mikudagur 5. mars 2008síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 46 - 5. mars 2008
- Tað krevur gjølliga
umhugsan, tá ið
avgerð skal takast
um at sleppa sínum
lívsverki. Hinvegin
er neyðugt at seta
upp teir karmar sum
gera, at samanhangur
er í tí dagliga, segði
Eyðfinn Egholm,
stjóri á Tórshavnar
Skipasmiðju, tá ið
Frithleif Olsen segði
farvæl á FJM seinasta
fríggjadag
Farvæl
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Seinasta fríggjadag var mót
tøka í Sjókaféini í Runavík,
sum heldur til í bygning
inum, har FJM hevur sína
smiðju og sítt virksemi.
Móttøkan var skipað í
sambandi við, at Frithleif
Olsen, ein av stovnarunum
av FJM, fór frá sum stjóri
og gevst í fyritøkuni, sum
hann saman við øðrum
legði lunnar undir.
Fyri nøkrum árum síðan
varð fyritøkan FJM løgd
saman
við
Tórshavnar
Skipasmiðju, sum í dag
eigur og rekur smiðjuvirk
semi í Havn, Runavík,
Vestmanna og á Skála.
Eini 100 fólk vóru møtt
til móttøkuna í Runavík,
har borðreitt varð við ábiti
og onkrum leskandi.
Stjórin
á
Tórshavnar
Skipasmiðju,
Eyðfinn
Egholm, segði nøkur orð,
og tað gjørdi Frithleif Olsen
eisini.
Sosialurin hevur roynt at
fáa í lag prát við Frithleif
Olsen, sum umframt at hava
verið stovnari og stjóri í
FJM, eisini er nevndarfor
maður í Eik Banka, men
Frithleif er í løtuni uttan
lands, og nýggja telefonin
hjá honum kann ikki røkk
ast.
Ikki stundir
Við móttøkuna segði Eyð
finn Egholm, at Frithleif
hevur valt at gevast, tí hann
hevur so nógv onnur ting at
takast við, og tískil heldur
hann ikki, at tíðin røkkur
til.
Kanska tí, at Frithleif
sjálvur hevur valt hesa
gongd, er hetta ein serligur
dagur hjá honum, helt skipa
smiðjustjórin fyri.
Hann vísti á, at hevði
hetta verið í Danmark,
høvdu fólk ivaleyst sagt, at
fyritøkan hjá Frithleifi í
sínari tíð byrjaði sum eitt
kjallaravirki, men í hesum
føri var talan meira at kalla
um eitt neystavirki – og
síðan eitt garaguvirki fram
til tað, sum vit síggja í dag.
Eyðfinn segði seg ikki
kenna søguna aftanfyri virk
semið hjá Frithleifi og FJM
nóg væl.
Men eg veit, at tað er
ikki bara fyritøkan hjá hon
um, sum er ment øll hesi ár.
Frithleif sjálvur er eisini
mentur – og nú so mikið, at
hann ikki longur hevur
stundir at taka sær av fyri
tøkuni, segði hann við ein
um brosi.
Skipasmiðjustjórin vísti
á, at Frithleif hevur fleiri
álitisstørv, og í seinastuni
hava vit hoyrt um, hvussu
hann sum nevndarformaður
í Eik Banka hevur verið við
til at skrivað søgu við at
vinna bankanum besta úrslit
nakrantíð.
Lyklapersónur
Tað krevur sjálvandi gjøll
iga umhugsan, tá ið avgerð
skal takast um at sleppa
lívsverkinum. Hinvegin er
neyðugt at seta upp teir
karmar sum gera, at saman
hangur er í tí dagliga. Lívið
er jú annað enn arbeiði.
Eyðfinn vísti á, at nú
Frithleif gevst, fær onkur
annar møguleikan at royna
seg og taka á seg størri
ábyrgd, og tað kann eisini
vera positivt.
Tá ið ein av lyklaper
sónunum fer úr eini fyritøku
sum FJM, sum í stóran mun
byggir á tað, sum á nútímans
máli kallast netverk, er upp
gávan at finna eina loysn
soleiðis, at netverkið fram
vegis er so fullkomið sum
gjørligt.
Skipasmiðjustjórin segði
seg hava tosað nógv við
Frithleif um, hvørjir møgu
leikar kundu hugsast.
Vit hava soleiðis funnið
fram til eina loysn, har dag
liga leiðslan á staðnum kem
ur at hvíla á Dakko og Jóan
Henriki, sum eru gamlir í
fyritøkuni.
