týsdagur 4. mars 2008síða 34
‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 45 - 4. mars 2008
tíðindi
- Tað er eitt gott lív at
vera bóndi. Eg hevði
so ikki tímað at sitið á
einum kontóri í Havn
allan dagin, sigur
Bárður Østerø, bóndi
á Trøllanesi. Hann er
í løtuni í ferð við at
útbyggja sær fjósið,
soleiðis at talið av
kúm og mjólkakvotan
kann økjast.
Landbúnaður
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Høgni Thomsen
Trøllanes: - Skal útjaðarin
liva, so er landbúnaður
avgjørt ein vinnugrein sum
kann verða við til at tryggja
hetta, sigur Útistovubóndin
við Sosialin.
Sjálvur hevur Bárður og
konan Maud bóndast í sløk
20 ár, og hava allatíðina
arbeitt við at menna hesa
vinnuna til tað, hon er í
dag.
Bárður hevur í dag níggju
kýr, men ætlanin er at
hækka hetta talið upp í 14,
soleiðis at hann eisini kann
fáa brúkt sína mjólkakvotu
uppá 80.000 litrar.
- Í dag megni eg bert at
lata 60.000 litrar, men nú
verður skjótt betri, sigur
Bárður Østerø.
Hann er bóndasonur úr
Útistovu og tók við garðin-
um í 1989.
Bóndast og bóndast
Tað var helst neyvan stór-
vegis ivi um, hvat Bárður
skuldi verða, tá hann kom
til mans. Tað lá líkasum í
blóðinum.
- Eg eri bóndasonur og
mær hevur altíð dámað
hetta væl. Men tað kortini
ikki beinanvegin at eg fór í
holtur við hetta, sigur
hann.
Eitt skifti arbeiddi hann
hjá landinum, meðan teir
boraðu og riggaðu tunlarnar
á Kalsoynni til, og tá hann
seinni fór til Havnar at fáa
sær koyrikort fór hann tann
vegin.
Svágur hansara hevði um
hetta mundið fyritøkuna
Løvubetong, og her fekk
tann ungi trøllanesmaðurin
arbeiði sum bilførari í tvey
ár.
- Tá fann eg eisini konuna
Maud, sum er ættað av Eiði,
greiðir hann frá. – Eftir
hetta fór hann so norður
aftur higar at búgva og tók
við Útistovu-garðinum eftir
pápa sín.
- Og tja, - nú hava vit
altso bóndast í skjótt 20 ár.
Sum tíðin tó gongur!
Við handamegi
Tá hann tók við fjósinum
seinast í 80’unum var tað
munandi minni enn tað er í
dag.
Tá var bara eitt minni
fjós í garðinum, ein einstøk
kúgv og ein vetringur sum
fylgdi við festinum. Men
síðani tá hava tey bygt hetta
fjósið munandi út og fer tað
nú at kunna rúma 14 kúm,
bæði væl og virðiliga.
Arbeiðið við fjósinum
hevur higartil verið – og er
framvegis – ein langtíðar-
ætlan. Bárður byrjaði sjálv-
ur at grava út fyri fjósinum
í 1997 við eyrhakkara og
spaka.
Í 1999 var mjólkarúmið
liðugt, og fyri seks árum
síðani varð fjósið inni-
lokað.
- Alt er gjørt við handa-
megi, eisini stoypingin, so
tú skilir at hetta hevur verið
eitt hart og drúgt arbeiði.
- Nú gleði eg meg bara til
at kunna taka tað í brúk,
sigur Bárður Østerø.
Betri samband
Í básunum hjá Bárðuri
standa í dag hesi níggju
mjólkineytini. Kvotan hjá
honum er uppá 80.000 litr-
ar, men sum støðan er í dag
klárar ikki at lata alt.
- Fyri at kunna brúka alla
kvotuna, er ikki annað hjá
mær at gera enn at fáa mær
fleiri neyt, sigur hann.
Eingin trupulleiki er at
sleppa av við mjólkina, nú
regluligt rutusamband er
við Strandferðsluni inn á
meginøkið. Inni í fjósinum
hevur hann ein stóran tanga,
hagar hann savnar mjólkina
inntil mjólkabilurin kemur.
