Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-05, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 46 - 5. mars 2008 Dýrari sethús kring alla oynna Suðuroy: Seinastu tvey árini er sethúsaprísurin í Suðuroynni farin uppeftir, bæði tá talan er um at byggja nýggj sethús, og eisini tá eldri sethús verða keypt. Hetta eru Eik, Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi samdir um, skrivar Suðurrás. Tá talan er um at byggja nýggj sethús, so skal roknast við, at hesi kosta millum 1,3 og 1,4 milliónir, og tá er grundstykkið ikki við í prís­ inum. Grundstykkjaprísurin er ógvuliga ymiskur í oynni, alt eftir, hvar keypt verður. Tá talan er um keyp av eldri sethúsum, so er prísurin stýrdur av, hvar í oynni húsini eru, og hvørjum standi tey eru í. Eik hevði 1. ársfjórðing í 2006 ein miðalprís upp á 545.500 krónur, meðan miðalprísurin 4. ársfjórðing í 2007 var uppi á 753.775 kr. Suðuroyar Sparikassi er, eins og Eik og Føroya Banki, heldur ikki í iva um, at sethúsaprísirnir eru uppgangandi á teimum størru plássunum í Suðuroynni. Einki hús á sølulista Suðuroy: ­ Suðuroyggin er ein relativt tunnur sethúsamarknaður, sigur Suðuroyar Sparikassi í eini viðmerking til støðuna innan sethúsamarknaðin í oynni. Av hesum sama er datagrundarlagið heldur óvist og skal tí takast við fyrivarni. Eik, Føroya Banki og Suðuroyar Sparikassi upplýsa fyri Suðuroyarportalinum, at teir ikki hava nakað hús á sølulista í Suðuroy í løtuni. Í vektingini av fyri­ munum og vansum sigur Moody’s millum annað, at ein støðugt vaksandi meðalaldur og ein ófullfíggjað pensjónsskipan draga niður saman við skjótt vaksandi negativari handilsjavnvág RATING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Tá tað í gjár kom fram, at Føroyar vórðu rataðar á ein­ um triðja plássi, var sam­ felda metanin, at hetta er sera nøktandi, og tá hugsað verður um, at ratinglistin gongur frá 1 (sum er tað besta) til 21, og ljóðar hetta veruliga gott. Hinvegin er tað ein sann­ roynd, at tey lond, sum vit fegin vilja meta okkum sam­ an við, nevniliga hini Norð­ anlondini, eru øll ratað Aaa, sum er hægsta rating, sum verður givin. Í grundgevingini fyri, at Føroyar verða rataðar Aa2, sigur Moody’s, at fyrimun­ irnir millum annað eru: • Menningin av Føroyum sum ein rík ídnaðartjóð, grundað á fiskiskap og fiskiídnað • Sjálvstýrandi frælsi at áseta skatt og avgjøld, stýr­ ing av útreiðslunum og nøktandi peningagoymslu • Góð fíggjarlig úrslit sein­ astu árini • Rímilig og alsamt mink­ andi skuld • Støðug viðurskifti við Dan­ mark og skipaða gongd fram móti størri frælsi og møguligum sjálvstýri • Stórar goymslur at standa ímóti søguligum við­ brekni av búskaparligum og stjórnarligum inntøk­ um, og fíggjarliga orku at syrgja fyri pensjónum til ein alsamt vaksandi meðalaldri. Vansar Tað, sum sambært Moody’s dregur niður í Føroysku metingini, er fylgjandi: • Viðbrekni í fiskivinnuni, sum er sárbær mótvegis stórum útsvingum í bæði prísi og fiskinøgd, eins væl og munandi avbjóð­ ingum í stýringini av fiskiveiðini. Hetta verður tó nakað lættað av øktum fjølbroytni innan fiski­ vinnuna og í búskapinum sum heild. • Handilsjavnin er øktur munandi skeiva vegin og vil gerast enn verri, um fiskiskapurin, sum um­ boðar næstan allan útflutningin, minkar • Roknskaparliga skipan landsins, íroknað eftirlit og stýring av kommunu­ num, sum ikki er eins umfatandi og í hinum Norðanlondunum. • Møguligt sjálvstýri hevur til tíðir verið eitt viðbreki politiskt evni; um ikki væl verður stýrt, kemur ríkisveitingin í vanda. • Alsamt vaksandi meðal­ aldur og ein ófullfíggjað pensjónsskipan Moody’s ger sær eisini sínar metingar um útlitini fyri, at Føroyar kunnu fara upp ella niður á ratinglistanum. Í frá­ greiðingini sigur Moody’s: »Útlitini fyri Aa2 ratingini hjá Føroyum eru stabil, vís­ andi til stabilan búskap og fíggjarligari stýring av ábyrgdunum hjá heimastýrin­ um og skipaðu