mikudagur 5. mars 2008síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIÐvIkan
20
nr. 46 • 05. mars 2008
oyggj er doyptur seinni.
Tann 16. apríl fór eg út í Hest,
har nøkur fá trúgvandi hava verið
í fleiri ár og onnur eru komin
afturat seinni. Fólkið gav ikki
møtinum nógv gætur, men tey
kristnu tystu eftir orðinum.
Hvalba var eitt av teimum
plássum, gamli Sloan vitjaði longi
í 1866. Her kom so eisini ein
samkoma, kallað Vitnið.
Gleðin við lýdni
13. desember 1908
Br. Cook kom úr Íslandi og var
saman við okkum einar 14 dagar.
Vit høvdu eina góða tíð saman og
høvdu serlig møtir í Havn. Harrin
hevur útvegað mær eitt gott
ljósmyndatól við evangeliskum
myndum, donskum sangum og
nógvum teksti. Eg havi havt nøkur
serlig møti við hesi útgerð, har
eg havi prædikað evangeliið. Tað
kom ein hópur av fólki at síggja
og hoyra, og nógv av teimum
eru seinni komin til tey vanligu
evangelisku møtini.
Seinasta mánakvøld hevði eg
ta gleði at doypa tveir brøður úr
Sørvági, har nakrir fáir, sum teir
fyrstu vóru umvendir seinasta
vetur. Nú ein dagin tosaði eg
í telefon við ein annan bróður,
sum ynskti at verða doyptur.
Tað er hjartanemandi at síggja
gleðina hjá hesum aftaná, vitandi
at tey hava gjørt Guds vilja.
Um Harrin bíðar, vænti eg stór
ting at henda í komandi døgum.
Nógvar dyr vilja lata seg upp fyri
boðskapinum. Í fleiri plássum,
har eingin arbeiðari hevur verið í
eini 12 ár, havi eg nú trygd fyri at
fáa høli. Tær smáu samkomurnar
mugu eisini verða vitjaðar.
Framvegis
framgongd
Í 1909 skrivar Echoes of Service:
Harra Danielsen heldur áfram við
síni tænastu at vitja tær ymisku
bygdirnar at halda møti, og ein
vinur hevur gjørt so væl at senda
okkum avrit av brævi, hann fyri
kortum hevur fingið frá honum.
Tann lítli bólkurin av trúgvandi
á Viðareiði hevur verið darvaður
av ov lítlum plássi at halda møti í.
Men her er komin ein loysn, og á
fyrsta møtinum var fult til dyrnar,
og tað var stórur áhugi. Summi
spurdu eisini um vegin til lívið.
Í Svínoy var ein stór roykstova
í einum bóndahúsum so full, at
talarin illa slapp inn, og nógvar
bíbliur vóru bílagdar. Á Kirkju
vóru ein ung hjún sum frøddust
í Harranum. Tey vóru umvend á
einum møti árið undan í Havn, tá
tey vóru í Havn at siggja kongin.
(Tað var kongavitjan í 1907). Tey
hava nú eitt litið barn, sum teirra
grannar kalla ein lítlan heidning,
tí tað er ikki “kristnað”. Her vóru
eisini góð møtir.
Eina ferð frammanundan doypti
Danielsen leiðandi bróðurin í
lítlu samkomuni í Porkeri og eisini
konu hansara. Hon var tó so veik,
at hon mátti leiðast niður í vatnið,
men hon segði aftaná: “Nú eri eg
lukkulig. Mær hevði ikki dámað at
sæð Harran Jesus andlit til andlit
ódoypt, tí eg havi sæð hetta so
leingi og havi ikki aktað. Nú kann
eg doyggja í friði, nær so Harrin
vil at tað skal vera.”
Í einum øðrum plássi doyði
barnið hjá einum trúgvandi og
ein andakt varð hildin í kirkjugarð
inum. Tað er ein nýggj lóg sum
loyvir hesum. Frammanundan
kundi hetta bert vera gjørt uttan
fyri kirkjugarðin, og tá plagdu fólk
at siga, at okkara brøður jarðaðu
teirra deyðu “sum hundar”.
