Sosialurinarkiv
Sosialurin 2008-03-06, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. mars 2008síða 11

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 47 - 6. mars 2008 11 tíðindi vit ikki eru til reiðar týsdagin, tikið meginpartin av kapasitetinum hjá teimum virkjum, sum ann­ ars arbeiða fleiri fiskasløg, og tí gekk hetta útyvir áhugan fyri fiskinum hjá línuskipunum, sum komu beint eftir. Hann heldur, at tað er eingin politiskur saman­ hangur í at vilja hava sum mest av fiski til virkingar í Føroyum, samstundis sum møguleikar ikki verða skaptir fyri, at fiskavirkini fáa nóg mikið av fólki til sína framleiðslu. ­ Á nógvum fiskavirkjum vanta fleiri fólk við reinskeriborðini, og tí hava tey ongan møguleika at keypa meira fisk inn undir seg, enn ráðiligt er til ta framleiðsluorku, tey hava. Jóhannus heldur, at politiska skipanin noyðist at gera upp við seg sjálva, um tað er ein minimal fiskivinna, hon vil hava í Føroyum – ella um hon vil hava eina fiskivinnu, sum megnar at taka undan, tá ið góður fiskiskapur er, sum vit júst hava verið vitni til. ­ Eg haldi, at vit mugu byggja samfelagið á bjartskygni og ikki svart­ skygni. Tí mugu vit eisini skapa røttu karmar fyri okkara høvuðsvinnu og soleiðis vera til reiðar at taka ímóti. Tað er skeivur hugburður at laga vinnuliga partin av samfelagnum eftir, at vit kanska ikki fara at fáa so nógvan fisk aftur. Umstøðurnar eiga eftir mínum tykki at gerast opti­ malar – og ikki minimalar. Ein vanlukka Hann sigur, at soleiðis, sum støðan innan fiskivinnuna á landi er í løtuni, kann eingin ”tvinga” virkini at keypa meira, enn tey sjálvi halda seg vera før fyri. ­ Fiskavirkini hava ferð eftir ferð peikað á henda trupulleika, men tey hava tosað fyri deyvum oyrum. Tá ið trýst hevur verið á marknaðinum, hevur við góðum samstarvi millum ymsu partarnar í vinnuni verið roynt at ”mingulera” tað soleiðis, at viðurskiftini onkusvegna kundu loysast. Jóhannus heldur, at støð­ an, sum tók seg upp í hesi vikuni, har fiskamarknað­ urin brendi saman, sum hann tekur til, er ein vanlukka fyri fiskivinnuna – og fyri alt samfelagið. ­ Tað er jú ikki minni enn ein vanlukka, at skip og bátar kanska fáa 2­3 krónur minni fyri kilo, samstundis sum virkini missa inntøkur og leveransu, tí vit ikki eru til reiðar at gera okkara ítarsta. Men, leggur reiðarin aftrat: ­ Eg beri ótta fyri, at vit eru ov seinir á sjóvarfallinum eftir útlendskari arbeiðs­ megi til at fylla upp við, har tørvur er á, bæði á sjógvi og landi. Spurningurin er, hvussu lætt tað verður at fáa fatur á teimum fólkum, sum vit hava brúk fyri, tá ið politiska skipanin kanska einaferð verður til reiðar. Reiðarin vísir á, at eitt annað óheppið fyribrigdi í vinnuni, sum onkuntíð vísir seg, er flutningurin millum Føroyar og umheimin, bæði sjóvegis og eisini loftvegis. ­ Vit mugu taka okkum reiggj og syrgja fyri, at flutningurin úr Føroyum og heimaftur er støðugur og meira álítandi. Um vit ikki eru ein støðugur veitari, missa keyparar og onnur álitið á okkum. Tú fert ikki fleiri ferðir í sama mat­ vøruhandil, um tú ikki fært mjólk og breyð, tá ið tú annars kanst fáa alt hetta onkra aðrastaðni. Tá nyttar einki hjá veitaranum at siga, at bilurin við vøruni ikki er komin. Tað kann eingin brúka til nakað, leggur Jóhannus M. Olsen, skipaeigari og reiðari, aftrat. Ov lítil laksur Í Noregi hava myndugleikarnir gjørt av at avmarka møguleikarnar hjá teimum, sum hava laksaveiði í teimum norsku áunum sum ítriv. Avgerðin ber í sær, at 40 áir verða friðaðar í summar, at veiðinøgdin hjá hvørjum einstøkum veiðimanni verður avmarkað, og at tað verður álagt veiðimonnunum at sleppa nógvum laksi útaftur. Orsøkin til tiltøkini er, at tað hevur víst seg at vera væl minni til av laksi í áum og vøtnum enn fyrr. Duttu ígjøgnum ísin Finnland er kent sum landið við túsund vøtnum. Um veturin ferðast finnlendingar ofta eftir vøtnunum, sum eru undir ísi, men tað lýggja veðrið í vetur hevur gjørt tað lívshættisligt at vera á vøtnunum, skrivar FNB. Higartil í vetur eru 20 finnlendingar druknaðir eftir at vera dotnir ígjøgnum ísin, og tað er tvær ferðir fleiri enn seinasta vetur. Verður várið í fjør talt við, eru 26 fólk farin ígjøgnum ísin og druknað tað seinasta árið. Mánadagin og týsdagin landaðu seks skip heili 800 tons av upsa í Saltangará. Hetta elvdi til, at føroyski fiskamarknaðurin ”kollapsaði”. Fiskavirkini hava ikki nóg stóra framleiðsluorku, tá á stendur, tí stórt trot er á arbeiðsmegi Mynd: Vilmund Jacobsen - Tað er ikki minni enn ein vanlukka, at skip og bátar kanska fáa 2-3 krónur minni fyri kilo, samstundis sum virkini missa inntøkur og leveransu, tí vit ikki eru til reiðar at taka ímóti, sigur Jóhannus M. Olsen - Eg haldi ikki, at vinnan kann lastast fyri hetta, hvørki skip, fiskavirkir, fiskaútflytarar, ei heldur Fiskamarknaður Føroya, sigur reiðarin Mynd: Vilmund Jacobsen