mikudagur 5. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 46 - 5. mars 2008
Sjálvur trúgvi eg, at
høvdu vit havt tikið
ábyrgd av øllum sam
felagnum fyrr, høvdu
vit eisini ligið millum
hini grannalondini í
dag. Tað ivist eg ikki í,
sigur Karsten Hansen
um ratingina hjá
Moody’s
RATING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Karsten Hansen, fíggjar
málaráðharri, var fegin um
plaseringina, sum metingin
hjá Moody’s gav Føroyum,
men spurningurin er, um
hetta er nóg gott, tá hini
Norðanlondini eru bólkað
ovast á ratinglistanum.
Eg vildi sjálvandi yngst,
at vit eisini lógu á einum
fyrsta plássi, men tá skal
eisini verða sagt, at hyggja
vit eftir, hvussu gongdin
hevur verið síðani kreppuna,
so haldi eg, at tað er heilt
fantastiskt, at vit nú eru vekt
að á einum triðja plássi út av
21, sigur Karsten Hansen.
Og hetta ljóðar jú ikki so
galið, so hvussu er fíggj
armálaráðharrin nøgdur við
hesa metingina.
Eg eri væl nøgdur. Hetta
gevur okkum mót og eggjar
okkum til at halda áfram
soleiðis, at vit koma at
standa javnbjóðis við okk
ara grannar, sigur hann.
Men tað er eingin loyna,
at tann sannroynd, at vit eru
í einum ríkisfelagsskapi við
Danmark, lyftir okkum tvey
stig uppeftir listanum.
Tað er meira ein stað
festing av, hvussu teir síggja
tað. Vit hava jú í nógv ár liv
að undir hesi skipan, og eg
haldi tað er gott, at teir eru
komnir til ta niðurstøðu, at
vit einans høvdu fallið tvey
stig niður, vóru vit ikki sam
an við Danmark. Sjálvur
trúgvi eg, at høvdu vit havt
tikið ábyrgd av øllum samfel
agnum fyrr, høvdu vit eisini
ligið millum hini grannalond
ini í dag. Tað ivist eg ikki í,
sigur Karsten Hansen.
Fíggjarliga ábyrgd
Men tað merkir, at uttan
donsku ríkisveitingina, lógu
Føroyar á einum fimta
plássi, og tað gevur verri
lánimøguleikar, verri kred
ittmeting og dýrari lán, og
tað er nakað, vit mugu fyri
halda okkum til.
Vit mugu sjálvandi fyri
halda okkum til ta ratingina
vit hava fingið, tí tað er
hendan ratingin, ið granna
londini og heimurin lesur.
Ratingin er gjørd eftir sama
leisti sum hjá øllum øðrum
heimsins londum, og teir
hava lagt eina ávísa tyngd í,
at vit eru í einum ríkisfel
agsskapi. Vit fáa ikki fulla
sannleikan at vita, fyrr enn
vit eru leys av ríkisveitingini,
og hava tikið fulla ábyrgd
av
samfelagnum,
sigur
Karsten Hansen.
Fíggjarmálaráðharrin vís
ir á, at í avtaluni frá 1998
millum donsku og føroysku
stjórnina, sum eisini er sam
tykt í løgtinginum, verður
staðfest, at føroyingar hava
fulla ábyrgd av fíggjarligu
viðurskiftunum í Føroyum.
Moody’s ger hesar met
ingar javnan, og teir fylgja
støðugt gongdini í øllum
teimum londunum og øllum
teimum fyritøkum, teir rata.
Um einki óvanligt og drast
iskt hendir, senda teir út
nýggjarratingar við hálvum
øðrum til tvey ára millum
bili. Og hvat málið er fyri
næstu ratingini, ivast fíggj
armálaráðharrin ikki í.
Tað er sjálvandi ringt at
spáa um framtíðina, men
málið er at flyta okkum upp
frá har, vit eru móti har,
sum grannatjóðirnar eru.
At havt nakað annað sum
mál hevði verið púra burtur
við, sigur Karsten Hansen.
Koma longri sum sjálvstøðug
At Føroyar eru rataðar
á triðja plássi á rating
listanum fer at hava
eina positiva ávirkan
á búskapin. Men tað
fer at verða tungt at
flyta seg hægri upp
á listanum, heldur
Sigurð Poulsen, lands
bankastjóri
RATING
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Góða ratingin, sum Føroyar
hava fingið frá Moody’s,
hevur fleiri positiv árin við
sær. Eitt av hesum er áhugin
í lánsbrøvunum hjá lands
stýrinum.
Tað fer í høvuðsheitinum
at merkjast á tann hátt, at
tað verða fleiri íleggjarar,
sum kunna hava áhuga í
lánsbrøvunum hjá landsstýr
inum, segði Sigurð Poulsen
við Rás2.
