mikudagur 5. mars 2008síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 46 - 5. mars 2008
Arbeiðið á Føroya Løgtingi
er tikið upp aftur, tað er ein
vissur spenningur, men eis
ini kraftigar ábendingar
um, at gongdin í tí stóra er
tann sama, tað letur til at
Føroyar eru 3 økir; Suður
oy, Sandoy og Tórshavn.
Tað kemur fyri av og á
gjøgnum ári, at onkur
útoyggj verður nevnd.
Vit hava júst fingið at
vita, at arbeiðsloysi er
minst á Sandoynni og
stórst í Suðuroy og Norð
oyggjum, fyri kvinnur er
tað stórst í Norðoyggjum.
Vit hava eisini fingið at
vita, at skúladepilin við
Marknagil skal byggjast
sum skjótast. Tað er onki
sum bendur á, at Sand
oyartunnilin og Eystur
oyartunnilin ikki vera
gjørdir nú.
Suðuroyarætlanin skal
førast út í lívi og landi skal
fíggjað 100 % av røktar
heimi í Suðuroynni.
Anstøðan hevur lagt
fram uppskot um Trygdar
miðstøð í Klaksvík, men
praksis er at niðurstemma
anstøðumál, so tað verður
ikki í ár at peningur verður
settur av til Trygdarmið
støðina.
Bara hesi nevndu mál,
geva grund til fleiri spurn
ingar.
Vit hava fólk í tinginum,
sum slíta samgonguna, um
so er, at peningur til Sand
oyartunnilin ikki verður
settur av í ár, eitt projekt
sum er “totally far out”.
Sandoyggin doyr út, um
tunnilin ikki kemur nú,
minst til, at túrurin til
Havnar styttist við umleið
10 minuttum og tað er tað,
sum skal bjarga Sandoy
ingum. Hvat er galið við
støguni sum er? Sandoy
hevur eina trygga farleið
og hálvan tíma úr Skopun
til Havnar. Á landfasta
økinum eru tað yvir 20.000
fólk sum hava meir enn
hálvan tíma til Havnar, fyri
líka sum at halda fast við
“bjargingini” hjá
Sandoynni.
Hvat er tað sum heldur
lív í Norðoyggjum? Tað er
ikki ein yvirdosis av ellis
heimum, ella øðrum
almennum stovnum, men
fólk sjálvi. Tað hevur ikki
verið krav, at tað almenna
hjálpur til. Tað tykist eitt
sindur løgi, at man við
sínum fullu fimm, sjálvur
rópar um kunstigan anda
drátt, so sum Suðuroyingar
og Sandoyingar gera. Tað
er enn meiri løgi, at tað
virkar. Tað er sum at fáa
heilivág fyri ein hálsbruna
sum tey ikki hava, er tað
ikki eitt sindur løgi?
Vegurin eftir vestaru síðu
á Skálafjørðinum hevur
kosta rættuliga nógv, men
hvør er orsøkin til at man
gjørdi tann vegin? Er
nøkur serlig framleiðsla
har úti, sum krevur eina
autostradu av hesi verð?
Rossahandil er kanska eitt
so keðiligt orð, men býtis
handil er tað so, hetta er
heldur ikki eftir tørvi.
Landið hevur tey sein
astu nógvu árini, brúkt eina
øgiliga rúgvu av pengum
uppá innkoyringina til
havnar. Nær fer Landi at
gera vegin frá Norðoya
tunnilsvegnum til Ánirnar?
Har er ein akuttur tørvur,
men bara eitt dømi um
manglar her norðuri, sum
landið ikki vil vita av.
Til eina møguliga nýggja
Trygdarmiðstøð, letur
Klaksvíkar kommuna
stykki. Fyri at fáa bústovn,
skuldi kommunan og
áhugabólkar berjast fyri at
fáa. Útbyggingin av
Tekniska skúla, var treyta
av at Klaksvíkar kommuna
legði umleið 4 mió. Í
projekti. Letur Tórshavnar
Kommuna stykkir undir
somu treytum, ella noyðist
tað almenna at keypa
stykki, fyri at kunna halda
fast um at stovnar skulu
vera í Havn og er tað til
marknaðarprís?
