Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-05, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2008síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 46 - 5. mars 2008 Í døgunum 8. til 14. mars fer Bláikrossur undir eitt tiltak við heitinum ”Valið er títt!” Ætlanin við tiltakinum er at kunna ungdóm um rúsevnismisnýtslu, vandan við rúsevnum og hvør hjálp er at fáa Átak Snorri Brend Bláikrossur: - Rúsevnir eru vorðin ein størri og størri trupulleiki, og tí er al- samt meir neyðugt at kunna tey ungu um vandan og fylgj­urnar av rúsevnum, sigur Ásbj­ørn Berthelsen av Strondum. Hann er fyri stuttum sett- ur sum samskipari hj­á hes- um fráhaldsfelagsskapi- num, sum nú leggur til brots við hesum nýggj­a átakinum. Hetta verður gj­ørt sum ein partur av endamálinum hj­á Bláakrossi, sum millum annað hj­álpir fólki við rús- evnistrupulleikum. Hetta upplýsingarátakið hevur heitið “Valið er títt!“ Fyribyrgingarráðgevin hj­á Bláakrossi, Beinta Joen- sen, fer saman við dananum Christian Werlo at vitj­a á skúlum og aðrastaðni at greiða frá um rúsevnir og rúsevnismisnýtslu. Christian Werlo er fyrr- verandi rúsevnismisnýtari og stikknarkomanur, og hann fer at greiða frá upp- livingum úr sínum egna lívi. Eisini greiða tey frá um arbeiðið hj­á Bláakrossi í Føroyum. Tiltakið “Valið er títt!” vitj­ar á skúlum í Suðuroy mánadagin 10. mars, á Toftum og Runavík týsdagin 11. mars, á skúlum í Havn mikudagin 12. mars og fríggj­adagin 14. mars eru tað skúlarnir í Klaksvík og Virkishúsið, ið sleppa at uppliva tiltakið “Valið er títt!”. Tey ungu skulu nú velja Shell við Ringvegin 4 plattar av bomm standa og bíða. Meira enn 100 sløg av bommum Føroya Shell P/F | Vestara Bryggja 10 | Postboks 188 | FO-110 Tórshavn | Tel 34 74 00 | Fax 34 74 90 | shell@shell.fo Bomm Bomm Bomm