mikudagur 5. mars 2008síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 5. mars 2008
11
tíðindi
Íslendsk mjólk til Evropa
Í Íslandi eins og í øðrum londum kæra bøndur við mjólkineytum seg
um, at fóðrið er dýrkað sera nógv í seinastuni, men íslendski
forsætisráðharrin heldur ikki, at tað er nakar trupulleiki hjá teimum
íslendsku bøndrunum. Undir einum orðaskifti í Altinginum fyrradagin
segði Geir H. Haarde, at eftir hansara tykki hava íslendskar
mjólkarvørur góðar møguleikar á evropeiska marknaðinum. Tað ræður
bara um at bera seg rætt at, segði forsætisráðharrin.
Íslendskar mjólkarvørur hava
góðar møguleikar í Evropa (Mynd: Vísir)
Fleiri íslendingar
Fólkatalið í Íslandi veksur. Tann 1. januar í ár búðu
313.376 fólk í Íslandi ímóti 307.672 eitt ár
frammanundan. Sostatt vaks fólkatalið 1,9 prosent í fjør,
og tað var heldur minni enn í 2006, tá tað vaks 2,6
prosent. Men tað var eisini metár. Hagtølini vísa, at
íslendingar flyta av bygd til høvuðsstaðarøkið at búgva. Í
Reykjavík og har á leið vaks fólkatalið 2,4 prosent í fjør.
Á Eysturlandinum minkaði tað harafturímóti heili 9,4
prosent.
Hann hevur siglt sum
skipari í meira enn
40 ár, hevur skrivað
tríggjar bøkur, og nú
letur hann upp sína
triðju listaframsýning
við 30 listaverkum
Framsýning
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Hósdagin klokkan 16 letur
vágbingurin, Absalon Absa
lonsen, upp málningafram
sýning í Smiðjuni í Lítluvík.
Opið verður hendan fyrsta
dagin so leingi, sum fólk
kemur.
Framsýningin
verður opin hvønn dag til
og við týsdagin í næstu
viku frá klokkan 1419.
Við á framsýningin hevur
listamaðurin 30 málningar,
sum allir eru málaðir við
akryl. Hetta eru eitt nú
landslagsmyndir, bygdaløg,
skip og bátar.
Absalon, sum í dag er 68
ára gamal, hevur siglt sum
skipari í góð 40 ár, men
gavst at sigla fyri hálvum
øðrum ári síðan.
Umframt at vera kendur
sum skipari, er hann eisini
rithøvundur og hevur skriv
að tríggjar bøkur, ”Hjálp úr
neyð” (2004), ”Sornhús
fólkini” (2005) og ”Jóan
Petur hjá Mouritsi” (2006).
Bjargingar
Absalon hevur fingist við
at mála, síðan hann var eini
20 ára gamal. Hann hevur
áður málað við oljumáling,
men málar nú bara við
akryl.
Síðan eg fyrstu ferð
royndi meg við pensli og
máling, havi eg altíð málað
av og á, men ikki so saman
hangandi øll árini.
Millum motivini hjá hon
um á framsýningini eru
tvær bjargingar á havinum,
soleiðis sum listamaðurin
ímyndar sær, at hesar fóru
fram.
Hin fyrra er ein bjarging
út fyri Vágseiði í 1891, tá
ið brim knappliga kom,
meðan bátarnir vóru á
útróðri. Her var tað Kvívíks
Jógvan, sum í deksbátinum
Slanguni stóð á odda fyri
bjargingini. Allir útróðrar
menninir bjargaðust, men
fleiri bátar fórust.
Absalon sigur, at ein søga
er um, at menn undir bjarg
ingini spurdu KvívíksJógv
an, um teir eisini skuldu
bjarga bátunum. Tá skuldi
úrmælingurin taka soleiðis
til: ”Fáið kropparnar á dekk
ið...”.
Hin bjargingin, sum Absa
lon ímyndar sær á einum
málningi, er frá hendingini
á Kappanum í 1935, tá ið
Kaj Johannesen umborð á
Koraliu bjargaði manningini
við Blithsome, ið pápin,
Mortan Johannesen, førdi.
Eisini her eydnaðist at
bjarga allari manningini.
Hans Pauli Johannesen
var ein av manningini, og
eg havi sjálvur siglt saman
við Hans Paula í eini seks
ár. Havi eisini verið saman
við øðrum monnum, sum
vóru á Kappanum í 1935, tá
ið bjargingin fór fram, sigur
Absalon.
Ein málningur er eisini
av grindadrápi í Vági.
Eri amatørur
Øll árini, meðan eg sigldi
sum skipari, skrivaði eg av
og á í fríløtum, men eg
gjørdi einki við at mála.
Tað bar ikki so væl til
umborð.
Absalon sigur, at hann
kennir seg sum amatørur
innan málingalist, og hann
dylir ikki, at prísirnir á
málningunum, sum hann
nú fer at sýna fram í
Smiðjuni í Lítluvík, eisini
eru amatørprísir, sum hann
tekur til.
Listamaðurin hevur havt
tvær framsýningar undan
hesari, eina á Tvøroyri og
eina í Vági.
Prísirnir liggja úr 1.900
krónum og upp í 3.500 krón
ur, og størstu málningarnir
eru 80x100 sentimetrar. Eg
vil heldur selja fyri ein
lægri prís enn at liggja inni
við teimum, tí eg havi ikki
pláss fyri øllum, sigur lítil
látni listamaðurin, rithøv
undurin og skiparin, Absa
lon Absalonsen.
Hann hevur selt fleiri
málningar á undanfarnu
framsýningum, og hann
hevur eisini málað nógvar
málningar til fólk eftir
bíleggingum.
Uppilagstur skipari
á listaframsýning
- Eg eri amatørur og vil
heldur selja málningarnar
fyri ein lægri prís enn at
liggja inni við teimum, tí eg
havi ikki pláss fyri øllum,
sigur lítillátni listamaðurin,
rithøvundurin og skiparin,
Absalon Absalonsen
Mynd: Vilmund Jacobsen
ki farvæl
koma at merkja, at virk
semið kring landið hongur
saman og virkar sum ein
eind.
Góð ynskir
Skipasmiðjustjórin
segði
seg onga løtu ivast í, at fólk
frameftir eisini fara at hoyra
navnið á Frithleifi nevnt,
hóast hann nú hevur slept
lívsverkinum við Fjøruvegin
í Runavík.
Men um hetta verður úr
vinnulívinum, politikki –
ella úr báðum – veit eg ikki,
men einki er at ivast í, at
hann framhaldandi verður
virkin, har hann kemur at
starvast.
Eyðfinn Egholm ynskti
at enda Frithleifi Olsen blíð
an byr.
Heilt síðan byrjan, hevur Frithleif Olsen verið
ímyndin av maskinverkstaðnum FJM í Runavík.
– Nú er tað upp til okkum at vísa, at virksemið
kann førast víðari uttan undangongumannin, segði
Eyðfinn Egholm, skipasmiðjustjóri, fríggjadagin
Mynd: Jens Kr. Vang