mikudagur 5. mars 2008síða 13
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 - 5. mars 2008
13
Hava børnini
átrúnaðarligt frælsi?
Miðflokkurin spyr til
rættindini hjá fostrum.
Tað er svar til Høgna
Hoydal, sum hevur
sagt, at spurningurin
um samkynd er ein
spurningur
um rættartrygd, meðan
spurningurin um fosturtøka er ein etiskur spurningur.
Men um fostrini skulla hava rættindi, skulla børnini
væl eisini hava tað. Og hvussu er tað við átrúnaðarlig
rættindi og frælsi hjá børnum? Í nógvum familjum í
Føroyum verður lagt ógvuligan stóran dent á, at
børnini hava somu trúgv sum foreldrini. Men er tað
rímiligt í einum frælsum og demokratiskum
samfelagi? Tí tað kann ikki vera rætt, at vit eru
kristin ella muslimar, tí familjan kanska hevur
indoktrinerað og hjernavaskað okkum ella hava valt
átrúnaðin fyri okkum. Nei, vaksin fólk eiga sjálvi
at velja sína trúgv, sum er best fyri tey - og familian
og trúarsamfeløg eiga at viðurkenna tey, um tað
so blívur ein onnur trúgv.
Tað er óhugnaligt, tá nøkur børn blíva so sálarliga
oyðiløgd av fanatiskum átrúnaði, at tey ikki tora at
kanna aðrar trúðargreinir, tí tey eru bangin fyri
avleiðingarnar. Samfelagið eigur tí at ansa nógv betur
eftir børnunum, so tey sjálvi kunna verða før fyri at
velja sín átrúnað - eisini tá tey verða vaksin.
Eg gleðist um, at fólkaskúl-
in er settur á dagsskránna,
og at tað verður roynt at
seta inn, har tørvur er á.
Skúlin hevur leingi havt
tørv á einum lívligum kjaki
við munadyggum og gev-
andi kritikki. Tó eru klár
tekin um, at okkurt er farið
av sporinum, og fleiri
lærarar fara aðrastaðni enn
í skúlan at arbeiða. Her
havi eg hug at varpa ljós á
ein av trupulleikunum í
fólkaskúlanum í dag.
Skúlin fingið
nýggjan ham
Eg havi longu arbeitt sum
lærari í seks ár, á tveimum
ymiskum skúlum. Bara
hesi 6 árini er skúlin heilt
nógv broyttur. So um vit
tosa um skúlan, eg sjálv
var næmingur í, er hetta
ein heilt onnur verð. Sjálv-
andi er tað náttúrligt við
broytingum, og nógar eru
eisini til tað betra. Vit fóru
miðskeiðis í 90unum at
kalla fólkaskúlan fyri
“Skúlin fyri øll”. Sjálvandi
skal skúlin vera fyri øll,
men í dag síggja vit, at
skúlin skal vera fyri øll og
rúma øllum – ja, skúlin við
øllum. Fyrr var skúlin bara
skúli, og lærarar bara
lærarar, men í dag er skúlin
meir ella minni ein vavstur
av óteljandi uppgávum,
sum lærarar skulu taka sær
av og brúka tíðina til.
Skyldur skúlans
Fólkaskúlin eigur og skal
røkja skyldur, sum menna
og strimbra næmingarnar.
Skúli og kommuna skulu í
felag skapa góðar karmar
til næmingarnar at læra, og
her er trivnaður ein týðandi
partur. Vit skulu minnast
til, at fakligu krøvini til
næmingarnar eru ikki smá,
tí mugu umstøðurnar vera
góðar. Eg skal ikki avgera,
hvat er neyðugt ella minni
neyðugt fyri skúlan at
røkja. Tó kann eg her
nevna bara nakrar uppgáv-
ur, sum í dag eru ein náttúr-
ligur partur av skúladeg-
num, men sum veruliga
taka dýrabara tíð burtur frá
ætlaðu undirvísingini: eta
við næmingum, tannlækni,
heilsusjúkrasystir, prestur,
Bláikrossur, Ferðslutrygd,
Fyrstahjálp, Trygdarskeið,
upplýsing um framhalds-
skúlar, vitjan á SEV, Datu-
eftirlitið, Roykipolitikkur
og afturat hesum, eru
næmingarnir náttúrliga
burtur frá undirvísing
onkuntíð í privatum ørind-
um og onkur fer at ferðast í
skúlatíð – tí tað er bíligari.
Hóast alt hetta er partur
av dagsins skúla, er saml-
aða tímatalið ikki merkis-
vert økt, ella tímarnir
longri, men skúlin hevur
seinastu árini fingið ótallig-
ar uppgávur, sum ikki bein-
leiðis eru fakligar. Pensum
er tað sama og krøvini í
veruleikanum herd. Hvar
seta vit markið? Vit mugu
bara síggja sannleikan í
eygunu og erkenna, at vit
náa ikki alt. Okkurt má
liggja uttanfyri skúlan ella
skúlatíð.