Henda broyting er eitt bønarsvar.
Loysnin á hølisviðurskiftunum
á Viðareiði var, at Lina, kona
Daniel, arvaði eini hús, sum vórðu
nýtt til endamálið.
Taka vit hinar bygdirnar, hann
nevnir, kann nevnast, at í Svínoy
hevur verið ein virkin samkoma,
har Malla og Edvard Jacobsen
spældu ein stóran leiklut. Har er
eisini salur. Tað er tað eisini á
Kirkju.
Ein broyting frá
gomlum døgum
25. juni 1910
Síðan eg kom aftur úr Skotlandi
havi eg verið í Eysturoynni, har
eg vitjaði í trimum bygdum við
evangeliinum. Móttøkan var
ymisk. Í nøkrum fáum húsum
møtti ein andlitum hørð sum
marmor, og tey hugdu, sum um
tey hildu, at tey kundu gjøgnum
frysta ein. Men eitt vinarligt orð
kann ofta broyta hetta andlitsbrá,
so vit kunnu leggja eftir okkum
eina traktat, og ofta er móttøkan
betri næstu ferð. Í øðrum heimum
vórðu vit boðin at seta okkum
niður. Í øðrum vórðu vit sera
vælkomin, og fólk løgdu arbeiðið
niður og lurtaðu við andakt. Ofta
komu fólk úr grannahúsinum at
lurta, og vit høvdu eitt álvarsamt
møti í roykstovuni.
Nakað herfyri kom eg aftur
úr Sørvági, har tey trúgvandi
vóru fegin um at síggja meg,
og vit høvdu eina signaða tíð
við felagsskapi. Eg hevði nøkur
møti og vitjaði í 40 húsum, og
yvirhøvur var eg væl móttikin.
Nakrar dagar, áðrenn eg kom, var
ein systir doypt og fór síðan til
Íslands at arbeiða. Henda unga
kvinnan varð umvend á okkara
seinastu vitjan, beint áðrenn vit
fóru til Skotland.
Um nakrar fáar dagar vóni eg
at fara í Norðoyggjar og at kunna
taka mína kæru konu við at hjálpa
mær í arbeiðinum. Sum tit vita
er ein lítil salur á Viðareiði, men
hann er ov lítil til evangelisk
møtir. Mong mugu standa uttan
fyri, serliga um veturin. Hetta
var eitt íbúðarhús, sum er broytt.
Vit fingu ikki loyvi til at byggja
nýggjan sal á grundina. Men
nú hevur Harrin náðiliga opnað
ein veg á ein undarfullan hátt.
Eg havi fingið loyvi frá myndug
leikunum at byggja ein sal á eini
grund mitt í bygdini á einum sera
vælegnaðum plássi.
Tað eru nøkur trúgvandi á Viða
reiði. Eingin av teimum er enn
doyptur, men tvær familjur hava
brotið við gamlan sið og ynskja at
fylgja Harranum samb. hansara
orðum eina. Ein av hesum hevur
nevnt eina upphædd, sum hann og
konan hava avgjørt at lata til salin.
Fólkið her er vanliga fátækt,
men onnur hava lovað at hjálpa
til, og sølan av gamla salinum fer
eisini at hjálpa til. Hetta verður
fjórði salur bygdur í Føroyum
innan fyri fimm ár, og brøður í
Suðuroy hava eisini ætlan um at
byggja ein nýggjan sal. Bert fyri
nøkrum fáum árum síðani kundu
tú ganga gjøgnum hesar bygdir
uttan at finna kristnan felagsskap
og uttan at møta einum vinarlig
um eygnabrái ella smíli, um tú
var í Meistarans ørindi. Tað er
vissuliga ein stór broyting. Tú fær
eina hjartaliga vælkomu og kann
njóta kristnan kærleika og kann
í einum fittum lítlum sali møta
nøkrum monnum og kvinnum,
hvørs andlit er upplýst av gleði og
heilagum kæti.
Samb. “Men Gud gav vøkst”
hjá Sigurd Berghamar eru fyrsti
viðingar doyptir í Havn í 1907,
1908 ella 1909. Men eftir hesum
at døma kann tað ikki hava verið
fyrr enn í 1910.
