Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 20

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Shipping Føroyar 2008 Sosialurin 4. mars 2008 Á skrivstovuni hjá Tor Shipping í Niels Finsensgøtu 23 í Havn arbeiða fýra fólk, sum hava dagligu umsitingina av felagnum og teimum uppgávum, sum felagið hevur. Tað eru hjúnini, Joan og Hentzar Steingrímsson, sum í dag eiga felagið, ið Torleivur M. Mikkelsen legði lunnar undir longu í 1990. Tvey ár seinni byrjaði felagið sum smáparta­ felag. Joan er dóttir Torleiv, og tí kunnu vit siga, at felagið nú verður rikið víðari í øðrum ættarliði. Trý høvuðsbein Høvuðsvirksemið hjá Tor Shipp­ ing er umsiting av skipum – ella tað, sum rópt verður ship manage­ ment. Hentzar sigur, at felagið eigur eingi skip, men umsitir skip fyri onnur. ­ Hesi skip eru í føroysku altjóða skipaskrásetingini (FAS), og tey flestu sigla undir føroyskum flaggi, tó ikki øll. Hann vísir á, at tað serliga eru danir, norðmenn og íslendingar, sum eiga hesi skip, ið Tor Shipping umsitir. Hentzar sigur, at Tor Shipping hevur trý høvuðsbein at standa á, um man so kann siga. ­ Tað fyrsta er umsiting av skip­ um (ship management), annað er at umboða skip (port agency), sum koma til Føroya, og triðja beinið er keyp og søla av skipum. Hann sigur, at felagið hjá teimum soleiðis umboðar bróður­ partin av cruice­skipunum, sum koma higar um summarið, og tí er summartíðin ein nokso “hektisk” tíð hjá Tor Shipping. Hvat vilja vit? Nú ráðstevnan Shipping Føroyar 2008 á fyrsta sinni verður í Norðurlandahúsinum 7. mars, heldur Hentzar, at føroyskir myndugleikar eiga at taka upp spurningin, hvat teir vilja við FAS. ­ Málið má verða at gera føroysku altjóða skipaskráset­ ingina betur, enn hon er í dag. Hann vísir á, at í løtuni er støðan við føroysku manning­ unum undir FAS rættiliga akutt, sum hann tekur til. ­ Føroysk sjófólk undir FAS hava ov lítið eftir á botnlinjuni í mun til tey, sum sigla undir norsku NIS og donsku DIS­ FAS má gerast meira lo - Føroyska altjóða skipaskrásetingin kom í sínari tíð sum ein neyðloysn fyri ávís skip, men í dag hevur skipanin stórar kappingarneytar. – Vit fáa javnan uppringingar frá føroyskum sjófólki, sum heldur vilja sigla undir norsku og donsku skipaskráunum, tí hesar geva teimum meira í lønarposan. Hetta er tann stóri – og akutti - trupulleikin í løtuni, sigur Hentzar Steingrímsson hjá Tor Shipping Felagið Tor Shipping verður nú rikið av hjúnunum, Joan og Hentzari Steingrímsson, men Torleivur M. Mikkelsen, sum legði lunnar undir felagið og leiddi tað fram á leið, er framvegis virkin í fyritøkuni Mynd: Jens Kr. Vang