mikudagur 5. mars 2008síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 46 - 5. mars 2008
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
bilar
Í sendingini Bylgjan
hjá Kringvarpinum
hesa vikuna vórðu
tveir bilar ummældir:
Spildurnýggi Mazda6
og nýggi Ford Focus,
sum júst nú hevur
fingið eina sonevnda
facelift
Bilar
Bilarnir sum vórðu ummæld
ir í sendingini Bylgjan hjá
Kringvarpinum mikudagin
5. mars vóru Mazda6 Sport
við 2,5 litra bensinmotori
við 170 hk, og Ford Focus
Titanium við 1,6 litra diesel
motori við 109 hk.
Mazda6
Fyrri bilurin, sum varð
royndarkoyrdur
var
Mazda6. Hesin nýggi er
eyðkendur av sportligum
designi, sportligum koyrieg
inleikum og kvaliteti og
trygd á høgum støði, eins
og allar trygdarskipanir eru
innbygdar sum standard.
Innan er ein heilt nýggjur
stílur, og allar funktiónir
eru
ergonomiskt
rættar,
soleiðis at bilurin kennist
tryggur og góður at koyra.
Stóra aksilfrástøðan gevur
gott pláss hjá teimum ferð
andi í bilinum. Bilurin er
rúmligur og viðførisrúmið
er 504 litrar.
Mazda6 verða gjørdir
sum sedan, hatchback og
stationcar.
Mazda6 fæst eisini við
hesum bensinmotorum: 1,8
litra við 120 hk og 2,0 litra
við 147 hk. Bilurin sum
varð royndarkoyrdur, ein
2,5 litra við 170 hk bensin
motori
og
kostar
kr.
348.000.
Mazda6 kann síggjast og
roynast hjá Bilasøluni í
Hoyvík. Prísirnir byrja við
kr. 266.000.
Ford Focus
Seinni bilurin var ein Ford
Focus Titanium 1,6 TDCi
við 109 hk. Hesin er faclift
útgávan av tí Focus, sum
kom á marknaðin í 2005.
Ford Focus hevur roynst
sera væl og er ein av mest
seldu bilum yvirhøvur.
Teir eru bygdir yvir sama
plattform sum t.d. Volvo
S40 og Mazda3 og fáast í
nógvum ymiskum útgáv
um: hatchback við 3 og 5
hurðum, sedan, stationcar
og coupé cabriolet.
Focus eru kendir fyri
sínar góðu og tryggu koyri
eginleikar og fyri hava eina
av mest framkomnu trygd
arskipanum í sínum klassa
til at verja tey ferðandi í
bilinum.
Focus fæst í nógvum
ymiskum útgávum og við
hesum
bensinmotorum:
1,4i við 80 hk, 1,6i við 100
hk, 1,8i FF við 125 hk og
2,5i við 225 hk. Diesel
motorarnir eru: 1,6 TDCi
við 109 hk, 2,0 TDCi við
110 hk og 2,0 TDCi við 136
hk.
Hesin Focus Titanium 1,6
TDCi við 109 hk kostar kr.
308.800. Focus kann síggj
ast og roynast hjá P/F Wen
zel í Akranesgøtu. Prísirnir
byrja við 211.600 krónum.
mg
Mazda6 og Ford Focus
Mazda6 Sport við 2,5 litra bensinmotori við 170 hk og kvaliteti og trygd á høgum støði
Mazda6 er ein heilt nýggjur bilur við sportligum designi og
koyrieginleikum
Ford Focus Titanium 1,6 TDCi við 109 hk. Hesin er tann nýggjasti, sum júst nú hevur fingið eina sonevnda
facelift
Focus hevur roynst sera væl og er ein av mest seldu
bilum yvirhøvur