hósdagur 6. mars 2008síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 47 - 6. mars 2008
Danbor til Grønlands
Danbor Service, sum er ein partur av A.P. Møller-
samtakinum, hevur skrivað undir sáttmála við
grønlendska reiðaríið Royal Arctic Line um samstarv í
sambandi við ætlaðar royndarboringar eftir olju úti fyri
vesturgrønlendsku strondini. Søren Fløe Knudsen, stjóri í
Danbor Service, sigur, at felagið heldur seg hava fingið
tann rætta samstarvsfelagan í Grønlandi. Danbor Service
hevur sæti í Esbjerg og hevur júst fingið sær deild í
Aberdeen.
Nógv vilja til Íslands
Útlendingastovnurin, sum viðger umsóknir frá
útlendskum ríkisborgarum um uppihaldsloyvi í Íslandi,
hevur ongantíð fingið so nógvar umsóknir sum í fjør,
skrivar Morgunblaðið. Umsóknirnar vóru 17.408 ímóti
16.651 í 2006. Av hesum vórðu 13.565 umsóknir játtaðar,
og tað vóru yvirhøvur póllendingar, sum fingu játtandi
svar. 9.182 av teimum, sum søktu um uppihaldsloyvi í
fjør, vóru úr ES-londum. Av øðrum londum var Kina best
umboðað.
Um uttanríkisráð
harrin hjá heimastýr
inum setur á stovn
egið fíggjareftirlit,
fer tað árliga at kosta
føroyskum bankum
umleið 80 milliónir
krónur í øktum rentu
útreiðslum, sigur
Edmund Joensen
FÍGGJAREFTIRLIT
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein, sum longu hevur verið
nógv frammi í sambandi
við málið um at føroyingar
sjálvir skulu hava fíggjarliga
eftirlitið við bankunum, er
Ednumd Joensen, løgtings-
og fólkatingsmaður.
Hann tekur undir við
teimum – serliga bankafólki
– sum eru meiri enn ivasom
um eitt føroyskt fíggjareftir-
lit.
Landskassin er als ikki
førur fyri at tryggja tær 20
milliardirnar av innlánum í
føroyskum
bankum,
og
vandi er fyri, at uppspararar
flyra sínar pengar úr før-
oyskum
bankum,
sigur
Edmund Joensen.
Hann vísir á, at landsstýrið
einki heimaarbeiði hevur
gjørt í hesum máli, og at
tað er ein álvarslig støða í
einum álvarsligum máli.
Hesa vikuna hava vit sæð,
hvussu felagið Føroyskir
Peningastovnar sakliga og
staðiliga hava ávarað móti
ætlanini, sum hóttir álitið á
bankarnar, ið er tað virðis-
miklasta, bankavinnan eigur,
sigur Edmund Joensen.
Víðari sigur løgtings- og
fólkatingsmaðurin
á,
at
grundgevingarnar hjá fíggj-
armálaráðharranum, sum at
»vit eru eitt stolt fólk« og
»hvar var fíggjareftirlitið í
kreppuni« hava lítið upp á
seg. Hann rør eisini upp
undir, at uttanríkismálaráð-
harrin biður tey tiga, sum
ikki eru samd við honum,
og hetta alt undirgravar trú-
virði hjá bankunum.
Fyrrverandi løgtingsfor-
maðurin heldur, at einfaldar
útrokningar vísa, hvussu
illa umhugsað ætlanin hjá
landsstýrinum er.
Um
heimastýrið
skal
hava egið fíggjareftirlit, so
verður ein avleiðing, at
føroysku bankarnir skulu
gjalda hægri rentu, tá lánast
skal
uttanlands,
sigur
Edmund Joensen.
Katastrofa
Teir almennu roknskapirnir
hjá Føroya Banka og Eik
Banka vísa, at teir hava lánt
tilsamans uml. 8 milliardir
krónur uttanlands. Vandi er
fyri, at bankarnir skulu
rinda eitt prosent eyka í
rentu, um teir frameftir
skulu vera undir eftirliti av
einum nýggjum, óroyndum
stovni hjá heimastýrinum.
Tað gevur bankunum eina
árliga eyka rokning á einar
80 milliónir krónur.
Hvør skal gjalda hesa
rokning í seinasta enda?
Neyvan nakar annar enn
kundarnir hjá bankunum.
Eg havi spurt meg fyri og
fingið upplýst, at peninga-
stovnarnir í Føroyum í dag
gjalda tilsamans umleið eina
hálva millión krónur fyri
fíggjareftirlit í Danmark,
sigur Edmund Joensen.
Ein annar spurningur er,
hvør ska tryggja innlánini í
føroysku bankunum, tá alt
fíggjarøkið er yvirtikið.
