Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-04, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. mars 2008síða 35

‹ fyrra síða allar 60 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 45 - 4. mars 2008 27 tíðindi útjaðarin at grønkast Krov á bíðilisti Í løtuni hevur Bárður Østerø níggju kýr í bás­ unum, men tá farið er um hálvan apríl mánað ætlar hann at hækka talið nakað. Hann hevur í løtuni tvær kvígur, sum fara at kálva í apríl, og so ætlar hann at útvega sær enn fleiri, soleiðis at samlaða talið kemur upp í 14,. Festið her í Útistovu er góðar seks merkur, og her ganga 220 seyðir. Vanliga fletta tey millum 170 og 180 um árið, ­ okkurt árið heilt upp í 182. Tað góða hjá Bárðuri er, at eingin trupulleiki er at sleppa av við øll hesi hundraðtals krovini. ­ Eg selji krov kring alt landið, bæði til Havnar, Suðuroyar og Vágarnar. Fólk á Sandoynni eru faktiskt tey einastu sum ikki keypa krov frá mær, sigur hann. Hann hevur fastar kundar, sum keypa krov frá honum og tað vísir seg, at børnini mangan halda fram við keypunum, sum foreldrini hava gjørt. ­ Eg havi ofta bíðilista eftir krovum, sigur Útistovu­bóndin við einum brosi á kinn. ” Eg veit ikki rættiliga, um eg hevði tímað at bóndast, um ikki umstøðurnar vóru so góðar, sum tær eru í dag erø, bóndi á Trøllanesi Bárður og konan Maud hava bóndast í sløk 20 ár á Trøllanesi. – Skal trivnaður vera, má ein búgva og arbeiða á sama staði, sigur útistovubóndin