mikudagur 5. mars 2008síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
[ Nr. 46 - 5. mars 2008 ]
A-lands-
liðið fer til
Challenge
Trophy
Nú er greitt, hvørji
lið verða við í
Challenge Trophy
fyri kvinnur.
OG HSF hevur
gjørt av at senda
sterkast møguliga
kvinnulandsliðið
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Kappingin fer í ár fram
á Cypros, og í mun til
kappingina í Bosnia
fyri
tveimum
árum
síðani, verður talan um
fleiri sterk lond, sum
taka lut hesaferð. Í HSF
vóru tey annars í iva,
um
Føroyar
skuldu
senda nakað lið avstað
yvirhøvur, ella um talan
møguliga skuldi verða
um U-landslið. Hetta
um talan enn eina ferð
gjørdist um ov nógv
veik mótstøðulið, har
føroyska liðið einki
fekk
burtur
úr
ítróttarliga.
Nú er tó greitt, at so
verður ikki. Gaman í
eru øll londini ikki eins
sterk, men nøkur eru,
sum uttan iva kunnu
vera við til at menna
føroyska liðið í nøkrum
knallhørðum dystum.
Bosnia, sum vann
kappingina
seinast,
verður við, og tað
verður Finnland eisini.
Finnland var ikki við í
2006, men í 2004
spældi føroyska liðið
eina óhugnaliga spenn-
andi hálvfinalu móti
Finnlandi.
Ísrael, sum Føroyar
eisini spældu ímóti í
2004, verður eisini við
í
kappingini,
har
Cypros, Malta, Estland
og
Ongland/Skotland
eisini taka lut.
Fyri júst 48 árum
síðani byrjaði ein
dystur um heims
meistaraheitið í
talvi, har Mikhail Tal
skrivaði søgu við at
gerast yngsti heims
meistari nakrantíð
bert 23 ára gamal
talv
Ólavur Simonsen
olavur@sosialurin.fo
Mikhail Tal varð føddur í
Riga, Letlandi í 1936. Tal
lærdi at lesa longu sum 3
ára gamal og byrjaði skúlan
í triðja flokki, tó at hann
heldur vildi sleppa í fjórða
flokk beinanvegin. Tal bleiv
skjótt bitin av talvi og
telvaði allastaðni, har hann
kundi.
Stórsti parturin av lívi
hansara var merktur av sjúku
og vánaligari heilsu. Hann
varð sera ofta lagdur undir
skurð fyri vánalig nýrir.
Hóast nógvar skurðviðgerð-
ir, tosaði hann vanliga um
talv, til hann sovnaði av
doyvingini. Hann var eisini
handtikin, meðan hann sat
og telvaði á gøtuni, tí hann
var rýmdur av sjúkrahúsi-
num, har hann síðan varð
tvingsilsinnlagdur.
Lummaroknarin
Tal telvaði einaferð ein
simultan dyst í Zurich. Tal
vísti á eina støðu, har
mótstøðumaðurin hevði ein
møguleika, sum mótstøðu-
maðurin hevði yvirsæð. Tað
førdi so víðari til eina
vedding, har Tal veddaði, at
hann kláraði at skriva øll 30
talvini niður frá byrjan til
enda uttan at hyggja eftir
borðinum aftur. Tá Tal
hevði gjørt hetta, fekk hann
sítt fyrsta eyknevni, sum
var:”Lummaroknarin”,
tí
hann vann veddingina.
Gandakallurin
Tal var kendur undir nøvn-
unum: Trøllmaðurin, Lumma-
roknarin og Gandakallurin
úr Riga. Hann kundi skapað
tær mest ótrúligu kombina-
tiónirnar úr mest óvæntaðu
støðunum.
Atfinnarir søgdu ofta, at
stílur hansara var ókorrektur
ella skeivur, tí eftir at teir
høvdu greinað støðurnar
hjá honum yvir longri tíð,
funnu teir leikir, sum góvu
mótstøðumonnum hansara
avgerandi
fyrimun.
