Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008 SamVit stendur fyri verkætlan, ið hevur til endamáls at menna Føroyar sum tænastudepil, so skip, ið sigla kring Føroyar, ikki sigla langa leið - og framvið Føroyum, eftir vørum og tænast- um, ið eins væl kunnu veitast í Føroyum. Hetta er ein av fleiri ætlanum, sum Durita í Grótinum hevur ábyrgd av. Hon sigur, at SamVit fær stuðul frá Vinnuframagrunni- num til fleiri ætlanir, og at hetta er ein av teimum. Durita í Grótinum byrjaði í oktober á SamVit. Hon sigur, at tá tosað verður um tænastudepil, so verður hugsað um bæði fiski- og frálandavinnu. Hon leggur dent á, at tað er av stórum týdn- ingi at hava í huga, at hetta eisini skal umfata 3. lands vørur og umskiping, og her mugu vit hava amboð, ið standa mát við ES krøv, og her eru vit ikki komin á mál enn. Depil í Norður Atlantshavi North Atlantic Resource Centre - menning av tænastudeplum í Norður Atlantshavi. Hetta er heitið á verkætlanini. Í ætlanar- lýsingini verður m.a. sagt, at kring Føroyar sigla hópin av skipum. Nógv av hesum skipum sigla langa leið, framvið Føroy- um, eftir vørum og tænastum, ið annars kunnu veitast úr Føroyum. Plaseringin av Føroyum mitt í norður Altantshavi gevur føroysk- um fyritøkum møguleikan at veita tænastur og vørur til hesi skip. Nakrar føroyskar fyritøkur (agency fyritøkurnar) veita tænastur og vørur til nøkur skip, men tað eru nógv fleiri skip, ið ikki koma inn her. Vit eiga tí at gera eina marknaðarkanning fyri økið kring Føroyar, sum hevur til endamáls at fáa greiðu á hvørji skip sigla framvið Føroyum og hvørjar tænastur og vørur før- oyskar fyritøkur kunnu veita hesum skipum. Marknaðar- kanningin er eitt framhald uppá arbeiðið, ið hevur verið gjørt fyri at menna Føroyar sum ”North Atlantic Resource Centre”. Í arbeiðinum hevur fokus higartil mest verið á russisk skip, men í eini marknaðarkanning eiga vit eisini at staðfesta tørvin hjá øðrum skipabólkum, sum t. d. sponskum, portugisiskum, fronskum og grønlendskum skipum. Endamálið er at gera eina marknaðarkanning fyri økið kring Føroyar, fyri at fáa greiðu á hvørji skip sigla framvið Føroyum, og fyri at finna fram til, hvørjar tænastur og vørur føroyskar fyritøkur kunnu veita hesum skipum, verður sagt í verkætlanarlýsingini. Um visjónina í verkætlanini verður sagt, at visjónin er at menna Føroyar sum North Atlantic Resource Centre og at marknaðarføra Føroyar sum umskipingardepil fyri skip úr fleiri londum. –––––––––––––––––––––––––––– Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo –––––––––––––––––––––––––––– At menna Føroyar sum tænastu­ miðdepil er ein av verk­ ætlanunum, sum SamVit stendur fyri Hurtigruten í andróðri Norska Hurtigruten hevði tvær ferðir so stórt hall í oktobur ársfjórðingi í fjør sum í sama ársfjórðingi í 2006. Tríggjar teir seinastu mánaðirnar í fjør var hallið 331 mió. norskar krónur fyri skatt ímóti 166 mió. krónur somu mánaðir í 2006. Enn er 2007 ikki endaliga uppgjørt, men felagið væntar, at úrslitið verður 224 mió. krónur í halli ímóti við 62 mió. árið fyri. Tølini eru tó ikki heilt sambærilig, tí umstøðurnar vóru ikki tær somu bæði árini. Hurtigruten tvífaldaði hallið frá 2006 til 2007 (Mynd: Hurtigruten) Tað kann loysa seg at eiga ein boripall og at leiga hann út. Í øllum førum hevur felagið Dolphin Drilling Ltd., sum er dóttirfelag hjá Fred. Olsen Energy ASA, tryggjað sær umleið 500 mió. krónur í leiguinntøkum við at leiga boripallin Borgsten Dolphin út í níggju mánaðir. Pallurin skal arbeiða í bretska partinum av Norðsjónum, og ætlandi skal hann hagar, tá hann verður leysur av verandi leigusáttmála eina ferð í august í ár. Góð leigu­ inntøka Tað kostar 500 mió. krónur at leiga hendan í níggju mánaðir (Mynd: Dolphin Drilling) 2007 gott ár hjá ØK Árið í fjør royndist væl hjá danska skipafelagnum ØK. Roknskapurin vísir, at av einum umsetningi upp á 4,4 mia. krónur gjørdist avlopið 473 mió. krónur. Tað merkir, at umsetningurin vaks 23 prosent í 2007, og at rakstraravlopið varð næstan tvífaldað. Í viðmerkingunum sæst, at bæði vøsturin í umsetninginum og avlopinum stavar frá virksemi felagsins í Venesuela. Í ár væntar ØK, at umsetningurin verður um 5,2 mia. krónur. Durita í Grótinum Føroyar tænastudepil í Norður Atlantshavi