mikudagur 5. mars 2008síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 46 - 5. mars 2008
www.sev.fo
søkir MASKINMEISTARAR
til Fossáverkið og Vágsverkið
Maskinmeistari til Fossáverkið
Eitt starv sum maskinmeistari á Fossá-
verkinum í Vestmanna er leyst at søkja
til setan 1. apríl 2008 ella skjótast til
ber.
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av
Fossáverkinum, bæði sum dagarbeiði
og vaktarbeiði uttanfyri vanliga
arbeiðstíð.
Á Fossáverkinum eru 2 turbinur upp á
tilsamans 6,4 MW. Undir
Fossáverkinum hoyra eisini fylgjandi
vatnorkuverk og vindmyllur, sum verða
stýrd frá Fossá-verkinum:
• Mýruverkið við einari turbinu
upp á 2,4 MW
• Heygaverkið við einari turbinu upp á
4,8 MW
• Eiðisverkið við tveimum turbinum
upp á tilsamans 13,4 MW
• Vatnturbinan á Strond upp á 1,4
MW
• 4 vindmyllur í Neshaganum
upp á til-samans 2 MW.
Talan er sostatt um tilsamans 7 vatn-
turbinuaggregat og 4 vindmyllur við
einum samlaðum mátti upp á 30,4
MW.
Harafturat stýrir vakthavandi á Fossá-
verkinum býtið av framleiðsluni millum
elverkini í meginøkinum, herundir
eisini Sundsverkið og Strond (lastfor-
deiling).
Eisini er vakthavandi á Fossáverkinum
koblingsleiðari fyri háspenningsan-
leggini í meginøkinum.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Pól Joensen, verk-
meistara á Fossáverkinum, ella til Berg
Didriksen, deildarstjóra, báðir á telefon
346800.
Maskinmeistari til Vágsverkið
Eitt starv sum maskinmeistari við el-
verkini í Suðuroy er leyst at søkja til
setan frá 1. apríl 2008 ella skjótast til
ber.
Talan er um avloysarastarv fyri maskin-
meistara í farloyvi, og verður setanin tí
tíðaravmarkað til 1. apríl 2009.
Arbeiðið umfatar rakstur og hald av
elverkunum í Suðuroy, bæði sum
dagarbeiði og vaktarbeiði uttanfyri
vanliga arbeiðstíð.
Elverkini í Suðuroy umfata í løtuni:
• Elverkið í Vági við trimum
dieselmotorum, tilsamans 9,7 MW.
Hesir motorar eru riknir við tungolju
• Elverkið í Botni, sum er eitt
vatnorku-verk við tveimum turbinum
upp á til-samans 3 MW
• Elverkið í Trongisvági, sum ikki koyrir
dagliga, men er til at taka við einum
dieselmotori upp á 2 MW.
Vakthavandi maskinmeistari hevur
yvirvaking av og lastfordeiling millum
Vágsverkið og elverkið í Botni
umframt netyvirvaking og koblings-
leiðslu fyri elnetið í allari Suðuroynni.
Uppmøtingarstaðið er á Vágsverki-
num, har vaktin hevur tilhald. Arbeitt
verður á og út frá hesum arbeiðsstaðið
til hini elverkini eftir tørvi, og fer
flutningur vanliga fram við arbeiðsbili
hjá SEV.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við
at venda sær til Palla Mortensen, verk-
meistara á elverkunum í Suðuroy, ella
til Berg Didriksen, deildarstjóra, báðir á
telefon nr. 346800.
Fyri bæði størvini er galdandi:
Tað er ein fyrimunur um tú hevur fulla
maskinmeistaraútbúgving, t.v.s. víðkað
maskinmeistaraprógv ella 3 ára
maskinmeistaraskúlaprógv og/ella
royndir innan økið.
Størvini eru lønt sambært sáttmála
millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Lønin verður ásett eftir starvsaldri
frammanundan, sum verður roknaður
frá prógvtøkudegnum, men er treyt-
aður av fakliga viðkomandi arbeiði
síðani tá.
Umframt nevndu løn kann roknast við
vaktargjøldum og møguliga av og á
eisini úrtíðarløn.
Umsóknir skulu saman við prógvum
og møguligum ummælum verða
sendar til:
Elfelagið SEV
Postrúm 319
FO-110 Tórshavn
Umsóknir skulu vera SEV í hendi í sein-
asta lagi mikudagin 12. mars 2008.
SEV er grundað á eina samhaldsfasta, fólkaræðisliga skipan, har tann vinningur, sum fæst burtur úr
elsøluni, verður í høvuðsheitum nýttur til framtíðar útbyggingar av framleiðslueindum og elkervinum.
Á tann hátt verður vinningurin øllum Føroya fólki at gagni, og útbyggingar kunnu fara fram, so hvørt
samfelagið mennist, og streymtørvurin økist.
SEV hevur eina veitingarskyldu, sum áleggur felagnum at veita øllum borgarum, virkjum, stovnum
o.s.fr. støðugan streym alt samdøgrið. SEV hevur sostatt bæði góðsku- og kervis-ábyrgdina í Føroyum.
Starvsfólk hjá SEV verða útbúgvin og førleikament sambært galdandi reglum á økinum og krøvum, ið
SEV setir til trygd og annað. Vitanin verður áhaldandi viðlíkahildin við bæði innanhýsis undirvísing og
skeiðum og eftirútbúgvingum annars.
Har du diabetes –
og mangler du overblik
over, hvad du må spise?
_______________________
LifeScan indbyder til
workshop omkring kost
på Hotel Hafnia, Torshavn
Onsdag den 12. marts 2008
kl. 11.00 og kl. 14.00
_______________________
Kom og hør om:
-Kostens indflydelse på blodsukkeret
-Hvordan OneTouch Ultra2 blodsukkerapparatet
kan hjælpe dig og give et godt overblik
-OneTouch Ultra2 apparatet vil blive demonstreret,
og du kan få et apparat med hjem – sammen
med LifeScans guide omkring kost og diabetes.
Tilmelding er nødvendig til:
lene.milligan@jnjdk.jnj.com eller
telefon +45 4594 2801
Senest fredag d. 7. marts kl. 12.
Max. deltagerantal: 15 personer per workshop
Fundur
agangur.com
Kunnandi fundur verður fyri øllum foreldrum og avvarandi
hjá børnum í B36 og annars øllum áhugaðum um átakið
VIT ERU ÍMÓTI
KYNSLIGARI
MISNÝTSLU AV BØRNUM
sum verður í B36-húsinum
mikudagin 12. mars kl. 19:00.
Fólk frá KRIS, løgreglu og Barnabata
fara at siga sína hugsan
Ungdómsdeild
KRIS