Kenslurnar
Við høvi nýtti Eyðfinn eis
ini møguleikan at takka
undangongumanninum fyri
góð ráð – og sum hann tók
til:
Nú er tað upp til okkum
at vísa, at virksemið kann
førast víðari uttan Frithleif.
Í hesi stuttu tíð, meðan eg
havi verið stjóri, havi eg
merkt, hvussu kenslurnar
fyri FJM hava ein stóran
leiklut í tí dagliga. Sam
stundis havi eg merkt ein
stóran áhuga fyri, at vit nú
skulu arbeiða saman í sam
takinum, soleiðis at best
møguligt úrslit fæst burtur
úr samlaða virkseminum.
Eyðfinn legði dent á, at
eitt gott samstarv verður til
gagns fyri allar partar – og
ikki minst viðskiftafólkini
Qaqortoq fær borgarstjóran
Kommunurnar, sum eftir ætlanini skulu leggjast saman í eina stóra
suðurgrønlendska kommunu, eru vorðnar samdar um, at borgarstjórin í
nýggju kommununi skal hava sæti í Qaqortoq. Harumframt skulu
kommunustjórin, skrivarin og fíggjardeildin halda til í býnum.
Qaqortoq verður tann størsti býurin í suðurgrønlendsku
stórkommununi. Aðrir býir eru Narsaq og Nanortalik, sum skulu hýsa
eitt nú skúlaverkinum, mentanini og vinnuumsitingini.
Qaqortoq verður kommunalur høvuðs
ýur í Suðurgrønlandi (Mynd: KNR)
Grønlendskt avlop
Grønlendska reiðaríið Royal Arctic Line hevði
33,4 mió. krónur í avlopi í fjør fyri skatt og 23,3
mió. krónur eftir skatt. Tað er væl minni enn í
2006, tá avlopið var 57,7 mió. krónur eftir skatt.
Inntøkan í fjør var 793 mió. ímóti 752 mió.
krónum í 2006. Úrslitið í fjør gjørdist frrægari,
enn leiðslan hevði væntað, og komst tað av, at
skipini høvdu meiri farm at flyta seinna hálvár
enn væntað. Men strandfarasiglingin var eisini
dýrari enn væntað, sigur KNR.
Frithleif sagt sínum lívsver
FJM, sum er maskinverkstaðurin við Fjøruvegin í
Runavík, er stovnað í 1986, og í fleiri ár átti felagið
hølini, har SD-Beding er í dag. Fyri nøkrum árum síðan
keypti felagið stóra og rúmliga bygningin, har
Eysturoyar Heilsøla áður húsaðist. Gólvhæddin í
hesum bygningi er heili 2450 fermetrar, umframt
skrivstovuhølir, matarhøll og onnur høli í ovaru
hæddini, har Sjókaféin eisini húsast.
Í bygninginum er pláss fyri øllum virkseminum hjá
felagnum á einum staði, og tað er eisini ein stórur
fyrimunur, at hesin bygningur eins og hin gamli, sum
felagið upprunaliga átti, liggur dygst við havnalagið í
Runavík. Høvuðspersónurin aftanfyri FJM hevur síðan
byrjan verið Frithleif Olsen í Rituvík.
Við endan av 2004, tá ið FJM í Runavík og Tórshavnar
Skipasmiðja avgjørdu at leggja saman frá 1. januar
2005 at rokna, vóru teir fýra, ið áttu felagið við Frithleifi
sum høvuðspartaeigara. Hinir tríggir vóru Jóhan
Hendrik Olsen, Petur Jacob Petersen (Dakko) og Arni
Carlsen.
Maskinverkstaðurin hevði í eitt langt áramál
samstarvað við Tórshavnar Skipasmiðju, og nú varð
hildið, at tíðin var komin til samanlegging.
Partarnir hildu, at ein slík samanlegging hevur stóran
týdning fyri kappingina við umheimin. Mett varð, at
við dygdunum hjá starvsfólkunum gjørdist førleikin at
veita fiskivinnuni á landi og skipaflotanum annars
heildarloysnir uppaftur størri enn áður.
Uppgávan hjá FJM hevur øll árini verið at veita
fiskivinnuni ymiskar loysnir - og heildarloysnir - úr
rustfríum stáli. Felagið hevur lagt seg eftir nýhugsan
og at menna nýggjar vørur úr rustfríum stáli - við
bondum, pavnum og framleiðslutólum til fiskiídnaðin.
FAKTA