mikudagur 5. mars 2008síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 46 • 05. mars 2008
MIÐvIkaN
21
sum ongantíð koma til møti inni.
At vitja fólk í teirra heimum hevur
verið ein stór signing. Mong,
sum ikki koma til møtir, eru fegin
um at hava eitt friðarligt prát við
eldstaðin.
Í summar hava vit eisini roynt
at vitja trúgvandi fólk i fjarskotn
um plássum, og søtur er hesin
felagsskapur. Í mai og fyrstu helvt
av juni vitjaðu vit í Fugloy, Svínoy
og Viðoy. Vit høvdu mennandi
evangelisk møti í hvørji bygd. Á
Borðoynni vitjaði eg tvær bygdir.
Í teirri størru, Depil, fekk eg
leigað dansistovuna og hevði
tvey evangelisk møti. Tað komu
ikki nógv fólk. Men tey, eg vitjaði,
vóru sera vinarlig. Á slíkum
vitjanum ynskja fólk sær Guds orð
at lesa. Hetta havi eg ta gleði at
geva teimum.
Á Viðareiði fann eg tey trúgv
andi lukkulig í Kristusi, og tað
gekk framá hjá teimum á Guds
vegi. Síðan mítt seinasta bræv
eru tvey fleiri frá hesum plássi
doypt í Havn, ein av hesum var
ein 78 ára gamal maður.
Eftir at hava verið eina tíð í
Havn og hjálpt til har, fór eg til
Suðuroyar, har eg vitjaði fleiri
bygdir. Í Hvalba doypti eg eina
unga systir, dóttir ein trúgvandi.
Her vóru nógv fólk til staðar, so
vit høvdu eitt rættiligt evangeliskt
møti í hesum sambandi. Á vegnum
aftur til Havnar steðgaði eg í Vági,
har tað búgva um 800 fólk. Her
høvdu vit, haldi eg, størsta útimøti,
eg havi sæð í Føroyum. Fólkið lurt
aði erliga eftir Guds orði, og aftaná
tóku fleiri í hond mína og takkaðu
mær fyri at vera komnan. Summir
av vinunum í Porkeri vóru til staðar
og váttaðu Harrans frelsumegi.
Fyri fimm árum síðani kundi
eg ikki fáa innivist í Vági. Nú eru
vit vælkomin og vita um fimm
trúgvandi har.
Í morgin vóna konan og eg at
sleppa vestur til Sørvágs at halda
evangelisk møti har.
Napoleon í Dali fórst
við Oliviu
Í 1912 er eitt bræv frá Arthur
Brend, har hann greiður frá van
lukkuni við “Oliviu”, tá Poli í Dali
við manning gekk burtur. Hetta
var ein dyggur smeitur fyri ta lítllu
brøðrasamkomuna, tí Poli var ein
av hennara fremstu stuðlum. Tað
verður eisini nevnt, at Poli var
riddari av Dannebrog. Tað kann
vera nevnt, at tað júst í ár eru 100
ár liðin, síðani Poli var við til at
stovna Mjólkaforsýningina, hvørs
søgu vit fara at koma aftur til.
Tvey sløg av veiðu
Síðan skrivar Dollin dagfest 5.
Juni 1912:
Tað hevur gingist væl við
fiskarínum, men hetta er eitt
vandamikið arbeiði. Longu nú eru
fleiri, sum við ótta bíða eftir, at
teirra kæru, sum tíðliga á árinum
fóru til Íslands, skullu koma aftur.
Nógvir av brøðrunum eru
fiskimenn, og Harrin hevur givið
stóra signing millum fiskimenn.
Umborð á nógvum av hesum
sluppum verður orðið boðað.
Fiskimenn arbeiða ikki sunnudag,
og hetta gevur góðar møguleikar
hjá teimum kristnu umborð á
sluppunum.
