Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 8

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 47 - 6. mars 2008 Meðan byggigøla eft­ir byggjugølu kem­ur undan kavi, gongur fram­úr hjá Valbjørn Dalsgarð undir Kongavarða. - Vit­ eru fram­m­anfyri t­íðaræt­lanina, og prís- irnir fara at­ halda, sigur Valbjørn Dals- garð BYGGING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Fyrstu raðhúsini verða klár at flyta inn í til jóla. Tað sigur Valbjørn Dals- garð, byggimeistari, sum stend­ur fyri einari risastórari byggiætlan und­ir Konga- varða. Fyrsta byggistig umfatar 87 eind­ir. Talan er um rað- hús og íbúðir, og mánad­agin varð farið und­ir at seta fyrstu elementini upp til raðhúsini. - Tað hevur gingið sera væl. Vit byrjaðu arbeiðið 18. januar í fjør, og eftir tíðarætlanini skuld­u vit byrja at seta elementir upp seinast í hesum mánaðinum, men vit byrjaðu longu nú mánad­agin, sigur Valbjørn Dalsgarð. Fyrsta byggistig umfatar 32 raðhús og 55 íbúðir. Rað- húsini eru í tveimum stød­d­um, tólv raðhús á 150 fermetrar og 20 raðhús á 207 fermetrar. - Tey minnu raðhúsini eru øll seld­, meðan nøkur av teimum størru eru eftir enn, sigur Valbjørn Dalsgarð. Av teimum 55 íbúðunum er onkur einstøk eftir enn, sum ikki er seld­, so tá hugs- að veðrur um, at ikki kann flytast inn fyrr enn einaferð fyrst í komand­i ári, sær ikki so galið út. Íbúðirnar eru í ymsum stød­d­um, tær minstu eru 46 fermetrar, meðan tær størstu eru á 131 fermetrar. Síðani liggja aðrar stød­d­ir ímillum, eitt nú eru nakrar 80 fermetr- ar, aðrar 102 fermetrar. Prísirnir halda Sum nevnt er arbeiðið væl framman fyri tíðarætlanina. - Sum eg nevnd­i eru fyrstu elementini longu sett upp nú, meðan tíðarætlanin segði seinast í mars. Og tá vit koma longur fram í tíðina vænta vit, at klárt verður at flyta inn í fyrstu raðhúsini til jóla. Tíðarætlanin sigur annars mai komand­i ár, sigur Valbjørn Dalsgarð. Hann er held­ur ikki bang- in fyri, at tær byggigølur, sum hava verið í seinastuni, eisini fara at raka hann. - Nei, tað hava vit einki merkt til. Tað einasta, sum er komið eitt snd­ur óvart á, er broytingin í MVG-lógini, sigur Valbjørn Dalsgarð s u m leggur d­ent á, at prísirnir fara at hald­a. Og prísirnir á raðhúsunum eru fyri tey minnu (150 fm) 2,4 milliónir krónur og fyri tey størru (207 fm) 2,9 milli- ónir. Íbúðirnar kosta eisini eft- ir stød­d­, sjálvand­i, og tær bíligastu (46 fm) kosta 600.000 krónur, meðan tær størstu (131 fm) kosta 2,6 milliónir krónur. Næsta byggistig er longu lagt til rættis og hetta verður upp aftur størri enn fyrsta byggistig. Tað fer nevniliga at umfata eitthund­rað eind­- ir, og fer eins og fyrsta byggistig at verða ein bland­- ing av raðhúsum og íbúðum í ymsum stød­d­um. - Talan verður eisini um eitt triðja byggistig, men enn er støða ikki tikin til hetta. Tað verður gjørt, tá annað byggistig fer at líða, sigur Valbjørn Dalsgarð, sum er vælnøgd­ur við gongd­ina í fyrsta byggistigi. Væl framanfyri tíðarætlanina Útsýnið verður óført út yvir Havnina, Nólsoyarfjørð og Nólsoy. Valbjørn Dalsgarð stendur her inni í fyrstu raðhúsunum, sum verða gjørd Mynd: Marika Hill Seks kvinnur hjá Ibsen Kvinnud­agin, leygard­agin 8.mars, fer norska leikkvinnan Juni Dahr at framføra sín egna monolog „Ibsen kvinner - set en ørn i bur“ í Norðurland­ahúsinum. Í leikinum eru lýstar seks kvinnur hjá Henrik Ibsen: Hild­e úr „Byggmester Solness“, Hed­d­a úr „Hed­d­a Gabler“, Fru Alving úr „Gengangere“. Nora úr „Et d­ukkehjem“, Elid­a úr „Fruen fra Havet“, Hjørd­is úr „Hærmænd­ene paa Helgeland­.“. Juni Dahr hevur framført monologin í næstan øllum heimspørtum, og hon hevur fingið virðislønir fyri leikin. Sjálv sigur Juni, at hon held­ur, at hóast Ibsen skrivaði sínar kvinnulýsingar fyri meira enn 100 árum síðani, eru tær framvegis viðkomand­i. Ibsen var sera vísur, og hann d­ugd­i framúr væl at lýsa kvinnulynd­ið í øllum sínum margfeld­i. Danski floytuleikarin Chris Poole spælir tónleikin í leikinum „Ibsen kvinner - set en ørn i bur.“ Norðurland­ahúsið, Norrøna Felagið í Føroyum og Tjóðpallur Føroya skipa fyri vitjanini hjá Juni Dahr og hennara fólkum. Konsert og DJ Show í Fuglafirði Leygard­agin 8 mars verur konsert og DJ Show í Mentanarhúsinum í Fuglafirði við bólkunum Synarchy, Ineptus & Alone I Break. Aftan á konsertina verur Dj Show við Dj Sleize, og Beerserkers spæla nøkur løg. Einki ald­ursmark er, og konsertin byrjar kl. 21:00. Valbjørn við íbúðúðunum í baksýni. Í løtuni arbeiða 38 mans upp fyrsta byggistig av trimum, sum tilsamans fer at kosta hálva milliard Mynd: Caroline Eriksson