Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-05, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2008síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 46 - 5. mars 2008 3 Ársaðalfundur í P/F Føroya Banka www.foroya.fo Boðað verður við hesum til ársaðalfundar í P/F Føroya Banka fríggjadagin 14. mars 2008 kl. 17.00 á Hotel Føroyum, Tórshavn. Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast gjøgnum heimasíðu bankans foroya.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330. Seinasta freist fyri bílegging av atgon- gumerki og atkvøðuseðlum er mánadagin 10. mars 2008 kl. 16.00. Um so er, at tygum ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava tygum møguleika at geva skrivliga fulltrú. Á heimasíðu bankans foroya.fo umframt á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn, er eitt fulltrúarskjal, sum kann nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at geva nevnd bankans fulltrú at møta og atkvøða tygara vegna. Við bílegging av atgongumerki og atkvøðuseðlum skal førast prógv fyri, at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar hvørs partabrøv ikki eru skrásett við navni, verða útgivin at- gongumerki og atkvøðuseðlar ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari útskrift frá Værdipapircentralen A/S ella frá tí kontoførandi peningastovninum (depotstaðið), sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig váttan um, at parta- brøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn aðalfundurin er hildin. Partapeningur bankans er kr. 200.000.000 býttur sundur í partabrøv upp á kr. 20. Í við- tøkum bankans eru hesar ásetingar um atkvøðurætt: 8.2 Atkvøðurætt á aðalfundinum hava partaeigarar, sum í seinasta lagi 5 dagar undan aðal- fundinum hava biðið um atgongumerki og atkvøðuseðil. 8.3 Hvørt partabræv gevur eina atkvøðu. Uttan mun til hvussu stóran part ein partaeigari eigur tilsamans av partapeninginum, kann hann fyri egin partabrøv ella sum fulltrúi fyri aðrar partaeigarar, ikki atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. Ongar avmarkingar eru fyri fulltrúir til nevndina. Uttan mun til hvussu stóran part teir eiga tilsamans av partapeninginum, kunnu partaeigarar innan fyri somu koncern, soleiðis sum hetta hugtak er ásett í lóggávuni, ikki saman atkvøða fyri meira enn svarandi til 10 % av partapeninginum tilsamans. 8.4 Partaeigarar hava rætt til sjálvir at luttaka á aðalfundinum, saman við einum ráðgeva ella við fulltrúa, ið kann atkvøða hansara vegna, móti at løgd verður fram skrivlig og dagfest fulltrú, ið er givin fyri eitt tíðarskeið, sum ikki er longri enn eitt ár. 9.2 Á aðalfundinum verða øll mál avgjørd við vanligum atkvøðumeiriluta, uttan so at parta- felagslógin ella hesar viðtøkur krevja serstakan meiriluta. Uppskot um broytingar av viðtøkum bankans og uppskot um sjálvbodna avtøku og fusión kunnu bert samtykkjast, um uppskotið verður samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum og treytað av, at minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfundinum. 9.3 Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 um broyting av ella fráfalli av quorum-kravinum í pkt. 9.2 kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðal- fundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeningi. Avmarkingarnar í pkt. 8.3 og pkt. 9.2 viðvíkjandi atkvøðu og fulltrú eru í hesum førum ikki galdandi. P/F Føroya Banki hevur gjørt samskipanaravtalu við Værdipapircentralen A/S. Parta- eigarar bankans kunnu velja P/F Føroya Banka sum kontoførandi stovnur við atliti at útinna tey fíggjarligu rættindini gjøgnum P/F Føroya Banka. P/F Føroya Banki Nevndin 1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári. 2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til góðkenningar og ársfrágreiðing. 3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapin. Nevnd bankans mælir til, at útgoldið verður vinningsbýti stórt kr. 45.000.000 svarandi til kr. 4,5 pr. partabræv á kr. 20. 4. Val av nevndarlimum. Sambært § 10.2 í viðtøkunum skal aðalfundurin velja 4-6 nevndarlimir, sum sita til næsta ársaðalfund. Teir verandi 4 aðalfundarvaldu nevndarlimirnir standa fyri vali. 5. Uppskot um viðtøkubroytingar a) Uppskot frá nevnd bankans um, at § 14.1 verður broytt frá at vera soljóðandi: »Roknskapir bankans verða grannskoðaðir av tveimum grannskoðarum, sum verða valdir á ársaðalfundinum fyri eitt ár í senn. Í minsta lagi annar av grannskoðar- unum skal vera løggildur, meðan hin skal vera løggildur ella skrásettur. Afturval kann fara fram.