Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 10

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 tíðindi Nr. 47 - 6. mars 2008 Jóhannus M. Olsen, reiðari og formaður í felagnum Línuskip, heldur, at politiska skipanin noyðist at gera upp við seg sjálva, um tað er ein minimal fiskivinna, hon vil hava í Føroyum – ella um hon vil hava eina fiskivinnu, sum megn­ ar at taka undan, tá ið góður fiskiskapur er, sum vit júst hava verið vitni til. ­ Eg haldi, at vit mugu byggja samfelagið á bjartskygni og ikki svartskygni. Tí mugu vit eisini skapa røttu karmar fyri okkara høvuðsvinnu og soleið­ is vera til reiðar at taka ímóti, sigur hann Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Sosialurin hevur skift orð við reiðaran og formannin í felagnum Línuskipum, Jóhannus M. Olsen, sum sær trupulleikarnar, ið stungu seg upp á marknaði­ num í hesi vikuni, í einum størri perspektivi. Hann sigur, at tað var ikki bara marknaðurin fyri upsa sum koksaði, nú ísfiska­ trolararnir gjørdu tað so væl. ­ Fiskiskapurin hjá línu­ bátunum hevur eisini verið á eini leið, og nú nakrir teirra vóru á søluni beint eftir stóru lastirnar hjá ísfiskatrolarunum, var lítil keypi­og framleiðsluorka eftir. Tá ið sølan var liðug á Fiskamarknaði Føroya mikumorgunin, stóðu soleiðis 75 tons av línufiski eftir av 167 tonsum. Hetta merkir, at fá línuskip, sum vóru á uppboðssøluni hendan morgunin, seldu stórt meira enn helmingin av fiskinum, tey bjóðaðu út. Restin stóð í fyrsta umfari eftir óselt. Hann sigur, at línuskipini høvdu sett minstaprísin á hýsu til einar 11,50 krónur í miðal fyri kilo, men tá ið keyparar ikki vóru til hendan prísin og fiskin, varð minstiprísurin lækk­ aður, og tá fór fiskurin, sum dagurin gekk. ­ Toskur 4 varð settur til ein minstaprís upp á 17 krónur fyri kilo, men eingin keypari var áhugaður at keypa fiskin fyri tann prísin, og tí fór hesin seinn­ apartin hendan dagin fyri ein miðalprís, sum lá um einar 14 krónur fyri kilo. Jóhannus sigur, at tað ser­ liga var línuhýsa og línu­ toskur 4, sum lógu eftir mikumorgunin, ávikavist 75 og 45 tons. ­ Lógin sigur, at fiskur, sum útflytarar vilja keypa og selja av landinum, fyrst skal bjóðast út og keypast um uppboðssølu, men vit, sum eiga skipini, kunnu selja til føroyskar fram­ leiðarar uttan um uppboðs­ søluna. Skal eg sum reiðari hinvegin senda fiskin óvirkaðan av landinum, tí marknaðurin í Føroyum er ov vánaligur, noyðist eg fyrst at keypa fiskin á upp­ boðssølu frá okkara egna skipi. Síðan skal eg avrokna manningina fyri søluna, og tá kann eg selja fiskin óvirkaðan av landinum. Hann sigur, at seinast fiskamarknaðurin kollaps­ aði var næst seinasta mánadag, tá ið Faroe Ship av ymiskum orsøkum av­ lýsti eina fráferð úr Føroy­ um til bretska meginlandið. ­ Tá stóð eisini nógvur fiskur eftir, og avlýsingin førdi til, at seljarar mistu einar 3­4 krónur fyri kilo, leggur hann aftrat. Mugu vakna! Men hvør er so orsøkin til, at marknaðurin kollapsar, tá ið nógvur fiskur kemur upp á land í senn, og kunnu virkini lastast fyri, at tey ikki keypa fiskin – ella geva nóg mikið fyri hann? ­ Eg haldi ikki, at vinnan kann lastast fyri hetta, hvørki skip, fiskavirkir, fiskaútflytarar, ei heldur Fiskamarknaður Føroya. Tað er sjálvandi torført at siga, hvat virkini kundu latið fyri fiskin, um tey høvdu nóg mikið av fólki, og tey soleiðis kundu fingið fiskin frá hondini í dag­ tímunum. Tá ið trot er á fólki, og virkini tískil noyðast at arbeiða út um vanliga arbeiðstíð, gongur hetta sjálvsagt útyvir fiskaprísin. Arbeiðsfólkið troyttast, sum tímarnir ganga, effektiviteturin minkar, og framleiðslan gerst dýrari. Jóhannus M. Olsen vísir á, at hetta er júst