Ratingin
hevur
eisini
ávirkan á kostnaðin hjá
landinum, at fara út í heim
at lána pening.
Vit hava gjørt eina met
ing síðani vit fingu at vita,
hvør ratingin fór at verða
og eru komnir til, at hendan
ratingin á triðja plássi kann
gera, at rentan fer at lækka
0,2%, og merkir so tað, at
rentan fer at liggja umleið
0,2% undir tað, tey hægst
rataðu londini fáa, sigur
Sigurð Poulsen.
Sum ført hevur verið
fram, er ein partur av góðu
ratingini grundaður á, at
Føroyar eru í ríkisfelags
skapi við Danmark, og tað
hevur eisini týdning tann
positiva vegin í metingini.
Uttan hesa ratingina
hevði kostnaðurin verið á tí
støði, ið vit høvdu fingið
sum sjálvstøðug tjóð, altso
á einum 5. plássi. Og hesi
tvey plássini upp eftir list
anum gera, at fleiri íleggj
arar eruahugaðir í lánsbrøv
unum hjá landsstýrinum,
sigur Sigurð Poulsen.
Sæst aftur í
gerandisdegnum
Men eitt er, at landið fær
fíggjarligar fyrimunir av
hesi ratingini hjá Moody’s,
spurningurin
er
bara,
hvussu hetta fer at síggjast
aftur í gerandisdegnum.
Ein av fyrimununum av
hesi ratingini er, at stórar fyri
tøkur, sum gera seg galdandi
í Føroyum og uttanlands,
lættari kunnu fáa fígging, og
harvið eisini bíligari fígging,
sum so aftur merkir, at tær
gerast betri kappingarførar.
Hetta merkir, at tað fer at
stuðla undir búskapinum í
Føroyum. Tað verður tó neyð
ugt hjá fyritøkunum at kunna
útnytta tan fyrimunin, so tað
fer at taka langa tíð, áðrenn
hetta sæst aftur í búskap
inum, sigur Sigurð Poulsen.
Og júst innan útflutnings
vinnuna er týdningarmikið,
at vit menna okkum.
Eitt av teimum tiltøkun
um, sum skulu til, fyri at bøta
um okkara rating, er at bera
so í bandi, at sveiggini í
búskapinum verða minni enn
tey hava verið, og tað sum
best kann verða við til at
minka sveiggini, er at vit fáa
tænastufyritøkur, sum flyta
út, sigur landsbankastjórin.
Sambært Karsteni Han
sen er málið at náa upp á
bestu rating, men tað verður
eitt tungt stig at taka, væntar
landsbankastjórin.
Tað er eitt nokk so stórt
stig. Teir siga, at útlitini í tí
ratingini, vit hava fingð, eru
stabil, tí er tað munandi
viðurskifti, sum skulu til fyri
at broyta, bæði tann góða veg
in og tann ringa vegin, segði
Sigurð Poulsen við Rás2.
Góða ávirkan á búskapin
Karsten Hansen er fegin um ratingina, sum Føroyar hava fingið frá Moody’s, men heldur, at høvdu
vit tikið fulla ábyrgd fyri øllum samfelagnum fyrr, høvdu vit verið komnir longri fram á leið
Mynd: Álvur Haraldsen
Sigurð Poulsen, landsbankastjóri, væntar, at nýggja ratingin
hjá Føroyum kann fáa positiva ávirkan á búskapin
Mynd: Álvur Haraldsen
Best at eta tvøst
Norskir hvalaveiðimenn mæla nú fólki til at eta tvøst
heldur enn neytakjøt, tí tað er betur fyri umhvørvið.
Hvalaveiðimenninir vísa á, at sambært kanningum er
tvøst tað kjøt, sum letur minst CO2 út í luftina í sambandi
við framleiðsluna. Berlingske Tidende skrivar, at fyri
hvørt kilo av tvøsti, sum verður brúkt til mannaføði, fer
1,9 kilo av CO2 út í luftina, men er talan um eitt kilo av
neytakjøti, fara heili 15,8 kilo av CO2 út í luftina.
Íleggjarar ivast
Áhugin fyri at leita eftir diamantum í Grønlandi er stórur,
men nú eru íleggjarar farnir at ivast í, hvussu góð útlitini
fyri at finna nakað nevnivert veruliga eru. Kanadiska
felagið Hudson Resources boðaði í síðstu viku frá, at
felagið hevði funnið diamantar í rímiligum nøgdum við
Kangerlussuaq, men kortini fall virðið á partabrøvum
felagsins. Íleggjararnir siga sambært KNR, at teir kenna
seg ikki vísar í, at kanningarúrslitið er nóg gott.
Nýggja slagorðið: -Etið tvøst og bjargið heiminum
(Mynd: Morgunblaðið)