Ein kærur bróður úr Norðoyggj
um, sum er skipari á eini slupp,
kom aftur seinasta túr við
góðari veiðu, og við tveimum av
manningini sum høvdu vitnað
um sína umvending. Vissuliga
hevði okkara bróður fiskað væl!
Má okkara góði Gud geva hesum
brøðrum alla ta styrki, sum krevst
til hesa tvífaldu veiðu.
Seinast vit vóru í sunnara
partin av Suðuroy, vóru vit sera
væl eggjað at síggja, hvussu
undurfult Gud hevur opnað dyrnar
fyri evangeliinum, sum veruliga
hava verið afturlatnar.
Í Vági, har tað búgva 800 fólk,
hava vit havt møtir úti, tí tað ikki
hevur verið møguligt at leiga eitt
høli, sjálvt ikki dansistovuna.
Men her er gjørdur ein útvegur.
Handilsmenninir og onnur í
bygdini hava ein klubba við
einum væl innrættaðum sali og
øðrum rúmum. Vit hava nú fingið
møguleika fyri at leiga hesi høli
fyri ein sera rímiligan prís.
Summi kvøld var salurin fullur,
og tað vísti seg at vera stórur
áhugi. Nakrir av limunum í
klubbanum komu á møti, og vit
trúgva, at eitt varandi arbeiði er
byrjað.
Vit sóu eisini, at tey kristnu í
Porkeri bera ein kláran vitnisburð
fyri Harran. Vit høvdu eina
lívgandi tíð saman við teimum, og
evangelisku møtini vóru væl
vitjað.
Vánaliga móttøka í
Fuglafirði
Seinni í 1912 skrivar blaðið:
Danielsen skrivar um vitjanir til
nakrar oyggjar. Sera eggjandi
møtir hava verið hildin í Suðuroy,
serliga á Tvøroyri og her hava
verið tekin um signingar. Tey
trúgvandi á Viðareiði bóðu um at
fáa vitjan, áðrenn fiskimenninir
fóru avstað. Tey vaksa í náði og
í kunnleika og ein systir varð
doypt.
Fýra evangelisk møtir vóru
hildin í dansistovuni í Fuglafirði,
men har komu ikki nógv fólk. Her
er fólkið sera misnøgt um, at tvær
ungar kvinnur haðani vóru doyptar
í Sørvági. Hesar systrarnar eru nú
fluttar heimaftur og kunnu rokna
við atsókn. Tað var ein frøði at
hitta eina kvinnu í Fuglafirði,
sum var umvend á eini vitjan
í Havn, har hon hevði verið á
møti. Hennara trúarjáttan hevði
órógvað familjuna, sum eins og
nógv í Føroyum setti barnadóp í
staðin fyri trúgv.
Tað vísti seg at vera nógvur
áhugi í Søldafirði, har ein mammu
beiggi Daniel, sýslumaðurin D.
J. Danielsen, opnar hús sítt fyri
møtum. Hann er trúgvandi.
Sigast kann, at var vælkoman ikki
so góð í Fuglafirði, so gjørdist hon
betri seinni. Her kom jú Victor,
systkinabarn Dollan, at búgva við
øllum sínum virksemi, og her er nú
ein stór samkoma og salur “Siloa”.
Hava roynt at finna fram til
nevndu kvinnur. Margretha, dóttir
Jógvan og Elsu á Lakjuni var
gift við Andreas Samuelsen úr
Sørvági. Hetta kundi verið systrar
hjá henni.
Um nakar veit nakað meira
kundu verið áhugavert at frætt.
Daniel var nógv í
Porkeri. Hetta eru tey
fyrstu í samkomuni
í 1907
Virksemið hjá D.J. Danielsen á Viðareiði gav úrslit. Hetta er samkoman og nýggi salurin í 1911 ella 1912
Næstu ferð
Komandi partur verður
tann seinasti. Tá fara vit
eisini at endurgeva nakað
av tí, sum fólk uttanfyri
Brøðrasamkomuna hildu
um Daniel.