viðurskiftun­ um við Danmark við atliti at størri frælsi og møguligum sjálvstýri«. Síðani nevnir frágreiðing­ in, hvat skal til, fyri at Før­ oyar grulva upp á listanum: »Størri búskaparligt fjøl­ broytni, sum hevði skapt eitt størri BTÚ og landskassa­ inntøkur, kundi ført til eina uppgradering. Moody’s rokn­ ar tó ikki við munandi fjøl­ broytni í nærmastu framtíð, uttan so, at olja verður funnin og inntøkurnar harfrá verður stýrdar upp á longri sikt« Men tað eru eisini viður­ skifti, sum kunnu føra til eitt fall í ratingini: »Ratingin kann koma undir trýst, um landsstýrið linkar fíggjarligu stýringina ella um eitt munandi fall í búskapinum kemur fyri, ser­ liga um tað hendir av um­ hvørvisligum ella bygnaðar­ ligum broytingum í fiski­ vinnuni. Bráræðsnar polit­ iskar avgerðir, tiknar antin í Føroyum ella í Danmark, kunnu hava avgerandi ávirk­ an á møguleikarnar hjá Før­ oyum, tó at slíkar avgerðir tykjast ósannlíkar«. Tað eru sostatt møguleikar fyri, at Føroyar bæði kunnu fara upp og niður á rating­ listanum, men mest sannlíkt fara vit at halda plássið, tá rating aftur fer fram um hálvtannað ella tvey ár. Stórt rúm fyri betran Moody’s Investors Service sigur í eini frágreiðing á heima­ síðu síni, at føroyska ratingin er grundað á góð fíggjarlig úrslit síðani 1995, nøktandi peninga­ goymslu, rímiliga og minkandi skuld og minkandi rentuútreiðslur RATING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo ­ Hóast stóru avbjóðingar­ nar at stýra einum búskapi, sum er tengdur at fiskaríi, hava Føroyar fingið muna­ dygg fíggjarlig úrslit sein­ astu tíggju árini. Føroyar høvdu ein búskaparvøkstur upp á átta prosent í 2006, og roknað verður við líkn­ andi úrsliti í 2007. Varligar fíggjarætlanir, greið viður­ skifti við Danmark við atliti at øktum frælsi og væntandi sjálvstýri, umframt økt ansni og eftir­ lit, hava stabiliserað búskap landsstýrisins, sig­ ur Thomas Ameta, vara­ stjóri og Senior Credit Officeer, og leiðandi ana­ lytikarin fyri Føroyar. Í ratingini hevur Moody’s tikið serligt atlit til, at Føroyar eru so tætt tengdar at fiskivinnuni, serliga til útflutnings. Búskaparligur óstøðuleiki og ávirkanin á skattainn­ tøkurnar eru tí mettar at vera munandi hægri enn í Danmark. ­ Føroyska landsstýrið letur ikki longur stuðul til vinnulívið, og veðhaldini eru slept, nakað, sum ann­ ars førdi til fíggjarliga kreppu tíðliga í 90­unum. Føroyar eru nú nógv meiri mótstøðuførar, tí búskap­ urin sum heild, og serstak­ liga fiskivinnan, gerast alt meiri fjølbroytt, sigur hjálparanalytikarin, Matti­ as Frithiof. Ratingin tengd at Danmark Sambært Moody’s verður ratingin undirbygd av góðu møguleikunum hjá landsstýrinum at økja um inntøkurnar við hægri skatti og avgjøldum, og at halda aftur í útreiðslunum. Hetta speglast aftur í ríkis­ felagsskapinum við Dan­ mark og teirri ríkisveiting, sum landið fær fyri at um­ sita málsøki hjá ríkisfel­ agsskapinum, og at før­ oysku bankarnir eru undir­ lagdir danska fíggjareftir­ litinum. Aa2 ratingin er eisini tengd at, at tað er ógvuliga sannlíkt, at Danmark (rat­ að Aaa og stabilt) fer at taka um endan til tess at fyribyrgja einum skrædli í føroyska búskapinum. Væntanin um stuðul byggir á verandi viðurskifti við Danmark, lítið hugs­ andi broyting í hesum við­ urskiftum í nærmastu framtíð, umframt søgu­ ligum donskum stuðli til oyggjarnar. Føroyar eru eitt sjálv­ stýrandi øki innan ríkis­ felagsskapin. Tað er eitt oyggjasamfelag við 18 oyggjum í Norðuratlandts­ havi, við Stóra Bretlandi og Íslandi sum nærmastu grannum. Livistøðið hjá teimum 48.350 íbúgvunum er høgt, men kortini eitt sindur lægri enn hjá hinum Norðanlondunum, skrivar Moody’s á heimasíðu síni. Men hesum seinasta reglubrotinum munnu fleiri hava hug at muta ímóti. Góð skots­ mál frá Moody’s Vaksandi meðalaldur og ófullfíggjað pensjónskipan er nakað, sum dregur niður í ratingini hjá Moody’s Tilvildarlig mynd