Nú skal depilin við
Marknagil byggjast, var
tað so ikki eisini passandi,
at man bygdi út í Klaks
vík? HFskeiðið eigur helst
vánaligastu undirvís
ingar hølir, burtursæð frá
Hoydølum. Hevur nakar
kanna møguleikan fyri at
leggja HF í ein depil
saman við einum enn størri
tekniskum skúla og har
afturat allar tær maritimu
útbúgvingarnar. Hetta
kundi alt ligi saman við
eini granskingarpark,
sunnast í Klaksvík. Hetta
kundi eisini hjálpt uppá
hølistrupulleikar hjá
nýggja universitetinum, við
tað at øll hølir hjá vinnu
háskúlaum vildu blivi tøk.
Framleiðandi vinnan er
ikki í Havn, men helst
mest konsentrera í
Klaksvík, allíkavæl sigur
tilmælið at granskingar
parkin skal liggja í Havn,
hóast sagt verður at tað er
so ógvuliga tíðandi at
varveita eitt tætt samstarv
við vinnuna, tað er vinnan
sum seinni kemur at gjalda
fyri brúk av parkini. Hetta
minnur um ein hugburð,
sum sigur at fjarlestur
virkar bara, um tú býrt
uttanfyri Havnina.
Er tað nakar, sum veit
hvussu nógv miðfyrisit
ingin brúkar uppá flog
ferðaseðlar? Er tað nakar
sum veit hvussu nógv av
hesum peningini verður
brúktur til keyp av ferða
seðlum frá ferðaskriv
stovum sum liggja uttan
fyri Havnina? Hvussu
nógv brúkar tað almenna
uppá at keypa ymiskar
tænastur? Hvussu nógv
verður brúkt uppá leiðu av
hølum og til dømis keyp av
innbúgvi? Hvussu nógv
brúkar tað almenna uppá
handverkarar? Hvussu
stórur partur av hesum
verður ikki brúktur í Havn?
Jú, tað eru nógvar ábend
ingar um, at tað avgjørt
hevur stóran týðning at
vera plaseraður í Havn,
hetta umfatar allar
vinnugreinar.
Vilja tit prógva, at tit
ikki bara vilja trekkja alt til
Havnar, so komi norður
eftir, tá tit hava fingið
fíggingina av Marknagil
projektinum uppá pláss.
Her er nógv sum stendur
fyri tørni. Landið kan
møguliga byrja beinan
vegin uppá vegin til
Ánirnar. Fái fólk at hjálpa
tykkum við at plasera eitt
nýtt sjúkrahús, tað kundi
passandi komi á fíggjar
lógina fyri 2009, nakrar
mió. Til projektering osv.
Arbeiðið við at byggja
nýggjan Tekniskan skúla er
um at vera liðugt, haldi
bara áfram har, so pláss
eisini verður fyri HF
skeiðnum. At geva HF
skeiðnum góðar umstøður í
Klaksvík, ger eina
útbygging á Kambsdali
minni átrokandi. Tann
maritima depulin kunnu tit
seta á fíggjarlógina í 2010,
so verður møguligt hjá
universitetinum at takað
yvir hølini, sum Vinnu
Háskúlin hevur við
Nóatún. Um tit heita á
Klaksvíkar kommunu, so
vil hon helst gjarna hjálpa
tykkum við at fáa kollegiu
bygningar upp at standa
tætt við skúlarnar.
Tað sær út til at ellis
heimið á Viðareiði er við at
steðga upp, landið kundi
víst satt samhaldsfesti og
átikið sær at fíggja alt
ellisheimi á Viðareiði.
Sikken eitt ramaskríggj
ið hevði verið, um lands
stýrið kom við hesum
uppskotum, hóast alt hettar
kostar minni enn Sand
oyartunnilin og hann
forbarmandi faðir, sum tað
er stórur munur á nyttuni,
sum samfelagið fær burtur
úr. Tað eru umleið 1012
ferðir fólkatalið á Sand
oynni, sum hava hálvan
tíma til Klaksvíkar, sama
tíðin sum Sandoyingar
hava til Havnar í dag.
Men hvussu kann man
alt hetta, tá man hevur fólk
sum Páll á Reynatúgvu og
Gerhard Lognberg á
tingið? Tað er fantastiskt at
teir sleppa at seta sam
felagið skak mat, eins væl
og framtíðina hjá børnum
okkara. Tað er óbúgvi.
Tað sær heldur ikki úti
til at framgongdin her
norðuri, uppá nakran máta,
hevur samband við
almenna útbygging, ella
stuðlan. Tað so slett ikki
við sitandi landstýri.
Framgongd her, er
against all odds, men tað
gongur. Hinvegin, so er
helst ikki stórur ágangurin
av Norðoya tingfólkum á
lokalnevndina í Havn.
