mikudagur 5. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 46 - 5. mars 2008
Hóast bygdin liggur
avsíðis og heldur langt
burturi frá meginøki
num, er kortini líkt
til at fólk fegin vilja
búseta seg her
Bygdamenning
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Viðareiði: Í dag búgva 352
fólk í Viðareiðis kommunu.
Men líkt er til at tey gerast
enn fleiri í næstum.
Á skrivstovuni í bygdar
ráðnum liggja tey inni við
fleiri umsóknum frá fólki,
ið er hugað at búseta seg í
hesi norðastu bygd okkara.
Vit hava seks seriøsar
umsóknir, staðfestir borgar
stjórin, Hans J. Kallsberg
yvirfyri Sosialinum.
Hetta hendir, hóast henda
bygdin liggur fjarskotin, og
hóast neyðugt er at koyra
eftir
bæði
smølum
og
ótíðarhóskandi vegi um
bygdarfólkið skal nakra
staðni við bili.
Helst er tað vakra náttúran
og
barnavinarliga
um
hvørvið, sum gera sítt til, at
fólk senda inn umsóknir til
grundøki.
Flyta inn
Hóast fólk eru spent eftir at
fáa grundøkið fyri at byggja
sær síni egnu hús, so er kort
ini neyðugt hjá teimum at
geva tol.
Eg sigi bara sum Heðin
(Mortensen, blðm.), at tað
tekur tíð at avgreiða øll hesi
málini – eisini í okkara
kommunu, sigur Hans J.
Kallsberg.
Meðan bíðað verður, kann
bygdarfólkið fegnast um, at
hús standa í gerð og at fólk
eru í ferð við at flyta inn í
tvinnandi hús í bygdini.
Spurdur um, hví fólk
velja at búseta seg í heim
bygd hansara, sigur hann at
oftast er talan um, at annar
parturin er ættaður haðani.
Hinvegin eru ikki nógv
ar umsóknir frá fólki, har
hvørgin teirra er ættaður av
Viðareiði,
sigur
borgar
stjórin.
Trivnaður
Fólkatalið á Viðareiði hevur
verið
støðugt
vaksandi
seinastu 20 árini.
Í 1985 búðu 275 fólk í
bygdini og fýra ár seinni
fór talið upp um 300, vísa
hagtøl frá Hagstovuni.
Hesi seinnu árini hevur
talið ligið rættiliga støðugt
millum 340 og 350, og var
um ársskiftið tað hægsta
nakrantíð – 352.
Í bygdini finst millum
annað skúli, spælistova til
dagrøktina og í næstu letur
eisini ein handil uppaftur,
eftir at bygdin hevur ligið í
handilsloysi í eina tíð.
Samstundis
við
hetta
verður í løtuni kannað, um
og hvussu ein tunnil skal
gerast millum Hvannasund
og
Viðareiði.
Ymiskar
loysnir hava verið viðgjørd
ar, millum annað ein tunnil
uppá 2300 metrar.
Roynt verður í øllum
førum at skapa umstøður,
soleiðis at fólk kann trívast
á Viðareiði.
Norðoyatingmenninir,
Anfinn Kallsberg,
Jákup Mikkelsen og
Bjørn Kalsø hava
lagt uppskot um at
gera tunlar millum
Klaksvík, Árnafjørð
og Depil. Hetta er at
kalla sama uppskot
sum varð lagt fram
í seinastu tingsetu,
men fall burtur tá val
varð útskrivað
SamBand
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Borðoy: Nógv ferðslu
óhapp hava verið á hesi
farleiðini – bæði til tunlar
nar, millum tunlarnar og í
sjálvum tunlunum, vísa teir
tríggir andstøðutingmenn
inir á.
Í uppskotinum mæla teir
til at gera tveir tunlar – ein
millum Klaksvík og Árna
fjørð, og ein millum Árna
fjørð og Depil.
Útreiðslurnar til hetta
skulu í mesta lagi verða
292 mió krónur, siga teir
tríggir.
