hósdagur 6. mars 2008síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 47 - 6. mars 2008
Heilar fimm ferðir
er ein bilførari tikin
fyri at koyra ov
skjótt og tað skal
kosta. Tí vildi ákærin
hava Landsrættin at
staðfesta, at oftari
ein koyrir ov skjótt,
harðari skal revsingin
verða
Ferðslutrygd
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tann, sum ikki kann lata
vera við at trýsta á speed
aran, má eisini vera til
reiðar at betala fyri tað.
Tað má ein maður ásanna
eftir at var í landsrættinum í
gjár.
Talan er um ein bilførara,
sum eftir øllum at døma
ikki kann lata vera við at
koyra ov skjótt, sum tikið
var til í rættinum.
Heilar fimm ferðir hesi
síðstu fýra árini er hann
tikin fyri at koyra ov skjótt,
bæði í bygdum og í óbygd
um øki.
Í øllum førum hevur hann
koyrt
skjótari
enn
30
kilometrar meiri um tíman
enn loyvt er og tað merkir,
at hann dómurin hevði
verið ein treytað frádøming
av koyrikortinum. Tað merk
ir so, at hann skal taka
koyrikortið av nýggjum.
Tríggjar dómar
í eitt ár
Í januar í 2004 varð maðurin
tikin fyri at koyra 83 kilo
metrar um tíman í bygdum
øki, har tað er loyvt at koyra
50.
Tað kostaði honum eina
treytaða frádøming.
Men longu í september
sama ár, áðrenn royndar
tíðin var av, varð hann aftur
tikin. Hesuferð koyrdi hann
122 kilometrar um tíman í
óbygdum øki.
Tá ið hann var fyri í rætt
inum, fekk hann eina felags
revsing fyri hesi bæði lógar
brotini og tað endaði við, at
hann misti koyrikortið í eitt
hálvt ár.
Men tað hjálpti ikki nógv,
tí longu í januar í 2005, var
hann aftur tikin fyri at koyra
ov skjótt og hesuferð koyrdi
hann 97 kilometrar í bygd
um øki.
Aftur tá mátti hann eina
ferð enn í rættin og tá misti
hann koyrikortið í eitt ár.
Tvær ferðir í
tríggjar mánaðir
Nú var so friður til í fjør.
Men tá var hann so aftur
tikin tvær ferðir upp á tríggj
ar mánaðir fyri at koyra ov
skjótt í óbygdum øki.
Í tí eina førinum koyrdi
hann 113 kilometrar um
tíman og í hinum førinum
koyrdi hann 111 kilometrar
um tíman.
Fyri hesi bæði brotini
dømdi
Føroya
Rættur
mannin at missa koyrikortið
í hálvtannað ár.
Men ákæruvaldið helt, at
tað var so bíliga sloppið, at
dómurin varð skotin inn
fyri Landsrættin.
Fyri Fútan er talan um
eitt prinsippmál, tí hetta er
fyrstu ferð, at nakar er tikin
so ofta fyri at koyra ov
skjótt.
Hetta er fimtu ferð, at
hann koyrir so skjótt, at
hann eigur at fáa eina
treytaða frádøming.
Men tey bæði brotini í
fjør vóru við so stuttum
millumbili, at talan er um
sama dóm.
Men saman við teimum
trimum dómunum frá 2004
og 2005, er tann seinasti
dómurin í fjør sostatt fjórði
dómurin hann fer fyri at
koyra ov skjótt.
Tí kravdi fútin, at maðurin
varð dømdur at missa koyri
kortið í nógv longri enn
hálvt annað ár og sjálvur
helt hann, at ein frádøming
í fýra ár er hóskandi.
Prinsippið er, at revs
ingin skal verða harðari og
harðari fyri hvørja ferð, ein
verður tikin fyri at koyra ov
skjótt.
Og
skal
nakar
samanhangur verða í, er tað
ov lætt sloppið bara at
missa koyrikortið í hálv
tannað ár.
Tí vildi fútin hava Lands
rættin at siga sína hugsan,
so at vit vita, hvussu
revsingin í framtíðini skal
vera í slíkum førum.
