, gransking og mentan.
Setanar- og lønartreytir
Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggar-
málastýrið og viðkomandi yrkisfelag.
Møguleiki er fyri, um so er at umsøkjari er
tænastumaður frammanundan, at halda fram sum
tænastumaður. Starvið verður lønt ájavnt 37.
lønarflokki hjá Tænastumanna-felagi Landsins.Talan
kann møguliga verða um, at starvið verður
áramálssett, t.d. í 5 ár, við einum lønarískoyti sum
partarnir samráðast um.
Viðmerkjast skal, at setanarøkið fatar um aðalstýrini
og Løgmansskrivstovuna.
Umsókn
Umsókn við prógvum, c.v. o.ø skulu sendast til:
Mentamálastýrið
Hoyvíksvegur 72
Postrúm 3279
110 Tórshavn
Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 25.
juni 2001. Starvið verður sett frá 1. august 2001 ella
eftir nærri avtalu.
Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til
Petur Petersen, aðalstjóra í Mentamálastýrinum, á tlf.
Deildarstjóri til
Fólkaskúladeildina
Mentamálastýrið
Dagrøktari
Søkt verður eftir dagrøktara at byrja eftir summ-
arfrítíðina.
Skrivlig umsókn verður at senda til
Dagrøktina í Hvannasund
740 Hvannasund
Tlf. 452185
Mála og pussa
Hví mála og pussa, tá ið tú kanst gera bæði í einari
arbeisðgongd. Skalsem puss og máling. Eisini havi
eg Skalflex máling á goymslu.
Nærri fæst at vita við at ringja til
Arni Samuelsen
Tlf. 455775
Klaksvík
Lágargarður søkir eftir
sjúkrasystur
í avloysarastarv
Fulltíðar sjúkrasystrastarv sum avloysari fram til
1.apríl 2002 er leyst at søkja til byrjan skjótast til-
ber, ella eftir nærri avtalu.
Starvið er við skiftandi vaktum,tó mest dagvaktir.
Lønt sambært sáttmála ímillum Sjúkrasystrafelag
Føroya og Fíggjarmálastýrið.
Meira fæst at vita um starvið við at ringja 316788.
Skrivlig umsókn við neyðugum prógvum skal
sendast leiðaranum á
Lágargarði
Stoffalág 84
Boks 1188
110 Tórshavn
Umsóknarfreistin er til 29.06.01.
-har
tað hendir
Kunngerð
um broyting av Býarplaninum
og byggisamtyktini
fyri Runavíkar Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954
seinast broytt 13.mai 1997,verður við hesum boða
frá, at Býráðið á fundi 12. juni 2001 hevur viðtikið
at endurskoða býarplanin og Almennu byggisam-
tyktina fyri Runavíkar Kommunu.
Broytingarnar í býarplaninum og Almennu byggi-
samtyktini eru til skjals á býráðsskrivstovuni í upp-
latingartíðini frá 18. juni til og við 6. juli 2001.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot
skulu verða býráðnum í hendi ís einasta lagi 18.
september 2001.
Saltangará, tann 14.06.2001
Runavíkar býráð
Pedagogur til Dag-
stovnin á Argjum
Søkt verður eftir pedagogi til stovu við 6-7 ára
gomlum børnum at byrja 1. august.
Tann, sum søkir starvið er áhugaður í hesum ald-
ursbólki og er við til at skapa eitt umhvørvi har
børnini kunnu trívast og mennast.Somuleiðis at tú
ert nýhugsandi og hevur ábyrgdarkenslu. Harum-
framt ynskja vit, at tú ert virkin á stovninum við at-
liti til víðarimenning av hesum.
Dagstovnurin á Argjum er ein sjálvognarstovnur.Á
stovninum ganga 72 børn og samanlagt eru vit 18
starvsfólk.
Á stovninum eru fýra barnagarðstovur og tvær
vøggustovur,har tann eina barnagarðstovan er ein
serstova har vit samskipa deyv, tunghoyrd og
hoyrandi børn. Á hvørjari stovu ganga 12 børn.
Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmál-
anum millum Føroya Pedagogfelag og Føroya
Landsstýri.
Ynskir tú at vita meira um starvið, kann tú seta teg
í samband við Gudrun W. Rasmussen, leiðara á tlf.
319019.
Umsóknin skal sendast til Dagstovnin á Argjum í
seinasta lagi 7. juli 2001.
Dagstovnurin á Argjum
Traðagøta 55 · 160 Argir
Tlf. 319019, 319004 · Fax 319015
e-mail: dstargir@post.olivant.fo
Mentamálastýrið
Vinnu- og miðnámsskúladeildin
Stakgreinalesandi
á students-/-
HF-stigi
Tey, ið ætla sær at søkja um upptøku sum stak-
greinalesandi í einari ella fleiri lærugrein/um á stu-
dents-/HF-stigi verða biðin um at venda sær til stu-
dentaskúlan/HF-skeiðið,har ætlanin er at søkja um
upptøku.Umsóknarblað um upptøku fæst frá skúl-
anum/skeiðnum.
Gjørt verður vart við, at umsøkjarar verða tiknir
inn, í tann mun pláss er í teimum ymsu lærugrein-
unum.
Sambært Kunngerð um ávís gjøld frá 3. apríl 1998
skulu stakgreinalesandi rinda 300 kr. fyri hvørja
lærugrein,viðkomandi innskriva seg til undirvísing
í.
Seinasta freist at søkja um upptøku er 25. juni
2001.
Tórshavn 13. juni 2001
Mentamálastýrið
F
Ø
R
O
Y
A
L
A
N
D
S
S
T
Ý
R
I
Trøð í Porkeri
til sølu
Við hesum verður trøðin matr. nr. 215, Porkeri lýst
til sølu.
Trøðin er til støddar 9.575 m2.
Nærri upplýsingar um ognina kunnu fáast við at
venda sær til
Advokatfelagið við Strond 4
Yviri við Strond 4
100 Tórshavn
Tlf. 311260
Advokatfelagið
Yviri við Strond 4 • Boks 359 • FO-110 Tórshavn
Tlf. 311260 • Fax 311261
Telefontíð: 930-1200 og 1300-1600
Tórmóður Djurhuus, adv.
Dánjal Magnussen, adv.
Jógvan Páll Lassen, adv.
Petur Even Djurhuus, adv.
Jógvan E. Ellefsen, adv.
Anna Dam, adv.
IngiHøjgaard, adv.
Hús í Kollafirði
til sølu
Um hóskandi boð fæst, verða hús seld í Kollafirði.
Húsini standa í Líðini, sum er veðurgott og barna-
vinarligt umhvørvi. Húsini eru bygd í 1986, eru í
góðum standi og í tveimum hæddum,116 m2 hvør
hæddin. Miðhæddin er innrættað soleiðis: køkur, 2
stovur,trý trin niður til aðra,3 kømur,baðiverilsi og
bryggers. Stór altan er um húsini. Í kjallaranum er
eitt kontór, restin av kjallaranum er ikki innrættað.
Stykkið er 1040 m2. Nýtt tak verður lagt á.
Áhugað kunnu síggja húsini eftir avtalu. Setið
tykkum í samband við okkum á tlf. 421095.
Summarfrí
Sjúkrakassin er stongdur vegna feriu frá 18. juni
til 1. juli 2001, báðar dagar íroknaðar.
Sjúkrakassi Vestmanna Læknadømis
Sosia urin
Tíðindi
Ítróttur
Viðmerkingar
Nøvn
Skráir
Ti tøk
Sos alur n
Lýsingar
Bilar
Veðr ð
C
M
Y
K
25
24