« til at verða soljóðandi: »Roknskapir bankans verða grannskoðaðir sambært galdandi lóggávu av einum ella fleiri grannskoðarum, sum verða valdir fyri eitt ár í senn.« b) Uppskot frá nevnd bankans um, at § 7.3, nr. 5, verður broytt frá at vera soljóðandi: »Val av grannskoðarum« til at verða soljóðandi »Val av grannskoðara/grann- skoðarum«. c) Uppskot frá Fíggingargrunninum frá 1992 sambært § 9.3, um fráfall av serliga quorum kravinum í § 9.2 um, at minst 2/3 av partapeninginum skal vera umboðaður á aðalfundinum í samband við atkvøðugreiðslu um omanfyri nevndu uppskot til broyting av §§ 14.1 og 7.3, nr. 5, og soleiðis, at § 9.3 framhaldandi skal verða gald- andi í óbroyttum líki uttan mun til, at hetta konkreta fráfall verður samtykt. d) Uppskot frá nevndini um, at nevndin fær heimild til at gera møguligar broytingar í aðalfundarfrásøgnini og í viðtøkunum, sum Skráseting Føroya krevur fyri at skrá- seta viðtøkubroytingarnar sambært pkt. a) og b). Sambært serliga quorumkravinum í § 9.2 kunnu uppskot um broytingar av viðtøkum bankans bert samtykkjast, um minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður á aðalfun- dinum. Í aðramáta skulu uppskot verða samtykt við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum. Ætlanin er at seta uppskotini sambært pkt. a), b), c) og d) undir atkvøðugreiðslu undir einum soleiðis, at hesi kunnu samtykkjast við í minsta lagi 2/3 av bæði greiddum atkvøðum og tí á aðalfundinum við atkvøðurætti umboðaða partapeninginum, men uttan mun til um minst 2/3 av partapeninginum er umboðaður ella ikki. 6. Val av grannskoðara / grannskoðarum Sambært § 14.1 í viðtøkunum fara verandi grannskoðarar bankans frá, og aðalfundurin skal velja tveir grannskoðarar fyri eitt ár í senn. Nevndin mælir til afturval av verandi grannskoðarum, grannskoðarafelagið Rasmussen & Weihe P/f , og SPEKT Sp/f, statsautoriseraðir revisorar. 7. Áseting av yvirskipaðum leiðreglum fyri incitamentssamsýning til nevnd og stjórn »Samsýningarpolitikkur fyri nevnd og stjórn í P/F Føroya Banka, mars 2008«, ið eru leiðreglur bankans fyri incitamentssamsýning, verður viðlagt sum fylgiskjal til ta dagsskrá, ið verður løgd fram í bankanum, og sum verður send teimum partaeigarum, ið hava sett fram ynski um hetta. Sambært § 69 b í partafelagslógini skal nevndin hava ásett yvirskipaðar leiðreglur fyri incitamentssamsýning til nevnd og stjórn, og hesar leiðreglur skulu vera viðgjørdar og góðkendar á aðalfundinum, áðrenn nevndin kann gera eina konkreta avtalu um incita- mentssamsýning við ein lim í nevndini ella stjórnini. Um so er, at aðalfundurin góðkennir leiðreglurnar um incitamentssamsýning vil henda áseting, ið ikki krevur serskilta aðalfundarsamtykt, verða upptikin í viðtøkunum sum nýggj § 11.3: »Gjørdar eru yvirskipaðar leiðreglur fyri incitamentssamsýning av nevnd og stjórn bankans. Hesar leiðreglur eru samtyktar á aðalfundi bankans og almannakunngjørdar á heimasíðu bankans.« Síðani verða leiðreglurnar sum skjótast almannakunngjørdar á heimasíðu bankans við tilskilan av, at aðalfundurin hevur góðkent leiðreglurnar dags dato. 8. Uppskot frá nevndini um at geva nevnd bankans heimild til at lata bankan ogna sær egin partabrøv: »Aðalfundurin gevur nevndini heimild til – inntil komandi ársaðalfund – at lata bankan – til ognar ella til pant – ogna sær egin partabrøv upp til eitt samlað áljóðandi virði svarandi til íalt 10 % av partapeningi bankans, smb. § 48 í partafelagslógini. Tá bankin ognar sær egin partabrøv til ognar má keypsprísurin ikki víkja frá galdandi kursinum við meira enn 10 %.« 9. Ymiskt Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum Partapeningur, atkvøðurættur og kontoførandi peningastovnur Dagsskrá Um so er, at aðalfundurin góðkennir uppskot nevndarinnar um rindan av vinningsbýti, verður vinningsbýtið útgoldið til ta avlopskonto í einum peningastovni, sum er skrá- sett í Værdipapircentralen sum ein konta, har gjaldast kann til við frígerandi virkningi. Vinnings býtið vil, sambært galdandi reglum og siðvenjum, verða bókað á omanfyri nevndu kontur týsdagin 25. mars 2008. Rindan av vinningsbýti Ársroknskapurin 2007 við grannskoðaraátekning og ársfrágreiðing og dagsskrá við full- fíggjaðum uppskotum koma at liggja frammi á høvuðsskrivstovu bankans í Húsagøtu 3 í Tórshavn í seinasta lagi 8 dagar áðrenn aðalfundin. Ársroknskapurin 2007 og dagsskrá við fullfíggjaðum uppskotum