týsdagur 4. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. mars 2008 Shipping Føroyar 2008 31
Felagið arbeiðir at
kalla um allan knøttin
í frálandavinnu, og
fiskiførini fiska bæði í
føroyskum sjógvi og á
fjarskotnum leiðum
Teir byrjaðu so smátt í fiskivinn
uni uppundir samfelagskreppuna
í 1990, og í 1994 stovnaðu teir
felagið Thor. Tey fyrstu árini
fevndi virksemið um fiskiskipa
vinnu, og tað var her, at teir sóu
møguleikar, hóast samfelagið
var í svárari kreppu.
Thormenninir vóru millum
teir fyrstu, sum tóku upp garna
veiði eftir tvørámenninar,
Viberg Sørensen og Mannbjørn
Solmunde.
Nøkur fá ár eftir, at felagið
varð stovnað, sóu teir fyri sær
møguleikar í frálandavinnu, og
síðan hevur tað gingið skjótt
hjá teimum at lagt lunnar undir
hesa vinnu, ið er hin størsta av
sínum slagi hjá nøkrum
føroyskum felag.
Aftanfyri fyritøkuna í Hósvík
standa í fyrsta lagi brøðurnir,
Hans Andrias og Gunnbjørn
Joensen.
Gongd kemur á
Eftir 1997 byrjaðu teir rættiliga
at síggja møguleikar í frálanda
vinnu, og nú hevur felagið rætti
liga fingið fótin fastan, har teir í
dag veita tænastur til eitt nú
heimsins størstu seismikkfeløg.
Saman við góðum og dugna
ligum starvsfólkum hava brøð
urnir megnað at hildið fast um
fiskivinnuna, samstundis sum
teir hava bygt upp nýggja vinnu,
ið gevur føroyskum siglandi
nýggjar møguleika, avbjóðingar
og inntøkur.
At felagið ongar ætlanir hevur
um at minka um sítt frálanda
virksemi, sóu vit á Skála ein
leygarmorgun herfyri, tá ið hin
fyrri av tveimum nýbygningum
varð navngivin og latin
felagnum.
Seinna skipið, sum stendur í
byggihøllini á Skála, verður
ætlandi latið felagnum um
hálvan september í ár.
Hetta eru systirskip, ið skulu
brúkast sum veitingarskip í
seismikkvinnuni. Thor Alpha,
sum fyrra skipið eitur, fer í
Meksikanska Flógvan. Teir hava
langtíðaravtalur um uppgávur í
fleiri ár.
Thor Alpha er stívliga 55
metrar langur, og
byggikostnaður liggur um góðar
76 miljónir krónur. Systirskipið
verður nakrar miljónir krónur
dýrari og fer helst at kosta einar
80 miljónir krónur.
Positiv gongd
At felagið nú eisini er farið
undir at smíða nýggj skip til
frálandavinnu, merkir, at positiv
gongd framhaldandi er í hesi
vinnu. At leirvíkingar, sum eru
nýggir á hesum marknaði, eisini
byggja nýggj skip til
frálandavinnu, er tekin um, at
hetta eru íløgur, sum feløgini
trúgva upp á kunnu forrenta seg.
Felagið Thor hevur eisini
útvegað sær eina skrúvuskipan
aftrat, og eingin skal tí gerast
skakkur, um enn ein sáttmáli í
næstum verður undirskrivaður
um skipasmíð.
Í samlaða flotanum hjá
samtakinum Thor, sum fevnir
um fiskivinnu og frálandavinnu
umframt skrivstovuvirksemi,
starvast í dag fleiri hundrað
fólk. Felagið arbeiðir at kalla
um allan knøttin í
frálandavinnu, og fiskiførini
fiska bæði í føroyskum sjógvi
og á fjarskotnum leiðum.
Kendur veitari
Tá ið oljuráðstevnur eru kring
um okkum, eru umboð fyri Thor
við á hesum stevnum, har tey
serliga hitta sínar samstarvs
felagar og røkja gomul vinar
bond. Nú Shipping Føroyar
2008 á fyrsta sinni verður
hildin, er ráðstevnan sjálvsagt
eisini eitt gott høvi hjá felagnum
at hoyra, hvat væntandi er í
framtíðini við føroysku altjóða
skipaskránni (FAS).
Samtakið Thor er vorðið ein
kendur veitari á sínum øki, og
felagið hevur sítt virksemi víða
um heimin.
–––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
–––––––––––––––––––––––––––
Thor – ein kendur
veitari á sínum øki
kkandi
skipanunum og eisini í mun til,
hvat somu persónar høvdu havt
eftir, um teir mynstraðu við
norskt ella danskt skrásettum
skipum. Við øðrum orðum eru
sjálvt føroysk sjófólk verri fyri
undir FAS enn somu sjófólk
høvdu verið undir øðrum
líknandi skipanum aðrastaðni.
Hentzar sigur, at ein orsøkin
til, at tað hóast hetta hevur
eydnast Tor Shipping at fáa fleiri
skip undir sín ”hatt”, helst er, at
felagið higartil hevur kunnað
mannað skipini við føroyskum
sjófólki, og serliga yvirmenn eru
í dag ein mangulvøra world
wide, sum hann tekur til.
Men spurningurin er, hvussu
hetta fer at eydnast í framtíðini,
um umstøðurnar hjá
manningunum ikki gerast betur,
leggur hann aftrat.
Meira í lønarposa
Hentzar Steingrímsson sigur, at
føroyska altjóða skipaskráseting
in ongantíð er komin veruliga
upp at standa, og tað er eingin
loyna, at skipanin virkar ikki nóg
væl.
FASskipanin kom í sínari tíð
sum ein neyðloysn fyri ávís skip,
men í dag hevur skipanin stórar
kappingarneytar í norsku og
donsku skipanunum.
Hann sigur, at felagið javnan
fær uppringingar frá føroyskum
sjófólki, sum heldur vilja sigla
undir norsku og donsku
skipaskráunum, tí hesar geva
teimum meira í lønarposan.
Hetta er tann stóri trupulleikin í
løtuni, sigur hann.
Føroyska altjóða skipaskráset
ingin liggur undir vinnumála
ráðnum, og eg haldi, at tey
signalir, sum vit hava hoyrt
seinastu tíðina, siga okkum, at
myndugleikarnir eru sinnaðir at
gera nakað við málið.
Men, leggur Hentzar Stein
grímsson aftrat:
Vilja vit hava eina veruliga
altjóða skipaskrá í Føroyum, er
neyðugt at gera hana so
attraktiva, at hon stendur seg í
kappingini við hinar skráirnar.
Tað gevur í hvussu er lítla
meining, um okkara FASskipan
eftir eina broyting framhaldandi
verður minni attraktiv enn NIS
og DISskrásetingin, sigur hann.
––––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
––––––––––––––––––––––––––––
Prosper er eitt av skipunum, sum
siglir undir føroyskum flaggi – og
verður umsitið av Tor Shipping
Thor Alpha er fyrri nýbygningur hjá Thor, hin seinni verður liðugur til heystar
Mynd: Skála Skipasmiðja