týsdagur 4. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Sosialurin 4. mars 2008 Shipping Føroyar 2008 23
Globalt virksemi
Stjórin á skipasmiðjuni vísir á, at
globali eftirspurningurin eftir
olju er nógv veksandi við tað, at
londini í fjareystri, serliga Kina
og India, eru í menning,
samstundis sum eftirspurningurin
í Evropa og USA eftir orku
framvegis er líka stórur.
- Tá ið globali
eftirspurningurin eftir olju er so
stórur, er eisini stórur
eftirspurningur eftir útgerð til
hesa vinnu og veitingar, eitt nú
skipum til leitingar, ymiskar
veitingar og flutning. Nógv
virksemi er á oljuleiðum og
leiðum, sum eru lagdar út til
oljuleiting, og stórt virksemi er
við útbyggingum av oljuverkum.
Eyðfinn Egholm sigur, at hesi
viðurskifti eru ein orsøkin til, at
Skála Skipasmiðja hevur havt
tveir byggisáttmálar um
veitingarskip til
seismikkvinnuna, harav hin fyrri
nýbygningurin nú er latin
felagnum Thor í Hósvík.
- Stóri eftirspurningurin í hesi
vinnu ger, at okkurt eisini dettur
á okkum, samstundis sum vit við
slíkum sáttmálum gerast eitt
sindur meira fjølbroyttir í okkara
virksemi. Alt fleiri og fleiri vilja
byggja, tí globali aktiviteturin á
hesum øki er so stórur.
Veitingarvinna
Skipini, sum Skála Skipasmiðja
smíðar til Thor, skulu nýtast í
veitingarvinnuni.
- Tey stóru seismikkskipini,
sum gera sínar skjótingar og
sigla í beinum linjum úti á
leiðunum, hava brúk fyri
ymiskum veitingum og hjálp í
sínum arbeiði. Ansast skal eftir,
at onnur skip ikki eru á kósini,
skipini skulu hava ymiskar
veitingar, og tey skulu skifta
manning, tá ið tann tíðin kemur.
Eyðfinn sigur, at tað eisini er
umráðandi hjá
seismikkskipunum at fremja
sínar uppgávur á kappingarføran
hátt, og tí hava tey veitingarskip,
sum hesi, ið vit nú hava smíðað
fyri Thor.
- Á henda hátt kunnu stóru
seismikkskipini brúka alla sína
tíð til seismikkin, leggur hann
aftrat.
Betri umstøður
Skipasmiðjustjórin sigur, at
umstøðurnar hjá Skála
Skipasmiðju verða munandi
betraðar við nýggju bedingini,
sum nú verður bygd á Skála.
- Øll tann gamla bedingin
verður skift út og bygd av
nýggjum. Nýggjur vognur er
komin, og tað eru J&K Petersen,
sum hava høvuðsarbeiði, bæði á
sjógvi og landi, sum ætlandi
verður liðugt um mánaðarskiftið
august/ september.
Gamla bedingin var í ringum
standi, og hetta gjørdi arbeiði á
skipasmiðjuni trupult og
óhøgligt.
- Okkara virksemi á Skála
verður nú munandi meira fleksi-
bult, og vit fara at kunna taka
størri skip upp.
Eyðfinn sigur, at dokkin er góð
til sínar uppgávur, men tað er
ikki serliga lønandi at taka smá
skip upp í dokkina. Tað kostar at
tøma hana og fylla hana aftur,
bæði í tíð og peningi. Nú fara vit
í størri mun at kunna taka skip
upp á bedingina, sum annars
noyddust í dokkina – alt eftir,
hvør tørvurin er.
- Tá ið vit hava havt smærri
skip í dokkini, og onnur skip
koma, sum helst eisini skuldu í
dokkina, hevur verið neyðugt at
fylt sjógv í dokkina aftur, og
síðan tømt hana aftur. Tá ið
nýggja bedingin er liðug, verður
alt hetta nógv lættari og
arbeiðsligari, leggur hann aftrat.
Neyvari samstarv
Skipasmiðjustjórin sigur, at eitt
av hansara málum, nú hann er
vorðin stjóri, er eitt neyvari og
tættari samstarv við føroyska
skipaflotan.
- Mítt mál er, at samskiftið við
skipaeigarar og útgerðarmenn
verður uppaftur tættari og betri,
so vit saman kunnu leggja
virksemið til rættis. Hetta kemur
eisini at gera okkum uppaftur
betri førar fyri at veita eina góða
og dygga tænastu.
Hann heldur, at eitt tættari
samband og samstarv millum
skipasmiðju og viðskiftafólk við
neyvari tilrættalegging um eitt nú
viðlíkahald og annað virksemi
verður til fyrimunar fyri báðar
partar.
Tað hevur eisini týdning, at
bíleggingar av ymiskari útgerð
fara fram í góðari tíð og í
neyvum samstarvi millum
partarnar.
- Ein orsøkin til, at Thor Alpha
var seinkaður, var, at
skipasmiðjan noyddist at bíða so
leingi eftir skúvu-skipanini.
Eisini í slíkum føri kann tað hava
týdning, at partarnir eru tíðliga á
sjóvarfallinum, og longu nú
hevur Thor keypt skúvu til ein
nýbygning aftrat.
Eyðfinn Egholm vísir á, at
aftur her er tað globali
eftirspurningurin sum ger, at
leveringstíðin er so long.
- Um Thor fer at lata eitt skip
aftrat smíða hjá okkum – ella
aðrastaðni, og um tað verður nú
ella um eitt hálvt ár, kann kortini
vera skilagott at hava útvegað
sær skrúvu-skipan í góðari tíð.
Síggja møguleikar
Vit spurdu eisini nýggja
skipasmiðjustjóran, um tað ikki
kennist sum eitt ”tómrúm”, nú
Mohr-familjan hevur slept
endanum á Tórshavnar
Skipasmiðju.
- Eingin ivi er um, at Mohr-
ættin hevur verið dugnalig og
hevur dugað væl at fingið alt
virksemi at borið til. Teir hava
dugað væl at havt fingurin á
pulsinum og tillaga seg skiftandi
umstøður, um vit so kunnu siga.
Eyðfinn Egholm fer tó við
góðum treysti og dugnaligum
fólki undir at føra hetta
virksemið víðari.
- Vit eru í eini broytingartíð, og
tá ið nøkur ting halda uppat,
verður eisini skapt grundarlag
fyri nýggjum møguleikum. Vit
fara sjálvandi at byggja á tað,
sum er skapt og fara at arbeiða
við teimum møguleikum, sum
liggja fyri framman heldur enn at
stara okkum blind í tómrúmi-
num, sum er eftir teir, ið við
hepnari hond hava staðið á odda
fyri hesum virksemi, sigur
skipasmiðjustjórin.
––––––––––––––––––––––––––––
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
––––––––––––––––––––––––––––
rksemi
ggjar avbjóðingar
- Føroyski skipaflotin og tey skip,
sum koma fram við her hjá okkum,
er okkara høvuðsmarknaður. Aftrat
hesum kemur so skipasmíð, sum er
ein meira skiftandi marknaður, ið
eisini fylgir globalu konjukturunum
Mynd: Vilmund Jacobsen
- Vit fara sjálvandi
at arbeiða við
teimum møgu-
leikum, sum liggja
fyri framman,
heldur enn at
stara okkum blind
í tómrúminum,
sum er eftir teir,
ið við hepnari
hond hava staðið
á odda fyri hesum
virksemi, sigur nýggi
skipasmiðjustjórin
Mynd: Vilmund Jacobsen