Petur Klein
Against all odds
Fíggjarmálaráðið og Taks
hava í felag gjørt viðmerk
ingar til eini tíðindi í
Útvarpinum, hósdagin 28.
februar klokkan 18, har
fráboðanarskyldan hjá
bankum og øðrum í sam
bandi við vinning av parta
brøvum verður viðgjørd.
Tey føra fram, at
útvarpið bar “skeiv og
villeiðandi tíðindi”. Tískil
hesa kunning um tíðinda
innslagið.
Eg haldi, at FMR og
Taks snara faktuella
grundarlagnum í tíðindu
num.
Tíðindainnslagið snúði
seg um, at munur er á,
hvørja skyldu danskir
bankar hava, tá tað kemur
til fráboðan, samanborið
við teir føroysku.
Ein danskur spesial
konsulentur í SKAT
greiddi frá, at danskir
bankar, ið hava kundar
við børsskrásettum parta
brøvum, hava eina
kravda fráboðanarskyldu:
31. desember hvørt
ár skulu danskir bankar
boða skattavaldinum frá
virði og tal av partabrøvum
hjá sínum kundum. Teir
skulu fráboða, tá fólk hava
selt síni partabrøv; teir
skulu boða frá, hvat
partabrøvini verða seld
fyri, og nær tey selja
partabrøvini.
Hetta skulu danskir
peningastovnar altso av
sær sjálvum gera við
árslok.
Hesa fráboðanarskyldu
hava føroyskir bankar
IKKI!
Hinvegin hava skatta
myndugleikarnir í
Føroyum møguleika fyri at
eftirkanna upplýsingarnar,
sum skattaborgarin gevur
teimum. Sambært grein
120, stk. 2 í skattalógini
skulu bankar, vekslarar og
aðrir peningastovnar ”tá
teir verða kravdir” geva
líkningarvaldinum tær
upplýsingar um keyp og
sølu av virðisskjølum, sum
kunnu verða til leiðbein
ingar, tá skattur verður
álagdur.
Hetta fekk stjórin í Taksi
eisini høvi at siga í inn
slagnum. Hann segði
orðarætt:
“Vit kunnu venda okkum
til teir, sum handla parta
brøv fyri fólk, og biða um
upplýsingar haðani. Men
vit rokna við, at borgarin
setir tað á sjálvuppgávuna,
tí tað er teirra uppgáva, at
tað verður rætt, sum
stendur á sjálvuppgávuni.”
Altso: Í Danmark geva
bankarnir av sær sjálvum
upp, hvussu nógv fólk hava
handlað partabrøv fyri
gjøgnum árið. Tað gera
bankarnir í Føroyum ikki;
men verða teir kravdir eftir
upplýsingum, so mugu teir
svara. Hetta er hvør sítt.
Eg kann leggja afturat, at
vit hava spurt Taks, um
biðið verður um hesar
upplýsingar um bankarnir
verða kravdir at upplýsa
allar partabrævahandlar.
Men Taks vil ikki upplýsa
fyri fjølmiðlunum, hvussu
tað fremur sína eftirlits
skyldu.
Samanumtikið er einki
faktuelt skeivt í teimum
tíðindunum, sum vóru
borin hóskvøldið. Eg
harmist hinvegin, um fólk
hava fingið ta fatan, at
teimum ikki nýtast at geva
sín vinning upp. Men bara
fyri at skera tað út í papp:
Útvarpið hevur einki sagt
um, at fólk ikki nýtast at
geva upp, hvat tey hava
vunnið við at selja
virðisbrøv. Vónandi er
samvitskan røttu megin
skattalógina. Ta skyldina
hava tey hóast alt!
Skattur til taks
tíðindamaður
Kringvarp Føroya
ingi
rasmussen
Min älskade make, vår käre pappa, svärfar,
morfar och farfar
Göte Nyström
Kristianstad
27 januari 1930 • 28 februari 2008
har lamnat oss i stor sorg och saknad.
Elisabeth
Agneta och Rolf
Ingela och Jan-Ove
Torbjörn och Beinta
barnbarn
barnbarnsbarn
Tack, make och pappa för allt vad du varit. Tack för den glädje i hem-
met du var. Tack för de lyckliga åren som farit. Tack för de.
minnen Du lämnade kvar
Begravningen äger rum i Heliga Korsets kapell onsdagen
den 12 mars kl. 14.00. Efter akten inbjuds till minnesstund i
Församlingshemmet. Osa. till Hanséns & Lindhs Begravningsbyrå
tel. 044190690 senast måndagen den 10 mars.