Tannlæknahjálp sum
missión
Her er ein stubbi, sum Arthur
Brend skrivaði í sama blað, og
sum eisini lýsir umstøðurnar í
Føroyum tá. Danielsen og Brend,
sum annars var tannlækni, munnu
hava arbeitt saman. Í hvussu er
fóru teir í 1915 í felag at geva út
blaðið Naade og Sandhed.
Brend skrivar:
Síðan mína ferð til Fuglafjarðar,
havi eg verið á trimum øðrum
ferðum. Tann seinasta var til
Eiðis, haðani eg kom leygardagin.
Eg var ovfarin av, hvussu nógv
fólk vóru á hesum møtum, har
áður nóg illa eitt dusin (12) fólk
komu. Helst hevur tannlækna og
heilivágshjálpin, sum eg var førur
fyri at geva, gjørt ein mun. Eg
havi givið yvir 60 fólkum viðgerð.
Tá eg kom aftur, mátti eg gista
í Hvalvík. Men tá eg ikki kundi
fáa innivist har, mátti eg gista í
einum neysti. Her mátti eg hoppa
fyri at halda meg heitan. Tá eg
fór haðani næsta morgun, var ein
handilsmaður, sum bjóðaði mær
inn, og hann gav mær okkurt at
eta saman við heitum kaffi. Eg
hjálpti eisini nøkrum sjúklingum,
inntil rutubáturin (helst Ruth)
kom. Nú vóru øll so forharmað
um, at eg ikki hevði havt frægari
innivist enn hetta.
Várið er vanliga ein góð fiskitíð,
men veðrið hevur tarnað nógv,
og 22 mans eru druknaðir í
illveðrinum bert í mars.
10. mars gongur Norðstjørnan av
Tvøroyri burtur á Føroya Banka
við 11 monnum. 12. mars gongur
bátur úr Klaksvík burtur við 6
monnum. Hetta er tað vit vita um.
30 møtir á Viðareiði
30. januar 1911
Eg sendi nakrar reglur fyri at prísa
Guds fólki, sum í áravís hava
biðið fyri hansara verki á hesum
einsamøllu oyggjum. Um miðjan
desember fóru konan og eg til
Viðareiðis, har tað búgva 300
fólk. Her er ein nýggjur salur júst
bygdur. Vit byrjaðu eina møtirøð
eftir nøkur kvøld við bøn. Eg hevði
30 evangelisk møti umframt
onnur møti bert fyri Guds børn. Í
summum heimum vóru vit eisini
biðin um at hava møti eftir, at vit
høvdu fingið ein góðan temunn.
Salurin varð viðhvørt yvirfyltur, og
ikki havi eg fyrr havt so signaða
tíð her. Eitt kvøld reistu fimm seg
upp, hvør eftir annan, og vitnaðu
um nýfunnu frelsuna. Á hesum
møtum vóru tað níggju, sum
vitnaðu opið um sína umvending.
Nógvar bíbliur eru seldar og
mong rannsaka skriftirnar.
Meting av
arbeiðinum í summar
11. september 1911
Nú er summarið farið at halla,
og vit eru Gudi takksom fyri
hansara varðveitslu og fyri, at
hann hevur opnað nógvar vegir
at røkka mongum plássum við
evangelinum. Í summar var ikki
stór luttøka á innandura møtum.
Tað var øðrvísi við møtum uttan
dura, og fólk steðga upp og lurta
í longri ella stytri tíð. Hetta gevur
okkum møguleika at røkka mong,
Ein partur av virkseminum hjá trúboðarunum hjá Balolo missiónini var eisini
at útvega fólkinum betri húsaumstøður. Hetta eru hús, sum eru bygd av
umvendum innføddum undir vegleiðing av trúboðarum. Henda mynd saman
við myndunum úr Congo í seinasta parti er úr bókini King Leopold´s Rule in
Africa hjá Edmund Morel, sum kom út í 1904
Hetta er framleiðsluhøli hjá gummiídnaðinum í Congo