mikudagur 5. mars 2008síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 5. mars 2008
15
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Á páskum skipa
brøðrasamkomurnar
í Eysturoy fyri
samfelagsstevnu.
Hesaferð eru møtini
í Siloa í Fuglafirði
og í ítróttarhøllini á
Kambsdali
Brøðrasamkomurnar í Eyst
uroynni skipa á hvørjum ári
fyri
samfelagsstevnu
á
páskum – annaðhvørt ár í
Fuglafirði/Kambsdali
og
annaðhvørt ár í Runavík.
Hesaferð eru møtini í
Siloa í Fuglafirði og í
ítróttarhøllini á Kambsdali,
og tað eru samkomurnar í
Hebron í Leirvík, Filadelfia
í Gøtu og Siloa í Fuglafirði,
sum skipa fyri. Byrjað verð
ur í Siloa skírisdag kl. 18
við uppbyggingarmøti, og
hildið verður fram langa
fríggjadag kl. 18 við upp
byggingarmøti, og kl. 21
verður ungdómsmøti.
Páskaaftan
verður
so
farið út í ítróttarhøllina á
Kambsdali, har ein evan
gelisk sangløta verður kl.
19. Her verður serligur dent
ur lagdur á sang, og evan
geliskur boðskapur verður
borin fram. Fleiri bólkar og
einstaklingar fara at syngja,
m.o. Vitin, Siloakórið, Krist
ina Bærendsen og Durita
Mohr Jacobsen. Kl. 21
verður so hildið fram við
ungdómsmøti.
Páskadag verður møti við
breyðbróting í ítróttarhøllini
kl. 11, og samstundis verður
skipað fyri sunnudagsskúla
í auluni á studentaskúlanum.
Kl. 16 verður familjumøti.
Eftir tað møtið verður nátt
urði til øll, og hildið verður
so fram við evangeliskum
møti kl 18. Hesin dagurin
endar eisini við einum ung
dómsmøti, sum byrjar kl.
21.
Annan páskadag endar
stevnan við evangeliskum
møti í ítróttarhøllini, og tað
byrjar kl. 17.
Lýst verður nærri í bløð
unum seinni, men fyrireik
ararnir siga, at evnið á ung
dómsmøtunum
verður:
“Hví er Bíblian framvegis
viðkomandi á okkara døg
um?”
1. mars 2008 fylti Vøggu
stovan á Konmansmýru 25
ár. Vøggustovan er partur
av stovninum á Konmans
mýru, men byrjaði sum
“Vøggustovan við Strond”
18. okt í 1965. Tað var
Nancy Björklund, sum sam
an við Birthe Toftagarð í
januar 1965 fóru undir at
leggja ætlanir um at stovna
eina vøggustovu í Havn.
Longu níggju mánaðir
seinni byrjaði virksemið í
“Vøggustovuni við Strond”
við Nancy, Birthe og trim
um ungum gentum í starvi.
Á vøggustovuni vóru tá 22
børn.
Í 1972 flutti vøggustovan
niðan á Lützenstrøð og
húsaðist har, til Vøggustovan
á Konmansmýru lat upp 1.
mars 1983.
Longu tá Nancy byrjaði
vøggustovuvirksemið, varð
hon varug við trupulleikan
hjá foreldrunum at fáa børn
ini ansað, tá tey fyltu 3 ár
og tí vóru ætlanir um eisini
at stovna ein barnagarð.
Søkt varð um at fáa lendi til
ein størri stovn, og stovnurin
á Konmansmýru varð bygd
ur.
Barnagarðurin á Kon
mansmýru byrjaði sítt virk
semi 1. juni í 1983 og 8
børn úr vøggustovuni byrj
aðu í barnagarði 1. juli hetta
árið.
Starvsfólkini á stovninum
hava verið trúgv. Miðal
starvsaldurin hjá starvs
fólkunum í vøggustovuni er
umleið 16 ár, og tá skal
havast í huga at onkur
“bert” hevur arbeitt í nøkur
fá ár.
Nógv er broytt gjøgnum
árini og starvsfólkini hava
als ikki staðið í stað. Tey
eru virkisfús og vit hava
stóra gleði av teirri hollu vit
an og royndum, ið er á stað
num.
Tá hugt verður í “svørtu
bók” síggja vit at 867 børn
hava verið innskrivað í
Vøggustovuna frá byrjanini
í 1965. Fleiri “børn” hava
verið og eru enn foreldur á
stovninum, og tað hevur ver
ið stuttligt at kunna fylgja
okkara “børnum” gjøgnum
lívið.
Vøggustovan hátíðarheld
ur føðingardagin við at
hava prinsessu og prinsa
verkætlan alla vikuna frá 3.
mars til 7. mars. Fríggja
dagin 7 mars er opið hús frá
kl. 15 til 18 og høvi verður
tá at síggja úrslitið av arbeið
inum í vikuni. Tað hevði
glett okkum um nógv fyrr
verandi og núverandi børn,
foreldur, starvsfólk og onn
ur áhugað komu á gátt.
Vit
starvsfólk
takka
Nancy fyri tað áræði, hon
vísti fyri so nógvum árum
síðani og vilja við hesum
eisini nýta høvið at ynskja
henni tillukku við degnum.
Vónandi síggjast vit fríggja
dagin.
Heilsan
Vøggustovan á
Konmansmýru
Dagurin
6. mars. Gotfred. Óvist er, hvønn sipað verður til. Summir halda ein kardinal í Róm, deyður umleið ár 1100, aðrir
ein biskup í Amiens, deyður í 1115. Týskt navn settsaman av orðunum Guð og friður.
Vøggustovan á Konmansmýru 25 ár
Páskastevna í Eysturoynni
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum sum á ymiskan
hátt sýndu samkenslu og hjálptu til, tá ið okkara
elskaða mamma, vermamma, omma
og langomma
Elsa Maria Hvidbro
vanliga nevn Mia
Klaksvík
andaðist og varð jarðað.
Stóra tøkk til talara fyri góð og troystarrík orð.
Tøkk til berarar og sangarar.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað
Familjunnar vegna
Jóhanna, Dorius, Súsanna og Ólavur
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum gjørdu
Diamantbrúdleypsdagin 14. februar 2008
ógloymandi. Takk fyri brøv, fjarrit, uppringingar,
blómur, gávur, sangir og talir. Ein serlig tøkk til
Hornorkestrið og sangkórið í Betesda, og tykkum
mongu sum komu og heilsaðu uppá okkum.
Tit gjørdu okkum so glað og takksom.
– Mathilda og Fríðrik
Tíðin rennur sum streymur í á
fram í Harrans navni!
Lítlum báti eri eg á,
himnastrond fyri stavni.
Tøkk
Hjartaliga tøkk fyri sýnda samkenslu, tá góða
mamma, vermamma, omma og langomma okkara
Myrthly Lervig
andaðist og varð jarðað.
Tøkk fyri blómur, kransar og gávur til
Heimið á Mýrunum.
Eina tøkk til starvsfólkini á Mýrunum fyri góða røkt.
Tøkk til tykkum øll, ið fylgdu henni til hennara
seinasta hvíldarstað.
Familjunnar vegna
Asta, Fía, Árni og Emmy