Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindi Nr. 47 - 6. mars 2008 Profilar í føroyska listaheiminum boykotta Listasavnið, tí Helgi Fossádal er leiðari fyri savnið. Helgi Fossádal er vónbrotin av, at listarfólkini, sum hann hevði so tætt tilknýti til, vendu sær ímóti honum, tá ið hann bleiv settur sum leiðari á savninum Listasavnið Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Tá ið Helgi Fossádal í 2005 varð settur sum leiðari fyri Listasavn Føroya, mótmælti ein bólkur av etableraðum listarfólki starvssetanini, og ein partur av hesum listar­ fólkum hava síðani boykott­ að Listasavnið. Høvuðsatfinningin ímóti Helga Fossádal var, at hann hevur ikki listfrøðisliga út­ búgving, og tí var hann ikki egnaður sum leiðari fyri savnið, hóast hann í nógv ár hevði fylgt við í listarheim­ inum og hevði verið virkin í nevndum og fyriskipan av framsýningum. – Stríð er altíð óbehagiligt fyri tey, sum eru partur av stríðnum. Eg var eitt sindur undrandi yvir, at tað skuldi verða so nógv stríð. Eg søkti starvið og fekk tað, og áðrenn tað hevði eg røkt starvið í 14 mánaðir fyri leiðaran sum var í farloyvi. Tí helt, at eg at tað var und­ arligt, at tað skuldi verða so nógv stríð um mín persón, tá ið eg var settur sum leið­ ari fyri Listasavnið, sigur Helgi Fossádal. ­ Tað var eitt stórt vón­ brot, at nógv av hesum list­ arfólkunum, sum eg hevði havt eitt ógvuliga tætt til­ knýti til, høvdu so nógv ímóti mær sum persóni. Leiðarin skal umsita Ein bólkur av listarfólki mótmælti, at tú varð settur sum savnsleiðari, tí tú hevði ikki nakra listfrøðisliga út­ búgving. Hvat sigur tú til tað? ­ Listasavnið er ein lítil stovnur, tá ið hugsað verður um starvsfólk. Umframt stjóran arbeiða tvey fólk á savninum. Listasavnið hev­ ur tørv á einum stjóra, sum hevur leiðslukunnleika og er fjølbroyttur, og tað er ikki neyðugt, at hann er list­ frøðingur. Tá ið tað er sagt, so skal tað eisini sigast, ein listfrøðingur eigur verða knýttur at Listasavninum, og tað havi eg havt øll árini. Kombinatiónin við einum umsitingarligum leiðara og einum listafrøðingi er ein góð kombinatión. Tá ið tú tókst við starvi­ num segði tú, at friður nokk fór at valda aftur á Lista­ savninum og í føroyska listaheiminum. Hvussu hev­ ur gingist við tí? – Tað hevur verið ógvu­ liga friðarligt, síðani eg byrjaði. Eg byrjaði 1. mars í 2005, og eftir at eg hevði verið til arbeiðis í ein hálv­ an tíma, var eg einsamallur eftir á Listasavninum, so tað var eitt sindur buldraligt fyrstu dagarnar, men eg kendi Listasavnið væl, so eg kundi stýra tí kortini. – Um vit tosa um frið, so hevur tað verið friðarligt, men tað er nú soleiðis, at tað eru nøkur listafólk, sum ikki vilja sýna fram á Lista­ savninum, tí eg eri stjóri har, og tað er stórt spell. Nøkur av teimum, sum mót­ mæltu míni starvssetan, hava sýnt fram á Listasavn­ inum, men tað eru nøkur, sum framvegis ikki vilja sýna fram. Vit hava boðið øllum at verða við, men fólk hava ein frían vilja at gera, sum tey vilja. Nøkur av teimum, sum ikki sýna fram á Listasavni­ num, eru profilar í føroysk­ ari list. Er tað saknur í teim­ um, nú tey ikki vilja verða við? ­ Tað er