- Eftir ætlanini skal hann
koma higar til Trøllanesar
tríggjar ferðir um vikuna,
men tað vísir seg kortini at
teir leypa tann eina túrin
um.
- Men mánadag og fríggja-
dag eru teir í øllum førum
her eftir mjólkini, greiðir
bóndin frá.
Hóast bygdin er lítil og
vegirnir smalir, eru teir
kortini í slíkum standi og í
slíkari breidd, at mjólkabil-
urin kann bakka heilt niðan
til fjósið.
Hesar umstøðurnar eru
avgjørt við til at skapa for-
treytir fyri hesum vinnuliga
virkseminum
norðast
á
Kalsoynni!
Landbúnaðurin fær ú
Tá tosað verður um
bóndalív og land-
búnað í Føroyum, er
hetta ein vinnugrein
sum mong helst ikki
halda seg til ella tíma
bóndaLív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Hjá Bárði og Maud er
støðan kortini ein onnur:
- Hetta er eitt gott lív,
má eg siga. Sjálvandi er
tað eitt sindur bundisligt,
tí ein má vera her allar
dagarnar í árinum.
- Men hinvegin, ein
velur tað sjálvur. Tú hevur
hetta sum títt arbeiði og tú
kanst liva av tí. Tímir man
tað, so er tað ikki so galið,
slær Bárður fast.
Soleiðis er helst eisini
við so mongum øðrum
arbeiðum, hóast tað at
vera bóndi kanska má sig-
ast at vera merkt av einum
sindri av knossi.
- Kanska var tað fittlig-
ari at sita á einum kontóri
í Havn. Men tað, - tað
hevði so slett ikki tímað –
yvirhøvur ikki!, slær hann
fast.
Gott stríð
At vera bóndi á Trøllanesi
krevur sín mann og sína
konu. Og ein hevur eisini
sæð bæði myndir og film-
ar
av
hesum
truplu
umstøðum.
Fyrr var eingin vegur til
grannabygdina,
bert
sjóvegis farleið, tá neyðugt
var at stjóra farm, mjólka-
dunkar og annað í land frá
strandfaraskipinum Bars-
skor. Í dag eru hesar
umstøður bert søga.
Umstøðurnar hjá Bárð-
uri á Trøllanesi og einum
bónda í til dømis Havnar-
dali eru ikki so ólíkar í
dag. Teir fáa alt tað sum
teir hava tørv á við lastbili
í túnið, og tá mjólkin skal
sendast víðari, so kemur
mjólkabilurin
á
sama
stað.
Tað hevur verið ein sera
stór hjálp hjá teimum, at
ferjulegan
á
Syðradali
kom fyri nøkrum árum
síðani. Nú sleppa tey av
oynni, tá tey vilja og hava
ikki stórt meiri enn tveir
tímar til Havnar. Og so
kunnu koma aftur higar
fleiri ferðir um dagin.
Barsskor var sjálvandi
góður til sítt brúk, men
trupulleikin við honum
var, at kranin umborð bert
kundi lyfta upp til 500
kilo. Nú kann ein stórur
lastbilur norður higar, um
hann altso bara passar
gjøgnum tunlarnar.
- Í dag er alt so nógv
lættari. Eg kann til dømis
fara av oynni fyri at keypa
mær ein kúgv, og verða
aftur við henni í túninum
einar 3-4 tímar seinni.
- Eg veit ikki rættiliga
um eg hevði tímað at bónd-
ast, um ikki umstøðurnar
vóru so góðar sum tær eru
í dag.
- Ja, teir gomlu, teir
høvdu eitt gott stríð!
Ein velur sjálvur
sítt arbeiði
”
Kanska var tað fittligari at sita á einum
kontóri í Havn. Men tað, - tað hevði so
slett ikki tímað – yvirhøvur ikki!”
Tá fann eg eisini konuna Maud, sum er
ættað av Eiði
Í løtuni hevur Bárður níggju neyt, men í næstum verða tey
14 í tali, tá nýggi parturin av fjósinum verður tikin í brúk
- Tað er gott lív at vera bóndi, men tað er sera bundisligt, sigur Bárður Øste