tann trupul­ leikin, vit renna okkum í, tá ið trot er á arbeiðsmegi á fiskavirkjunum. At trupul­ leikin er minst líka so stórur umborð á línuskipunum, er ein spurningur, sum eisini hevur verið nógv frammi, og sum vit fara at venda aftur til í aðrari grein. ­ Í hesum førinum hevur tann nógvi upsin, sum kom upp á land mánadagin og Ein vanlukka at Lars Emil í landsrættin Í morgin skal grønlendski politikarin Lars Emil Johansen í landsrættin í einum máli, sum er fleiri ár gamalt, og sum snýr seg um 15.000 krónur. Málið stavar frá tíðini, tá Lars Emil Johansen var formaður í reiðarafelagnum APK. Felagið vil vera við, at Lars Emil brúkti 15.000 krónur frá felagnum til egin áhugamál. Lars Emil Johansen hevur fyrr sagt, at hann er sinnaður at lata felagnum pengarnar aftur, men kortini fer málið í landsrættin. Færri grønlendingar Triðja árið á rað minkaði fólkatalið í Grønlandi í fjør. Nú á nýggjárinum búðu 56.462 fólk í Grønlandi, og tað var 186 færri enn eitt ár frammanundan, sigur útvarpið í Nuuk. Hagtølini vísa, at talið á børnum og ungum niðan fyri 15 ár minkar støðugt, meðan talið á eldri fólki oman fyri 62 ár veksur í hvørjum. Tølini hjá hagstovuni vísa eisini, at fólkatalið minkaði í øllum teimum nýggju stórkommun­ unum uttan Eystur­Vestur­kommununi, har tað vaks. Hartvig Joensen á Havsbrún í Fuglafirði avsannar, at nakar fiskur, sum kom upp á land í Saltangará mánadagin og týsdagin, endaði á Havsbrún sum fiskafóður Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er ymiskt, hvussu sæð verður upp á viðurskifti í fiskivinnuni. Onkur sær eitt, sum eina gølu, og tí má ”langast” til beinanvegin. Gølan skal lýsast, tí hetta er ein søga, men ikki neyðturviliga veruligi trupulleikin. Onnur seta sær spurningin, hví støðan gjørdist so keðilig, nú tað lukkuliga hendi, at bæði ísfiskatrolarar og línuskip fingu væl av fiski. Teir ísfiskatrolarar, sum landaðu í Saltangará mánadagin og týsdagin, vóru í einum veruligum ”rendi” av góðum upsa og fingu ógvuliga nógvan fisk eftir stuttari roynd. Nógvir spurningar Onkur setir sær spurningin, hvat bleiv av upsanum, sum eingin keypari var til, hvørki við bryggjukantin, ei heldur á Fiskamarknaði Føroya? Fiskavirkini skoyta ikki um fiskin, sum ikki gekk í kørini í lastini, og varð tað tí Havsbrún í Fuglafirði, sum fyri lítið og lætt keypti hendan fiskin til fiskamjøl, sum lá eftir? Ella eydnaðist tað kortini at sleppa av við hann – rundan ella til virkingar? Og hvat fingu skip og manning burtur úr hesum? Spurningarnir eru nógvir, og vit kunnu samstundis spyrja, um teir eru konstruktivir? Eisini verður spurt, hvat Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur um, at skip fiska meira enn ta nøgd, sum gongur í kørini í lastini? Sjálvandi eru hetta áhugaverdir og viðkomandi spurningar, men teir eru ikki allir konstruktivir. Illgitingar Sosialurin hevur spurt Hartvig Joensen, sum starvast á Havsbrún í Fuglafirði, um nakar fiskur, sum kom upp á land í Saltangará mánadagin og týsdagin, endaði sum mjøl­fiskur á ídnaðarvirkinum. ­ Nei, her er ikki ein stertur komin av tí fiskinum, og tað er heldur ikki nakað, sum hendir. Vit fáa ongan fisk frá ísfiskaskipunum. Um onkur heldur, at so er, eru tað bara gitingar, leggur hann aftrat. Kanska fara politisku myndugleikarnir nú at vakna og síggja trupulleikarnar, sum vinnan hevur at dragast við, í eyguni. Skulu vit fáa mest møguligt burtur úr – til skip, manningar og fiskavirkisvinnuna á landi – er neyðugt, at vit brynja okkum betur. Eingin upsi sum mjøl á Havsbrún - Tey, sum kanska halda, at nakar upsi endaði her hjá okkum mánadagin og týsdagin, mistaka seg, sigur Hartvig Joensen á Havsbrún Mynd: Vilmund Jacobsen