Hann helt, at signalvirðið
í dóminum mátti vera, at vit
finna okkum rætt og slætt
ikki í, at bilførarar koyra ov
skjótt
Verjin
hjá
manninum
helt, at hálvtannað ár var
nóg hørð revsing, tí hann
vísti á, at talan var ikki um
skilaleysa koyring sum so,
tó at ongin ivi var um, at
hann hevði koyrt ov skjótt.
Landsrætturin er samdur
í, at tað er ov lítið at missa
koyrikortið í hálvt annað ár.
Harðari revsing
Landsrætturin staðfestir, at
fyri at hava fýra dómar fyri
at koyra ov skjótt, er tað ov
bíliga sloppið at missa
koyrikortið í hálvtannað ár.
Landsrætturin legði dent
á, at í fjør varð hann tvær
ferðir tikin við eini ferð,
sum hvør sær hevði ført við
sær, at hann fekk eina
treytaða frádøming og so
statt mátti taka koyrikortið
av nýggjum.
Revsingin fyri hvørt av
brotunum hevði verið at
mist koyrikortið í hálvt
annað ár og verður tað
faldað við tvey, skuldi hann
mist koyrikortið í trý ár.
Landsrætturin gjørdi tó
av at geva manninum ein
avsláttur upp á eitt hálvt ár.
Sostatt var endaliga úrs
litið, at maðurin misti koyri
kortið í tvey og eitt hálvt ár.
Fútin er nøgdur við, at
tað nú er endaliga staðfest,
at tað skal kosta, at koyra
ov skjótt ferð eftir ferð.
Alphabeat mistu nýggjar sangir
Danski poppbólkurin Alphabeat er rættiliga á veg í Onglandi, har tónleikararnir nú
hava búsett seg. Um vikuskiftið var bólkurin heima í Danmark fyri at taka ímóti
eini virðisløn á Zulu Awards. Tá ið tónleikararnir komu aftur til London, fingu tey
eina keðiliga móttøku. Tjóvar høvdu brotið inn í íbúðina hjá teimum, og teir vóru
millum annað farnir avstað við einari teldu, har bólkurin goymdi nýggjar sangir.
Vit hava mist umleið helvtina av okkara nýggja tilfari. Vit royna at minnast sangir
nar, so frætt sum vit kunnu, og so royna vit at spæla teir inn av nýggjum, sigur
tónleikarin Rasmus Nagel við Se & Hør. Alphabeat, sum skal spæla á Summar
Festivalinum í august, arbeiðir í løtuni við nýggjari fløgu, og tey kundu í vikuni
fegnast um, at sangurin Fascination hevur vunnið inn á bretska hitlistan.
Fimtan listafólk á Várframsýningini
Várframsýningin 2008 umboðar nøkur av okkara vælkendu listafólkum, umframt
nýggjar spennandi spírar, sum vit vantandi fara at síggja meira til seinni. Várfram
sýningin er ætlað til at vísa tað besta, sum føroysk myndlistafólk fáa frá hondum.
Men samstundis, at geva "tilkomandi" myndlistafólki ein møguleika at sýna fram
verk síni, siga Føroysk Myndlistafólk í tíðindaskrivi. Várframsýningin letur upp í
morgin kl. 17. Várframsýningin er ein sensurerað framsýning. Ein trímannanevnd
velur tað besta burturúr. Í sensurnevndini sita Eli Smith, Øssur Mohr og Eyðun av
Reyni. Várframsýningin er framsýningin hjá felagnum Føroysk Myndlistafólk. Í ár
hava 22 fólk sent 110 verk inn til framsýningina, og sensurnevndin hevur latið 15
fólk koma gjøgnum nálareyga við tilsamans 58 verkum.
Kann ikki lata vera
við at koyra ov skjótt
Ein maður, sum ikki kann lata vera við koyra ov
skjótt, noyðist nú at lata bilin standa í hálvt triðja ár.
Boðini eru, at vit góðtaka ikki, at bilførarar koyra ov
skjótt og at tað skal kosta at koyra ov skjótt fleiri ferðir