mikudagur 5. mars 2008síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
tíðindi
Nr. 46 - 5. mars 2008
Fortelur um krígsár í Havn
Í kvøld, mikukvøldið skipar pensjónistafelagið í Havn aftur fyri
forvitnisligurm tiltaki. Í kvøld fer Kári Petersen, myndamaður, at
greiða teimum frá sínum upplivilsum í Havnini undir krígnum og
um, hvussu tað var at veksa upp í høvuðsstaðnum tá. Fundurin er
í Losjuni klokkan 19 í kvøld. Kári Petersen er kendur í Havn;
bæði sum sjónleikari og myndamaður.
- Vit hava glett okkum
at koma heim til
Føroya, men tað er við
blandaðum kenslum,
at vit eru her, tí vit
hava júst sagt farvæl
til eitt arbeiði og fólk,
sum vit hava verið góð
við, sigur Henning
Bøgesvang, prestur
Prestur
Eyðun Klakstein
eydun@sosialurin.fo
Mánadagin kom ein gamal
kenningur aftur til Føroya
at búgva.
Henning Bøgesvang, sum
í 21 ár var prestur í Klaks
vík, er fluttur aftur til Før
oya. Hann hevur í 10 ár
verið sjómansprestur í Göte
borg, men sunnudagin verð
ur hann innsettur sum
prestur í Sjóvar prestagjald
ið. Tað starvið skal hann
røkja næsta hálva árið.
Men hvussu er tað so at
vera heima aftur?
Vit hava bara verið í Før
oyum í tveir dagar, so tað er
eitt sindur ringt at siga. Tað
er við blandaðum kenslum,
at eg fari frá einum arbeiði
í Svøríki, sum eg havi havt
i 10 ár, og sum eg og konan
hava verið sera glað fyri.
Vit hava glett okkum at
koma heim til Føroya, men
tað er við blandaðum kensl
um, at vit eru her, tí vit hava
júst sagt farvæl til eitt
arbeiði og fólk, sum vit
hava verið góð við, sigur
Henning Bøgesvang.
Men vit siga, at vit
koma heim til Føroya, og
tað hava vit sagt allatíðina,
meðan vit hava verið í
Svøríki. Vit hava sagt, at nú
skulu vit heim, og so spyrja
tey, hvar er tað? Jú, tað er
heim til Føroya. Vit hava
búð í Føroyum í 21 ár, og
tað er her, at vit hoyra til.
Hví ert tú farin úr einum
starvi í Svøríki, sum tú
treivst so væl í?
Dópsbrævið er at farið
tosa sítt týðuliga mál. Eg
eri blivin 65 ár, og hóast eg
kundi hildið áfram í starv
inum í Gøteborg í nøkur ár
afturat, so hava eg og konan
verið samd um, at vit skuldu
sjálvi finna hurðina. Vit
skuldu gevast, meðan leikur
var góður.
Steðgaðu longri
enn ætlað
Henning Bøgesvang kom
til Føroya á fyrstan sinni í
1976. Tá gjørdist hann prest
ur í Klaksvík, og tað starvið
røkti hann í 21 ár, til hann
fór av landinum aftur.
Meðan er arbeiddi í sjó
manskirkjuni í Antwerpen,
hitti eg nógvar føroyingar,
og teir søgdu við meg, at eg
skuldi koma til Føroya at
verða prestur í nøkur ár.
Teir høvdu myndir við, og
eg fekk áhuga fyri Føroyum.
Tá ið eitt prestastarv so
varð leyst at søkja í Klaks
vík, søkti eg og fekk tað,
sigur Henning Bøgesvang.
Vit ætlaðu okkum als
ikki at verða so leingi í Før
oyum. Ætlanin var at vera í
tveytrý ár, og so fara aftur
til Danmarkar ella í okkurt
starv í sjómanskirkjuni.
Men vit vórðu verðandi í
Føroyum í 21 ár. Tað var
líkasum, at tað allatíðina
var okkurt, sum vit vildu
náa, áðrenn vit fóru avstað.
Børnini
trivust
væl
í
Føroyum, árini gingu, og so
bleiv tað til, at vit vóru so
leingi í Klaksvík.
Eg hevði altíð sagt, at
ein prestur skal ikki arbeiða
á sama staði í langa tíð,
men tað gjørdi eg sjálvur.
Men eisini tað mátti fáa ein
enda, og tað var ein av or
søkunum til, at vit fóru av
landinum aftur.
Vil sjálvur finna
hurðina
Mánadagin kom Henning
Bøgesvang aftur til Føroya,
og sunnudagin verður hann
innsettur í Sjóvar presta
gjaldið, men tá ið hann fór
av landinum fyri 10 árum
síðani, var ætlanin ikki at
koma aftur til Føroya at
verða prestur.
Ætlanin var ikki at koma
heim til Føroya sum prestur,
men sum pensiónistur. Men
eg fekk ein fyrispurning frá
bispi, um eg kundi taka eitt
avloysarastarv í eitt hálvt
ár, og tað kom sum boð úr
himli, tí tað var eitt høvi hjá
okkum at byrja pensiónista
tilveruna í Føroyum. Eg eri
ógvuliga takksamur fyri, at
bispur spurdi meg, og at
kirkjuráðini vildu hava meg
sum prest.
Eru tit nú komin heim
fyri at verða?
Ja, vit hava bygt hús í
Søldafirði, og tað er mein
ingin, at vit nú er komin
heim fyri at verða.
Nú er hetta avloysara
starvið í Sjóvar prestagjaldi
í eitt hálvt ár. Kann tað hugs
ast, at tú fert at taka okkurt
líknandi starv í Føroyum?
Tað er trupult at siga.
Eg ætlaði ikki at halda
áfram sum prestur, men at
finna hurðina sjálvur. Nú
gleði eg meg til at røkja
avloysarastarvið
næsta
hálva árið, og eg veit ikki,
hvat hendir eftir tað, men
um eg haldi fram sum
prestur ov leingi, so vóni
eg, at fólk vilja siga við
meg, at nú er tíð at gevast.
Hvat ætlar tú annars at
brúka pensiónistatilveruna
til?
Vit hava ommu og abba
børn í Føroyum, sum vit
vilja hava tættari samband
við, og tað sama er við
familjuni í Noregi, har hin
sonurin hjá mær býr, og fam
iljuni í Danmark. Vit hava
ikki havt so góðar stundir til
familjuna, sum vit høvdu
ynskt okkum, men tað
verður vónandi øðrvísi nú,
sigur Henning Bøgesvang.
Lurta eftir samrøðu við
Henning Bøgesvang á Rás2
klokkan 22.05 í kvøld.
Bøgesvang
komin heim
- Eg ætlaði ikki at halda áfram
sum prestur, men at finna
hurðina sjálvur. Nú gleði eg meg
til at røkja avloysarastarvið
næsta hálva árið, og eg veit ikki,
hvat hendir eftir tað, men um eg
haldi fram sum prestur ov leingi,
so vóni eg, at fólk vilja siga við
meg, at nú er tíð at gevast, sigur
Henning Bøgesvang
Mynd: Jens Kr. Vang