mikudagur 5. mars 2008síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
miðvikan
Siðsøguligt tilfar
í Sosialinum mikudagar
7. partur
Sum frásagt í seinasta parti
sendi Daniel J. Danielsen javnan
brøv til bretska missionsblaðið
Echoes of Service við frásøgn frá
virki hansara í Føroyum, og halda
vit í hesum parti áfram við at
endurgeva nøkur av brøvunum,
sum stóðu í hesum blaði. Vit
meta hesi brøv at vera ein part av
lýsingini av Daniel.
Tænasta og tørvur í
Føroyum
15. desember 1907 skrivar Daniel:
Í mong ár hevur Br. Sloan sáa hitt
góða sáið her á oyggjunum og
nógv signing er komin burtur úr
Men nú orkar hann ikki so
væl longur, tí hann er farin at
eldast. Tað er so hart at ferðast
hjá honum. Alex Mitchell,
sum nú er í Noregi og D. M.
Campbell, sum nú er í Danmark,
hava arbeitt her fyrr. Tað hevur
gingið framá, og nú nærkast
samkoman í høvuðsstaðnum
teimum 40 fólkunum, og millum
teirra eru eisini fleiri, sum tað
bragdar í. Í hálvtriðja ár havi eg
verið við í hesum verki og ferðast
frá oyggj til oyggj. Men tað eru
fleiri oyggjar, hagar eg eri boðin
uttan at kunna fara orsakað av
kostnaðinum.
Vegurin er opin fyri evangeli
inum í nærum øllum oyggjum og
fólk leingjast eftir okkum. Tað
eru nøkur fá trúgvandi í ymiskum
plássum, og tey biðja onkran
koma at prædika Guds orð.
Tað er mangan harmiligt at
síggja, aftaná at long tíð er liðin,
hvussu Satan hevur tikið burtur
gleðina og einføldu trúnna. Tá
hugsað verður um, hvussu trupult
tað er at ferðast her uppi, er
tørvur á tveimum ella trimum
evangelistum.
Mitchell um gamla
Sloan
Campbell var í Føroyum 1903
1905. Sloan og hann kendust frá
Hetlandi, har teir høvdu hildið
møti saman í 1877.
Alex Mitchell var í Føroyum
18901899. Hann og Sloan ferðað
ust nógv saman. Hann var ikki
sørur fyri at duga sjúkraviðgerð.
Her skal eisini endurgevast
nakað av tí, sum Mitchell skrivaði
í Echoes of Service um gamla
Sloan, tá hann var deyður.
Vit høvdu níggju eydnusom ár
saman, og tað var ikki ilt orð okkara
millum, sum eg minnist. Hann var
ein fínur samstarvsmaður, og sera
lagaligur at arbeiða saman við.
Vit ferðaðust saman, prædikaðu
saman, svóvu saman, og enntá
brutu breyðið saman nógvar ferðir
í einsemi úti í haganum, har eingin
annar var til staðar. Kæri Mr.
Sloan var ærdur og virdur maður
í Føroyum. Hansara vitnisburður
var ikki bert eitt eiti. Han gekk
áhaldandi í ljósinum, ja, hann
veruliga gekk við Gudi. Hann var
ein undangongumaður á hesum
einsamøllu oyggjum. Hann var
tolin, eisini tá tað var mótbrekka,
men hansara áhaldandi arbeiði
hevur givið góða frukt. Hann vil
vera nógv saknaður, ikki minst
millum tey trúgvandi kring oyggj
arnar. Hann var ein friðarins maður,
og honum dámdi ikki ósemjur.
Prædika í
dansistovum
27. mai 1908
16. mars fór eg til Suðuroyar
og vitjaði hvørja bygd í norðaru
helvt. Um Gud vil, taki eg sunn
aru helvt seinni. I trimum av
bygdunum hevði eg møti í eina
viku. Í teirri størstu bygdini varð
dansistovan full hvørt kvøld. I
Hvalba er ein lítil samkoma, og
eg fann tey trúgvandi væl fyri
bæði sálarliga og likamliga.
Men onnur vilja ikki koma í
teirra hús á møti, so her leigaði
eg eisini dansistovuna. Her
var stúvað í tvey kvøld, men tá
vildu eigararnir ikki lata meg
hava hana longur. Vit máttu tá
leiga eitt neyst. Har trekti illa og
ikki var tað væl egnað, og bert
fá komu. Men vit høvdu eina
signaða tíð, og Harrin virkaði við
okkum. Í triðja plássinum gekk
betri at fáa dansistovuna, og her
kom eisini væl av fólki, nøkur
spurdu um vegin til frelsu.
Síðan eg kom aftur, havi eg
sent meira enn 30 bíbliur og
nýggjatestamentir til hesi pláss
umframt tey, eg seldi á staðnum.
Í Føroyum verða bíbliur ikki
keyptar at standa í hyllunum.
Tær verða keyptar av mongum
orsøkum. Summi vilja kanna hana
fyri at prógva, at vit eru á skeivari
leið. Onnur fyri at samanbera
gomlu trúnna, sum fólk kalla
hana, við tað, sum vit siga.
Men tey flestu leita í henni eftir
frelsaranum, og takkað verið Gud,
tey sum søkja Hann, vilja finna
Hann.
13. apríl doypti eg eina systir
úr Vágum, sum arbeiddi hjá
einum bakara í Havn. Hon varð
beinanvegin søgd úr starvi, men
aðrir vegir opnaðu seg fyri henni,
og hon frøðist. Ein bróður úr somu
Tannlæknahjálp sum missión
Vit halda áfram við frásøgnini um lívið hjá Daniel J. Danielsen. Hann ferðast
ótroyttiligur úr bygd í bygd fyri at breiða boðskapin. Hann er nógv saman við Arthur
Brend, sum er tannlækni. Hetta gevur enn ein møguleika fyri at koma á tal við fólk
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Greinirnar í Echoes of Service høvdu eisini myndir. Á hesi myndini úr Havn sæst Ebenezer
Eisini hevði blaðið mynd av grindadrápi