Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-05, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2008síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 [ Nr. 46 - 5. mars 2008 ] Sveinur formaður í Kappingarnevndini Tað tykist mest sum vera siðvenja, at nývaldir FSF-limir fáa formansskapin í Kappingarnevndini Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Bæði Bjarki Mohr og Høgni í Stórustovu gjørdust nevnliga formenn í Kappingarnevndini, tá teir vórðu valdir í FSF-nevndina á sinni. Í so máta breyt Niclas Davidsen siðvenjuna, fyri einum ári síðani, men nú er Sveinur Tróndarson so maðurin, sum skal standa á odda fyri ymsu kappingunum, sum eru undir FSF. Starvsnevndin, sum varð endaliga mannað á aðalfundinum leygardagin, hevði sín fyrsta fund í gjár, og har vórðu ymsu nevndirnar skipaðar, sum víst niðanfyri. Fíggjarnevnd Høgni í Stórustovu, formaður Rúni Heinesen, nevndarlimur Magnus á Stongum, nevndarlimur Kappingarnevnd Sveinur Tróndarson, formaður Rúni Heinesen, nevndarlimur Karl Vidtfeldt, nevndarlimur Útbúgvingar- og menningarnevnd Rúni Heinesen, formaður Niklas á Líðarenda, nevndarlimur Sveinur Tróndarson, nevndarlimur Dómaranevnd Niklas á Líðarenda, formaður Niclas Davidsen, nevndarlimur Karl Vidtfeldt, nevndarlimur Lógar- og sáttmálanevnd Høgni í Stórustovu, formaður Christian Andreasen, nevndarlimur Sveinur Tróndarson, nevndarlimur Landsliðsnevnd Magnus á Stongum, formaður Niclas Davidsen, nevndarlimur Karl Vidtfeldt, nevndarlimur Á NordicBet hava tey sett odds á, hvussu útlitini eru fyri komandi kappingarárinum í føroyskum fótbólti Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Skal gangast eftir tí, sum NordicBet metir, so er Skála fremsti kandidaturin til niðurflyting komandi kappingarár. Í øllum førum fáast pengarnir heilar 235 ferðir aftur, um Skála verð- ur føroyameistari í 2008. Og tað er munandi meira enn eitt nú B68 og ÍF geva. Kapprenningin um meist- araheitið verður annars ein dystur millum HB og NSÍ, meðan EB/Streymur verður mett sum vandamesta mót- støðuliðið hjá teimum báð- um sambært veddingarfyri- tøkuni. Á heimasíðuni hjá NordicBet ber annars til at spæla um hópin av ymsum útfallum. Eitt nú um Hanus Eliasen skorar fleiri mál enn Jónhard Frederiksberg, ella um B68 endar framman fyri Víking, tá kappingin er av. Eisini eru odds sett á stór- steypadystin millum NSÍ og EB/Streym, eins og fyrstu umførini av steypa- kappingini longu nú finnast á listanum. Rijkaard bangin um Messi Tað kann væl vera, at talan var um heilt álvarsligan skaða, sum noyddi Lionel Messi av vøllinum, tá Barcelona í gjárkvøldið vann 1-0 á Celtic í europisku meistarakappingini. Frank Rijkaard, venj- ari hjá Barcelona, sigur við spanskar miðlar, at nógv bendir á, at talan er um skaða í hælsinuni. – Nú fáa vit at síggja, hvat læknarnir siga, men eg vóni ikki, at skaðin er somikið álvarsligir, sum vit bera ótta fyri, sigur Rijkaard sambært sponsku bløðunum. Tvær ferðir Kyndil Tveir dystir verða spældir í fremstu hondbóltsdeildunum í kvøld. Hjá kvinnum hevur Kyndil heimavøll móti Stjørnuni, og byrjar tann dysturin klokkan 18.30. Klokkan 20 spæla mansliðini hjá Kyndli og H71. Her hevur Kyndil enn møguleikan at røkka FM-finaluni, men tað krevur mest sannlíkt tríggjar sigrar á rað, og tí eru ráðini ikki til at kiksa, nú H71 vitjar. HB er favorittur FM-odds frá NordicBet HB 3,00 NSÍ 3,50 EB/S 4,00 B36 5,50 KÍ 7,00 B71 14,00 Víkingur 14,00 B68 75,00 ÍF 120,00 Skála 235,00 FAKTA Tipsbladet er nú søga Portohækkingarnar, sum fyri fáum árum síðani raktu donsku bløðini á føroyska marknaðin- um, hava nú noytt Tipsblaðið av føroysku handilshillunum. Vikublaðið skrivar á heima- síðu sínari, at sølustjórin hjá blaðnum, Henrik Pallesen, nú hevur tikið avleiðingarnar av, at sølan í Føroyum og Grønlandi er follin so nógv seinnu árini. Samlaða sølan hjá blaðnum er minkað við 20%, og tí eru boðini, at tað skal sparast, har nakar møguleiki er fyri hesum. -mørk Anderson í Klaksvík Í gjár var nýggi spælarin hjá KÍ, Anderson, at síggja á vøllinum við Djúpumýru fyri fyrstu ferð. Upprunaliga skuldi KÍ hava tilgongd av argentinskum áleypara, Julian Tridente, men tá hesin kortini ikki slapp leysur av felag sínum, valdi KÍ at gera skjótt av í royndunum at fáa nýggjan spælara, áðrenn flytingarvindeygað læt aftur. Úrslitið gjørdist, at Anderson, sum annars er sáttmálabundin at Vasco da Gama, skal spæla við KÍ, og í kavaslettinginum í gjárkvøldið royndi hann seg fyri fyrstu ferð saman við nýggju liðfeløgunum. -mørk Daiva heldur fram í VB Hóast vánirnar fyri næstu FM-finaluni á rað minkaðu nógv, tá VB um vikuskiftið tapti móti Neistanum, so høvdu tey í felagnum kortini eisini nakað at fegnast um. Daiva Toumaite hevur seinnu árini verið mett millum tær allar bestu í føroysku hondbóltskappingini, og á heimasíðu felagsins hevur VB nú boðað frá, at skotsterki litavin tekur í øllum førum eitt ár afturat í felagnum. -mørk Dysturin um føroya­ meistaraheitið í 2008 fer at standa millum verjandi meistararnar og mest vinnandi liðið í føroyskum fótbólti, stendur tað til NordicBet Sveinur Tróndarson varð valdur uttan atkvøðugreiðslu, tá hann var einasta uppskotið til nevndarsessin, ið stóð tøkur eftir Høgna í Stórustovu Mynd: Álvur Haraldsen