Skotið verður upp at játta
26 mió til ætlanina í ár, og
síðani størri upphæddir tey
næstu fimm árini, fram til
2012.
Verkætlanin er kostnaðar
mikil, viðganga tingmenn
inir. Hetta kemur av, at talan
er um at gera tveir tunlar.
Deyðsfella
Í viðmerkingunum til upp
skotið verður víst á, at
verandi farleið Norður um
Fjall, frá Klaksvík og yvir
til Árnafjarðar og víðari
norður til Norðdepils, varð
tikin í nýtslu, tá tunlarnir á
Borðoynni vórðu latnir upp
í ávikavist 1967 og 1969.
Tunlarnir hava bara eina
koyribreyt og lúka tí ikki
nútíðar krøv til hædd,
breidd og trygdarútgerð.
Fríhæddin er 3,2 m og
breiddin 3,5 m, og tí kunnu
størri akfør ikki koyra
ígjøgnum tunlarnar, sum
eru álvarsligir fløskuhálsar
fyri bygdirnar norðanfyri.
Í báðum tunlunum er
bara ein koyribreyt, og skal
suðurgangandi
ferðsla
halda aftur fyri mótkoyrandi
ferðslu. Hetta skapar ruðu
leika, tá akfør, sum ganga í
gjøgnum tunlarnar, men
ikki sleppa inn á víkiplássini
møtast, ella tá fleiri bilar
samanhangandi skulu víkja
á
sama
víkiplássi
fyri
mótkoyrandi ferðslu.
Tí er verandi støða ein
deyðsfella, har eingi trygd
arkrøv yvirhøvur eru ásett
og enn minni uppfylt, vísa
teir tríggir á.
Tað búgva umleið 800 fólk
norðan fyri tunlarnar, og
ferðslan er stór, umleið 900
akfør koyra í miðal um
samdøgrið, men til og frá
arbeiði er ferðslan ikki minni
enn í Norðoyatunlinum.
Uppskotið fer eisini at
fáa positivar avleiðingar
fyri vinnuna. Sum er, kann
eingin av størru bussunum
og einki nútímans flutnings
akfar nýta verandi farleið.
Fyri ferðavinnuna eru
hesir tunlarnir eisini ein
avgerandi fortreyt, verður
sagt.
Uppskot nr. 134/2007 er
nú lagt fram, og nú verður
bíðað eftir, hvat tingið sigur
til tað.
Nýtt uppskot um nýggjan tunnil
- Umsóknirnar koma sum oftast frá fólki, har annar
parturin er hiðani, sigur borgarstjórin á Viðareiði,
Hans J. Kallsberg
savnsmynd
Eitt modell av teimum støðu-
num, har ein kann hugsa
sær at ein komandi tunnil á
Borðoynni kemur at liggja.
Møguleikar eru at gera ein
einstakan tunnil av Strond til
Depils (1), ella tveir, har ein
knýtir Árnafjørð uppí (2)
Mynd: landsverk.fo
Fleiri vilja byggja
á Viðareiði
Kristian Fr. Olsen
varaborgarstjóri
Klaksvík: Ein meiriluti í býráðnum samtykti á fundi í
gjárkvøldið at velja Kristian Fr. Olsen (á talarastólinum)
úr Fólkaflokkinum til 1. varaborgarstjóra galdandi fyri
restina av inniverandi býráðsvalskeiði. Hetta kemur av, at
Jákup Mikkelsen hevur sagt frá sær varaborgarstjóra
sessin, nú hann hevur tikið sæti á Føroya Løgtingi.
7000 pund eftir tveimum setum
Sørvágur: Landingarmiðstøðin í Sørvági tók í gjár ímóti 15000 pundum
frá útróðrarbátum. Bátarnir eru úr Vágum, Skopun og Havn. Tann, sum
hevði mest var báturin Anna J úr Skopun. Teir høvdu 7000 pund av
tveimum setum, skrivar heimasíðan www.joanisnielsen.fo
1
2