mikudagur 5. mars 2008síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 5. mars 2008
17
KIA nr. fimm
í Danmark
Eftir 12 ár á danska marknaðinum teljast Kia millum
mest seldu bilmerkini í Danmark og liggja í dag sum
nummar fimm. Serliga er tað KIA Cee’d við 7 ára
garanti, sum er bestseljarin. .
KIA Import Danmark AS varð stovnað í 1996. Í ár
verður roknað við sølu av umleið 8.000 bilum, sum
svarar til eina framgongd upp á 15 prosent í mun til í
2007. KIA hava høvuðssæti í Fredericia.
KIA Cee’d við 7 ára garanti er bestseljarin hjá KIA í
Danmark
Nýggir bilar
kunnu rusta
Hóast bilarnir ongantíð áður hava verið
so væl rustviðgjørdir og rustað so lítið
sum hesi seinastu árini, eru tað enn fleiri
bilframleiðarar sum ikki verja sínar bilar
nóg væl móti rusti, skrivar FDM limablaðið
Motor í februar útgávuni
Bilrøkt
Nógvir nýggir bilar eru sera væl rustviðgjørdir og
verksmiðjurnar geva vanliga millum 6 og 12 ára
gjøgnumteringsgaranti. Sambært FDM er sannleikin
tann, at tað eru fleiri nýggir bilar, sum eru sera væl
rustvardir, meðan aðrir burdu fingið eina rustviðgerð,
áðrenn teir verða tiknir í nýtslu.
Hetta vísir ein kanning í Motor, sum er gjørd av 300
nýggjum bilmodellum frá 1997 til 2007. Kanningin er
gjørd í samstarvi við blaðið Vi Bilägare, svenska sam
starvsfelagan hjá FDM.
Onkrar verksmiðjur gera vart við, at um teirra bilar
fáa eina eyka rustgerð í garantitíðini, tekur garantiið
ikki við, um bilurin seinni fer at rusta. FDM ráða tí til,
at rustviðgerð í garantitíðini verður gjørd í samráð við
bilasøluna, har bilurin er keyptur.
Motor og Vi Bilägare hava vurderað samlaða kvali
tetin av rustviðgerðini, sum t.d. um hvussu mótstøðufør
konstruktiónin er móti rusti, hvat slag av tilfari er
brúkt og í hvønn mun veksmiðjan hevur brúkt effektiva
rustverju. Kanningin vísti, at ikki allir bilar ikki eru
nóg væl vardir móti rusti, sum t.d. í holrúmum og
samlingum í konstruktiónini av bilunum.
Kelda: FDM/Motor
Sambært FDM eru ikki allir bilar nóg væl vardir
móti rusti, sum t.d. í holrúmum og samlingum í
konstruktiónini av bilunum
Suzuki GSX 650F
MC
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Japanska Suzuki verksmiðj
an er ein av heimsins størstu
motorsúkkluverksmiðjum
við einum stórum pro
grammi við nógvum ymisk
um motorsúkklum.
Ein av nýggjheitum frá
Suziki er GSX 650F, sum
er ein tekniskt framkomin
og flott motorsúkkla.
At síggja til líkist Suzuki
GSX 650F eini súkklu í
Supersport klassanum, men
í veruleikanum er hon ein
Suzuki Bandit 650 við allari
útgerð. Suzuki Bandit 650
varð av donskum motors
journalistum kosin Ӂrets
motorcykel 2007”.
Suzuki GSX 650F hevur
4 syl. vatnkøldan motor við
656 kubikk og 85 hk við
10.500 snún/min. Toppferð
in er 215 km/t. Kápan
framman á GSX 650F verjir
føraran væl undir koyring
móti t.d. vindi, vatni og
insektum. GSX 650F er ein
væl
koyrandi
allround
motorsúkkla.
Tað er MCSølan á Norð
asta Horni í Havn, sum um
boðar Suzuki motorsúkkl
urnar.
Á heimasíðuni: www.
mcsolan.fo eru upplýsingar
um úrvalið av t.d. motor
súkklum og skutarum og
hópin av leikjum til aðrar
MCsíður.
Suzuki GSX650F, sum
fæst í tveimum litsamanset
ingum: hvít/blá ella svørt,
kostar kr. 77.498,
Suzuki GSX
650F er ein væl
koyrandi allround
motorsúkkla
bilar
www.dekkmaster.fo
info@dekkmaster.fo
telefon 227 000
...tá ið prísurin eisini er avgerandi!
Original-look felgur til VW/Audi
við 225/40-18 dekkum. Felg-
urnar verða latnar við boltum og
VW/Audi-búmerkjum.
18” New RS4
Við 225/40-18 dekkum
Fyri settið
10.800,-
CE- góðkendur leður-
jakki við verjum í
albógvum, herðum
og ryggi. Fæst í
fleiri støddum.
MC-jakki
einans
1.950,-