Tal
segði sjálvur, at hóast mót-
støðumenninir funnu feilir
fleiri mánaðar seinni, so
telvaði hann rætt. Tað
grundaði hann á, at tá teir
ikki kundu finna skeivu
leikirnar
við
talvborðið
innan teir tveir tímarnar,
sum teir høvdu at hugsa í,
nyttaði tað lítið at koma
aftur eftir so langa tíð og
siga, hvørjir røttu leikirnir
vóru. Tað var sera vanligt,
at mótstøðumenninir komu
í øgiliga tíðarneyð, tí teir
ikki megnaðu at halda skil
á teimum fløktu støðunum,
ið Tal dróg teir út í, og
sostatt taptu teir talvið. Tal
fekk talv at líkjast einum
listaverki
av
sálarligari
krígsførslu.
Heimsmeistari
Hóast heilsan ikki var ser-
liga góð, vann Tal á Mikhail
Botvinnik í 1960 bert 23
ára gamal, og soleiðis gjørd-
ist hann yngsti heimsmeist-
arin nakrantíð.
Tal varð mettur at vera
stórsta álopsflogvitið nakran-
tíð. Hóast tøður hansara ofta
kundu líkjast einum grót-
broti, vóru støðumetingar
hansara aloftast rættar.
Tal telvaði á hægsta stigi
heilt til sínar seinastu dagar.
Í 1992 vann hann eitt
kviktalv
móti
sjálvum
Kasparov, men varð síðan
lagdur inn á sjúkrahús og
doyði fáar dagar seinni.
Hann var ein av fáum, ið
gjørdist stórmeistari, áðrenn
hann
gjørdist
altjóða-
meistari.
Tal var ein av fremstu álopstelvarum, ið nakrantíð hevur livað
Gandakallurin
úr Riga
Gunnar og Christian
spældu javnleik
Gunnar Nielsen vardi málið hjá Blackburn allar 90 minutt-
irnar, og Christian Mouritsen spældi við hjá Manchester City
allan dystin, tá ið eykaliðini hjá teimum báðum kendu ensku
feløgunum spældu dyst í fyrrakvøldið. Dysturin endaði við
javnleiki 1-1. Blacbkurn legði seg á odda í fyrra hálvleiki,
men Manchester City javnaði í seinna hálvleiki. Christian
Restorff Mouritsen hevði eina góða roynd á málið hjá Black-
burn, men landsmaðurin í málinum bjargaði royndini.
Formulavenjarar í handilsskúla
Í summar var av fyrstan tíð í Føroyum farið undir eina ítróttarbreyt á
miðnámskúla. Føroya Handilsskúli á Kambsdali bjóðaði ungum og
evnaríkum fótbóltsleikarum at fáa ítróttin á tímatalvuna. Hetta hevur
eydnast væl, og fyrireikingarnar til komandi skúlaár eru longu byrjaðar.
Norðlýsið skrivar á heimasíðu sínari, at Eyðun Klakkstein úr KÍ - sum
eisini hevur verið venjari í ár - saman við Sigfríði Clementsen úr EB/
Streymi skulu venja skúladreingirnar eftir summarfrítíðina. Ítróttar-
breytin verður eisini víðka soleiðis, at møguligt verður eisini at velja
svimjing. Tað er staðfest, at Petur Heðin á Fløtti, fyrrverandi lands-
liðsvenjari, skal standa fyri venjingunum.
Tal - Velimirovic
USSR - Jugoslavia, 1979
1.c4 c5 2.b3 Nc6 3.Bb2 e5 4.g3 d6 5.Bg2 Be6 6.
Nc3 Qd7 7.Nf3 Bh3 8.Bxh3 Qxh3 9.Nd5 Qd7 10.
e3 Nce7 11.Nc3 Nf6 12.0-0 e4 13.Ng5 d5 14.cxd5
Qf5 15.Nxf7 Kxf7 16.f3 Nexd5 17.fxe4 Nxc3
18.Bxc3 Qxe4 19.Qh5+ Ke6 [ 19...Kg8 20.Bxf6
gxf6 21.Rxf6 Qe7 22.Qd5+ Kg7 23.Qg5# Mát]
20.Qh3+ Kd6 21.b4 Kc7 22.Rac1 Rc8 23.Rf5 Qg4
[ 23...Kb8 24.Be5+ Ka8 25.Rxf6 Hvítur vinnur.]
24.Be5+ Kd7
25.Qf1 Qe4 26.Rc4 Qc6 27.Qh3 Qe6 [ 27...Kd8 28.
bxc5 Hvítur vinnur.] 28.Bxf6 gxf6 [ 28...Qxc4 29.
Bxg7 Hvítur vinnur.] 29.Re4 Qxa2 30.Rxc5+ 1-0
Talvið hesa vikuna