Lærarar eru
undirvísarar
Í hesum kravmiklu PISA-
døgum, har hart verður sett
inn á skúlan, og tosað verð-
ur um at seta størri krøv til
lærarar og næmingar, havi
eg hug at siga: “Lat okkum
lærarar sleppa at undir-
vísa”. Tað er ein almennur
vaksandi trupulleiki, at
lærarar heldur velja onnur
størv enn lærarastarvið.
Hetta er ein álvarsamur
trupulleiki, sum als ikki
undrar meg. Lærarar eru
fyrst og framst undirvísarar
og um fakkunnleikin
minkar við fleiri “óviðkom-
andi” uppgávum, hvar
kennir lærarin so sítt pláss?
Eg haldi, at her er farið av
sporinum.
Vit skulu vera millum
fremstu lond í 2015 við
besta skúla, men um vit
hugsa um skúlaskap og
fakkunnleika, skilji eg ikki
heilt, hvussu vit skulu
røkka málinum. Skulu vit
gerast best, mugu vit vera
meir málrættað og vita,
hvat vit vilja – og sjálvandi
krevja eitt sindur av hvørj-
um øðrum. Virðing og álit
í góðum samstarvi millum
heim og skúla er avgerandi
fyri skynsamum og neyð-
ugum disciplini. Føroyar
eru lítið og yvirkomiligt
land, men hvar eru okkara
eyðkenni sammett við stór
lond? Tað einasta sum
kann geva okkum ein góð-
an og dynamiskan fólka-
skúla er vælútbúnir lærar-
ar, góðir karmar og næmi-
ngar/foreldur, sum eru við.
Latið foreldur vera for-
eldur at børnunum og
lærararnar vera undirvísar-
ar – og fáa rúm at undir-
vísa.
Gráir ella knáir
næmingar?
Skúlin hevur grundleggj-
andi týdning fyri land
okkara, tað er fortreyt fyri
lærdómin hjá børnum og
ungdómi. Hetta eru børn
og ung, sum eftir skúlatíð
hava møguleika at røkja
alskyns persónlig áhuga-
mál – sum ofta verða sett
fram um skúlan, tó skúlin
er einasta stað, børnini við
lóg eru bundin at. Um ov
nógv verður lagt inn í
skúlan er vandin sjálvsagt,
at vit bara ala “gráar” næm-
ingar, sum eru toliligir í
øllum, og ikki úrmælingar
á nøkrum øki. Heldur knáir
enn gráir næmingar, um eg
sum lærari sjálv skal velja.
Tað kundi verið so nógv
annað at trivið í, men eg
lati tað liggja til seinni.
Eg havi varhugan av, at
rættuliga nógvir vágbingar
ynskja ein festival á Jóan-
søku, og kundi tí hugsað
mær at hoyrt teirra meting
av niðurstøðuni hjá Vágs
Býráð. Eg ivist stórliga í,
um fólk í tónleikaliga
umhvørvinum í Vági eru
samd í niðurstøðuni.
Eg havi verið við til at
fyriskipa Jóansøkufesti-
valin 3 ár á rað. Hvørt ár
hevur kostað mær eina
mánaðarløn í mistari
arbeiðsinntøku. Tað sama
er galdandi fyri fleiri aðrar
fyriskiparar, og eg veit, at
summir beinleiðis hava
verið noyddir at tikið frí
frá arbeiði í vikuvís, fyri at
fáa festivalin at eydnast.
Tað er eitt tógvi stríð at
fyriskipa ein festival, og
um tú so harnæst skal
gjalda gildið sjálvur, so
skal stórur eldhugi og
idealisma til.
Fyri at seta tingini í per-
spektiv, kann eg upplýsa,
at stuðulin, sum Vágs
kommuna lat í 2007 og
tann sum Tvøroyrar komm-
una lat í 2006, svarar til
tann pening, sum eg per-
sónliga misti í manglandi
arbeiðsinntøku. Og saml-
aði kommunali stuðulin
svarar til tað, sum allir
fyriskipararnir mistu í
arbeiðsinntøku tilsaman.
Um kommunali stuðulin
veruliga skal gera mun, so
er neyðugt, at hann verður
meir enn tvífaldaður í mun
til tað, sum er latið higartil.
Hesin peningur hevði, eftir
mínari meting, komið fleir-
faldaður aftur.
Í staðin fyri tað afturhald-
andi og neiligu niðurstøðu,
sum Vágs býráð stendur
við, skuldu tey heldur
verið takksom fyri, at -
afturat ítróttarfeløgunum,
sum gera eitt stórt arbeiði -
eisini finnast nakrar eld-
sálir, idealistar, sum gera
eitt megnar arbeiði, fyri at
geva Suðuroynni eitt gott
umdømi, og skapa ein pall
fyri bæði nýggj og kend
tónleikanøvn í Føroyum,
og geva teimum ungu,
ókendu tónleikaspírunum í
Suðuroynni møguleikan at
vísa, hvat tey duga. (The
Dreams spældu á festivali-
num 2005, og vóru teir tá
nærum ókendir. Í dag
kunnu vit øll gleðast um,
hvussu langt teir eru
komnir. Og hvør kennur
ikki okkara egna Brand
Enni? o.s.fr.)