Edmund Joensen vísir á,
at í roknskapunum hjá bank-
unum síggja vit, at tilsamans
20 milliardir krónur í standa
í innlánum í Føroya Banka
og Eik Banka. Hesir pengar
eru í dag tryggaðir í danska
Indskydergarantifonden, ið
allir bankar í Ríkinum rinda
til. Í Føroyum er eingin
kassi nóg sterkur at tryggja
eina slíka upphædd. Hvørki
landskassin og enn minni
Landsbankin.
Er ongin trygd, er sannlíkt,
at uppspararar taka sínar
pengar úr føroyskum bank-
um og leita sær í tryggari
havn. Tað merkir við øðrum
orðum, at innlánini kunnu
hvørva, og tað er einki minni
enn ein katastrofa fyri ein og
hvønn banka, sigur Edmund
Joensen.
Hann heldur snøgt sagt
ikki, at ætlanin hongur sam-
an.
Heldur enn at leggja forð-
ingar í vegin, gnaga burtur
av kappingarførinum og
pilka við trúvirðið hjá
bankavinnuni
eigur
landsstýrið at geva vinnuni
tær allar bestu umstøðurnar
at
virka
undir,
heldur
Edmund Joensen.
Hann vísir á, at banka-
vinnan skapar nógv arbeiðs-
pláss, vinnur nógvan pening
uttanlands og fortelur sam-
stundis umheiminum, at
Føroyar er eitt framkomið
samfelag, sum stendur seg í
altjóðagjørda heiminum.
Øll – uttan landsstýrið –
duga at síggja, at ætlanin
hjá samgonguni um at yvir-
taka fíggjarøkið og skipa
egið fíggjareftirlit má slepp-
ast, sigur ein ikki sørt ber-
søgin Edmund Joensen.
Misálit á føroyskar bankar
Edmund Joensen finnist harðliga at ætlanunum hjá landsstýrinum at yvirtaka fíggjareftirlitið
Skeið átti at verið
kravt av øllum, sum
fáast við sveising og
annað »heitt arbeiði«,
sigur Kaj Olsen, eina
av eigarunum av
Maskinverkstaðinum
ELDSVANDI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Ein, sum hevur fingist við
sveising og líknandi alt sítt
lív, er Kaj Olsen. Han er ein
av eigarunum av P/F Mask-
inverkstaðurin í Havn, men
hevur seinastu tvey árini
arbeitt hjá Wärtsila í Noregi.
- Alt ov ofta frættist um
eldar à verkstøðum, og
umborð á skipum, ið liggja
við kei til umvælingar, og
aðrar eldar sum hava við
arbeiði av ymsum slag at
gera, sigur Kaj Olsen.
- Felags fyri hesar eldar
er ósketni, líkasæla og vant-
andi vitan um, hvussu farast
skal fram, tá tílík arbeiðir
skulu gerast. Hetta er ikki
nakað eindømi fyri Føroyar,
men munurin er tann, at í
okkara grannalondum hava
tey fyri árum síðani gjørt
nakað vid hetta álvarsmál,
sigur Kaj Olsen.
Parteigarin av Maskin-
verkstaðnum sipar til, at
eftir at tey í 1992 í Svøríki
byrjaðu við upplæring og
sertifisering av fólki, sum
fáast við arbeiði, har opin
eldur verður brúktur, eru
skaðaútgjaldingarnar
hjá
tryggingarfeløgunum mink-
aðar við 70-80 %.
- Í Noregi hevur man havt
eina skipan við skeiðum í
fleiri ár við góðum úrsliti.
Tryggingarfeløgini eru við
til at fíggja hesi skeið. Í
Noregi kalla tey eitt tíðlíkt
skeið fyri »kurs i varmt
arbeide«. Skeiðið tekur bert
ein hálvan dag og endar við
eini roynd, sigur Kaj Olsen.
Skeiðið umfatar brand-
teori, hvussu ein tryggjar
arbeiðsstaðið áðrenn byrjað
verður til dømis at sveisa og
annað líknandi arbeiði. Í
Noregi er ikki loyvt at arbeiða
við opnum eldi, uttan at hava
tikið eitt tílíkt skeið.
- Tá ein fyritøka bjóðar
seg fram at arbeiða innan
oljuvinnuna, verður hugt
eftir, hvussu fyritøkan røkir
tey materiuellu virðini, og
hvussu stendur til við per-
sónsskaðum. Hetta er ofta
avgerðandi fyri, um fyri-
tøkan fær eitt arbeiði ella
ikki. Eg vil við hesum orð-
um gera vart við hvussu álv-
arsligt hetta málið er, og
samstundis heita á avvarð-
andi myndugleikar um, at
fáa skipað viðurskifti á hes-
um øki so skjótt sum tilber,
sigur Kaj Olsen.
Stór virðir upp í royk
Tað átti at verið eitt krav, at
fólk, ið fáast við sveising og
annað heitt arbeiði, skuldu
havt skeið og prógv at arbeiða
við hesum