spell, at summi listafólk ikki vilja verða við, tá ið tú roynir at gera eina fjølbroytta framsýning. Men summi av teimum halda, at støðan á Listasavni­ num er óhaldbar, so leingi sum eg siti har, og tað kunnu vit ikki gera nógv við. Gevst um tvey ár Tú ert áramálssettur, og nú hevur tú tvey ár eftir av tíni starvstíð sum stjóri fyri Listasavn Føroya. Kundi tú hugsað tær at hildið fram eftir tað? – Eg royni at geva so nógv, sum eg kann hesi fimm árini, og vit hava nógv spennandi fyri framm­ an. Ein ætlan er at byggja Listasavnið út, og vónandi kann eg verða við til at seta sjøtul á tað arbeiði. Eg rokni ikki við, at eg verði har eftir hesi fimm árini. Eg haldi eisini, at leiðslan fyri ein slíkan stovn skal skiftast út, so at hon ikki situr alt ov leingi. Tað er neyðugt, tí annars fær mann eitt alt ov einstáttað Lista­ savn. Hugsar tú eisini um, at tú ikki aftur vilt enda í tí stríð­ num, sum var í sambandi við tína starvssetan í 2005? – Eg eri ein sovorðin per­ sónur, sum ikki leggur nak­ að í hatta stríðið. Eg havi verið ígjøgnum so nógv í mínum lívi, at hatta rørir meg ikki. Men eg eri keddur av, at hasi fólkini ikki koma á Listasavnið og ógrundað uppføra seg soleiðis, sum tey gera. Fossádal harmast boykott - Tað var undarligt, at tað skuldi verða so nógv stríð um meg, tá ið eg var settur sum leiðari fyri Listasavnið, og tað var eitt stórt vónbrot, at nógv av hesum listarfólkunum, sum eg hevði havt eitt ógvuliga tætt tilknýti til, høvdu so nógv ímóti mær sum persóni, sigur Helgi Fossádal, leiðari fyri Listasavn Føroya Mynd: Jens Kr. Vang Fyrilestrar um enneagram Hví eru vit so ymiskt, og hví hugsa, gera og dáma vit so ymiskt, og hvønn tørv og hvørji virði hava vit? Hetta er nakað av tí, sum enneagramm, ið er ein typologi, snýr seg um. Hendan læran setir orð á, hvørjar typir vit øll kunnu býtast upp í, og hvussu vit kunnu blíva klókari upp á okkum sjálvi og onnur. Sambært fyrireikarunum gevur fyrilesturin innlit í tær 9 typirnar, sum enneagramm arbeiðir við. Hvat ræðist hvør typa, hvat letur viðkomandi seg stressa av, finnur tryggleika í, og hví nøkur av okkum trekkja seg aftur og ikki dáma kritik og konfliktir, meðan onnur nærmast søkja konfrontatiónir við onnur? Annita Nielsen heldur fyrilestrarnir, sum verða í MBF­húsinum í døgunum 10.­11. og 13. mars frá klokkan 19 til 21. Atgongumerki á 100 krónur fáast í Kunningarstovuni í Havn. Opið hús á Tekniska skúla Miðjan mars er seinasta freist hjá teimum, sum ætla sær í gongd við eina miðnámsútbúgvin, at lata umsóknarblaðið inn. Á Tekniska skúla í Klaksvík hava tey valt at flyta ein vanligan undirvísingardag til nú leygardagin, tá ið ókeypis er at koyra ígjøgnum Norðoya­ tunnilin. Ung, sum umhugsa at fara undir miðnámsútbúgving, kunnu saman við foreldrum vitja skúlan millum kl. 10 til 14 og fáa nærri kunnleika um útbúgvingarnar á skúlanum. Fyri umleið einum ári síðan varð farið undir at útbyggja skúlan. Byggingin umfatar nýggjar stovur til vanliga floksundirvísing og serstovur til millum annað prosess, alis­, evna­ og lívfrøði. Eftir ætlan verða nýggju hølini liðug í mai og verða tikin í brúk, tá ið komandi skúlaár byrjar í august.