Eg eri sannførdur um er,
at jalig átøk og søgur eru
altavgerandi fyri Suður-
oynna í framtíðini.
Jóansøkufestivalurin
hevur møguleika at menn-
ast til eitt jaligt brand, sum
kann geva Suðuroynni
“good will” úti í verð, og
hesum kunnu vit ikki fáa
ov nógv av. Tann, sum ikki
dugur at síggja møguleik-
arnir, sum liggja í hesum
spennandi og mennandi
tiltakið, sum eisini kann
hjálpa til at selja Suður-
oynna sum eina ferða-
vinnu-, skeið- og heilsu-
oyggj, er rættuliga
visiónsleysur, eftir mínari
áskoðan. Tí eri eg sera
ósamdur við teimum sum
siga, at festivalurin spenn-
ur bein fyri Jóansøkuni,
tað hava teir 3 festivalarnir
mótprógva, hóast vit í
2006 fingu ein undir
vangan, reint fíggjarliga.
Um ein framhaldandi
ynskir at fastlæsa Jóan-
søkuna, “soleiðis, sum hon
altíð hevur verið”; eina
Jóansøku, sum hevur alt
minni góðsku at bjóða
teimum gestum, sum
ynskja og vænta okkurt
nýtt og spennandi, so er
hetta onki annað enn dømi
um ein konservativan og
stirvnan hugburð, sum ikki
hjálpir Suðuroynni inn í
framtíðina. Tá nú Asfalt og
G-festivalurin heldur ikki
verða til nakað í ár, so
kenst tað enn meiri hug-
stoytt, at Jóansøkufesti-
valurin ikki sær dagsins
ljós í ár, tí hann kundi so
avgjørt verið við til at
nøkta tann festivaltørv,
sum er skaptur her á landi.
At so mynduleikarnir
hava valt at áleggja festi-
valunum MVG, kann sigast
at vera “steinum omaná
byrðu”, ein vanlukku fyri
festivalarnar, og sum var
ein av orsøkunum til at G-
festivalurin snávaði so
álvarsliga. Syrgiligt, at
besta festivalinum í Føroy-
um ikki er lív laga, orsakað
av manglandi politiskum
framskygni ( og møguliga
eisini av ov vánaligari
fíggjarligari stýring).
Tað er óseriøst tá Vágs
býráð sigur, at: “tey fegin
vilja stuðla einum Jóan-
søkufestivali, hann má bara
ikki vera á Jóansøku” – tí
tað er sjálvt hugskotið
aftan fyri tiltakið. Nevn-
liga, at spræna nýtt og
veitslukent lív í gomlu,
siðbundnu Jóansøkuna, og
gera hana meiri fjølbroytta
og spennandi fyri alt fleiri
fólk, so henda fólkaveitsla
eisini gerst eitt árligt
hæddarpunkt, har møgu-
leiki m.a. er fyri at uppliva
stór og altjóða kend tón-
leikaranøvn.
Korsør
Helgi
Breiner
Lærari í Skúlanum
við Ósánna
Tóra við
Keldu
Tvøroyri
KrisTian
HolBæK
Verða vit gráir ella knáir?
Jóansøkufestivalurin 2008, sum bleiv av ongum
Fleirfald løn til lands
stýrismenn skal burtur
Sjálvstýrisflokkurin hevur tikið aftur uppskotið
um broyting í løgtingslóg um samsýning og
eftirløn landsstýrismanna. Heldur enn eina
partvísa loysn nú, ynskir flokkurin eina
heildarloysn eftir tilmæli frá óheftari nevnd
Heldur enn eina partvísa loysn nú, meit Sjálvstýris-
flokkurin vera skilabetur, at landsstýrið setir eina
óhefta nevnd at fyrireika broytingar í lønarviður-
skiftum løgtings- og landsstýrismanna. Broytingarnar
fara vónandi at føra til, at møguleikin at fáa fleirfalda
løn fellur burtur.
Tí hava teir báðir tingmenninir hjá Sjálvstýris-
flokkinum gjørt av at taka aftur løgtingsmál nr.
132/2007: Uppskot til løgtingslóg um broyting í
løgtingslóg um samsýning og eftirløn lands-
stýrismanna.
Sjálvsstýrisflokkurin fer ístaðin, saman við øðrum
flokkum, at leggja fram uppskot til samtyktar, ið
heitir á landsstýrið at seta óhefta nevnd at viðgera øll
viðurskifti í sambandi um samsýning og eftirløn
landsstýrismanna.
Sjálvstýrisflokkurin
Kári P. Højgaard
og Kári á rógvi