Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-05, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 5. mars 2008síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 46 - 5. mars 2008 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Ongan tíð fyrr hevði Milan tapt á heimavølli móti einum enskum liði. Og Fenerbache, sum í fjør var á Tórsvølli, telist nú millum tey átta sterkastu í Europa Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Wenger segði tað sjálvur. Tað var at kalla manndóms­ royndin, sum unga Arsenal­ lið hansara skuldi standa, tá teir vitjaðu á San Siro. Gaman í var Arsenal leik­ liga omaná, tá teir dystaðust við Milan á Emirates­leik­ vøllinum í London. Men tað eydnaðist teimum ikki at skora, og tí var talan um sera trupult útgangsstøði, tá útidysturin móti Milan var á skránni. Ein uppgáva, sum ikki gjørdist lættari, tá hagtølini samstundis stað­ festu, at Milan ongan tíð hevur tapt heimadyst móti enskum liði. Men tað løgdu dreingirnir hjá Wenger einki í. Boðini, sum teir fingu við sær, var at fara út at spæla fótbólt. Og tað gjørdu teir somikið gott, sum fáur hevur gjørt tað móti Milan. Verjandi europisku meist­ ararnir vórðu at kalla spældir av vøllinum við sínum egna vápni. Arsenal var bólt­ tryggari, kvikari og flutti seg betur, og fyri hvønn minutt, sum gekk, tóktist orkan ganga alt meira undan hjá roynda heimaliðnum. Og tá Fabregas so hamr­ aði langskot í kassan, tá bara seks minuttir vóru eftir at spæla, mundu tey flestu ásanna, at avgerðin var foll­ in. Milan royndi at trýsta, men effektivu instruksirnir frá beinkinum, góvu úrslit. Wenger sást geva tekin um, at nú skuldu teir spæla langt oman í horni, og hetta gav úrslit, tá Walcott rann tunnu heimaverjuna av, áðrenn hann spældi til Adebayor, sum punkteraði vónirnar hjá Milan at endurvinna heitið. Frá Tórsvølli upp á tindin Úr einum føroyskum sjón­ arhorni var áhugavert at staðfest, at Fenerbache nú hevur vunnið seg millum tey átta sterkastu liðini í Europa. Fyri hálvum øðrum ári síðani varð turkiska liðið ikki tikið í størri álvara enn so, at teir máttu norður í Atlantshav at spæla undan­ kappingardyst móti B36. Ta uppgávuna loystu teir uttan hóvasták, og í dag munnu tey í B36 ásanna, at tað var so eingin skomm at tapa fyri hesum liðnum. Stóra hetjan hjá Fener­ bache gjørdist málverjin, Volkan, sum tók trý av fýra brotsspørkum, tá avgerðandi bóltarnir vórðu skotnir. Men tað var ikki júst hetju­ status, sum málverjin hevði, tá hann í vanligu leiktíðini átti sín stóra lut í tveimum av teimum trimum málunum hjá Sevilla. Ronaldo og Ronaldinho Hinir báðir dystirnir í gjár­ kvøldi fingu teir vinnarar, sum roknað varð við. Men tað vóru serliga teir báðir, Ronaldo og Ronaldinho, sum vóru í fokus. Portugisin hjá Manchester United átti einasta málið, tá enska stórfelagið vann 1­0 á Lyon. Við málinum er Ronaldo uppi á imponerandi seks málum í sjey Champ­ ions League­dystum, og við 30 málum hetta kappingar­ árið er hann longu væl áveg­ is málmetinum í felagnum. Og á Camp Nou vísti Ronaldinho loksins aftur nakað av tí, sum á sinni gjørdi hann til heimsins besta spælara. Tað var annars ein smeitur, tá Messi tíðliga í dystinum noyddist skaddur av vøllinum, men hetta var kanska tað, sum skuldi til, so Ronaldinho tók ábyrgdina á seg. Og við fleiri góðum detaljum var hann um nakar høvuðs­ maðurin í heimasigrinum, sum væl kundi verið størri enn tað eina málið. Dreingirnir hjá Wenger eru vaksnir Adebayor hevur í yvirtíðini fullkomuliga sløkt ljósið á San Siro. Saman vði Diaby og Fabregas fegnast hann um fantastiska úrslitið. Milan-málverjin – eins og restin av heimaliðnum – vóru bókstaviliga á afturpartinum størsta partin av dystinum Mynd: Polfoto/AP Ronaldo nærkast Best Cristiano Ronaldo er heilt væl ávegis at seta met sum málskjútti í Manchester United. Mál­ ið móti Lyon í gjár­ kvøldið var mál nummar 30 hjá portugisanum hetta kappingarárið. Málmetið fyri eitt eins­ takt kappingarár í Manchester United setti legendariski George Best fyri 40 árum síðani, tá hann skoraði 32 mál. Og Sir Alex Ferguson er sjálvandi framúr væl nøgdur um avrikið hjá Ronaldo. ­ Vit eru enn bara í mars mánaði, og Ron­ aldo kann væl spæla einar 16­17 dystir afturat hetta kappinga­ rárið. Og tí kann hann uttan iva gera fleiri mál, og tað er eitt fantastiskt avrik fyri ein kant­ spælara, segði venjarin hjá reyðu devlunum eftir sigurin á Lyon. ­­­ Liverpool- boð vrakað Hóast Tom Hicks og George Gillett kundu vunnu á leið eina milliard hvør, so valdu teir at siga nei takk, tá Dubai International Capital aftur royndi at keypa Liverpool. Teir báðir amerikumenninir keyptu í fjør Liverpool fyri á leið 2,25 milli­ ardir krónur, men boðið frá saudi­arabisku oljumilliardunum var nærum tað tvífalda. ESPN skrivar, at George Gillet var til reiðar at selja, men Hicks vildi undir ong­ um umstøðum siga nei, og tí varð handilin av ongum. ­­­ 10. heima- sigurin á rað Old Trafford telist mill­ um veruligu háborg­ irnar, tá um ræður europiskan fótbólt. Og í gjárkvøldið varð hetta sligið fast, tá Man­ chester United vann 10. heimadystin á rað í Champions League. Úrslitini í gjár Í klombrum er viðmerkt samlaða úrslitið Sevilla Fenerbache 3-2 (5-5 Fenerbache víðari eftir brotssp.) Barcelona-Celtic 1-0 (4-2) AC-Milan-Arsenal 0-2 (0-2) Man.Utd.-Lyon 1-0 (2-1) Dystirnir í kvøld Real Madrid-Roma (1-2) Chelsea-Olympiakos (0-0) FC Porto-Schalke 04 (0-1) Inter-Liverpool (0-2) (verður spældur 11. mai) FAKTA