mikudagur 5. mars 2008síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 46 - 5. mars 2008
20 mió meiri í gávum
Noreg: Gávurnar til norsku missiónsrørsluna Norsk
Luthersk Misjonssamband vóru í fjør slakar 121 mió
krónur, umleið 20 mió meiri enn árið fyri. Hetta er eitt
munandi betri úrslit enn í 2006, tá rørslan hevði eitt
metstórt undirskot. – Eg eri bæði rørdur og takksamur
yvir gávuna, sigur aðalskrivarin Ola Tulluan. Hann er
spentur eftir úrslitinum fyri 2008, tí ynskið teirra er at
henda gongdin skal halda fram, soleiðis at arbeiðast kann
við somu ferð sum áður.
Sunnudagsskúli í kirkjutíð
Miðvágur: Sunnudagin var fyrstu ferð at børnini í bygdini høvdu
møguleika at fara í sunnudagsskúla, samstundis sum foreldrini
fóru í kirkju. Tað var missiónshúsið í bygdt tóku foreldur væl
undir við tí. Fleiri nýggj andlit vóru nevniliga at síggja í
sunnudagsskúlanum. Ætlanin er at hava sunnudagsskúlan í
Miðvági á henda hátt fyrsta sunnudag í hvørjum mánaði. Hinar
dagarnar verður hann sum vanligt kl. 14 í missiónshúsinum.
Broytingin er gjørd í samstarvi millum missiónshúsið og
kirkjuráðið.
Tónleikarar og sang
arar úr fríkirkjunum
eru rættiliga farin
at gera vart við seg í
donskum tónleikalívi.
Stigið úr kirkjuni og á
pallin er ikki longur so
stórt sum áður, meta
serfrøðingar í tónleiki
Tónleikur
Snorri Brend
Danmark: - Fyri meg verð-
ur trúgvin á Gud enn sterk-
ari, tá hon verður sett saman
við tónleiki, sigur 23 ára
gamla Laura Arensbak Kjær-
gaard.
Hon er ein av teimum
mongu, sum hava roynt seg
í sangkappingini X-factor í
danska sjónvarpinum. Sam-
stundis við hetta er hon
limur í eini baptistasamkomu
í Århus.
Laura er bert ein av mong-
um solistum við støði í eini
fríkirkju, sum ger vart við
seg á danska tónleikaheim-
inum. Gongdin er nevniliga
hon, at fríkirkjurnar eru
stórir útvegarar av donskum
sangtalentum.
- Ferðin frá kirkjunum til
tær stóru sjónvarpssending-
arnar er heldur ikki so long
í dag, heldur tíðindamaðurin
og rithøvundurin til bókina
»Frikirker for alle«, Svend
L. Madsen.
Í fríkirkjunum er siður
fyri rútmiskum og fangandi
felagssangum við íblástri
úr USA. Hesir verða ofta
leiddir av ungum talentum í
kirkjuni, og sum soleiðis
fáa bæði venjing og avbjóð-
ingar í lokalu kirkjuni.
- Tí meti eg ikki, at stigið
er so stórt til ein pall í eini
talent-sending, sigur rit-
høvundurin.
Natúrliga linjur
Laura Arensbak Kjærgaard,
ið sum nevnt hevur andaliga
heim sítt í eini baptista-sam-
komu í Århus, er bert eitt
dømi av mongum.
Eitt annað kent dømi er
Simon Matthew sum herfyri
vann donsku Melodi Grand
Prix-kappingina og talent-
kappingina
»Scenen
er
din«. Onnur nøvn eru Lene
Nørrelykke sum var ein av
luttakarunum í »Stjerne for
en aften«. Hesi hava øll røt-
ur í donskum fríkirkjum.
Sambært rektaranum fyri
rútmiska musikkonservat-
ori’ið í Keypmannahavn,
Henrik Sveidahl gongur ein
natúrlig linja frá sanginum
í eini fríkirkju til eitt lív í
tónleikavinnuni.
- Tað tykist sum ein sera
innlýsandi vegur, í mun til
ta sangtradisjónina, ein hev-
ur í fríkirkjunum við til døm-
is gospelsanginum, sum er
ein grundleggjandi rútmisk
tradisjón,
sigur
Henrik
Sveidahl, sum sjálvur hevur
havt fleiri umsøkjarar úr
fríkirkju-umhvørvinum.
- Í hesum umhvørvinum
er eitt stórt rásarúm hjá ung-
um at royna ymiskt kreativt,
meðan ein í fólkakirkjuni
leggur størri dent á klassisk-
an kórsang og við konser-
vatoriu-útbúnum undirvísar-
um, sum hava eina heilt ser-
staka hugsan um, hvussu
kirkjusangurin skal fram-
berast, sigur hann.
Umleið 25.000 danir eru
í dag knýttir at einari av frí-
kirkjunum uttanfyri fólka-
kirkjuna. Tær báðar størstu
eru Pinsekirken og Baptist-
kirken.
Nýggj út-
búgving
í sálar-
frøði
Viðareiði: Vikuskift
ið 12. til 14. apríl
verður forvitnisligt
skeið á Hotel Norð,
har dentur verður á
at menna sálarliga,
sosialt, andaliga og
likamliga
Undirvísari á skeiðnum
er Pauline Skeates úr
New Zealandi. Hon hev-
ur verið her áður í líkn-
andi ørindum, og verður
søgd at vera ein livandi
og vælfunderaður undir-
vísari.
Pauline hevur áður
arbeitt innan kirkjur í
heimlandi sínum og hev-
ur havt skeið í longum
kring allan knøttin.
Hetta skeiðið, sum nú
verður á Viðareiði, er tað
fyrsta av íalt fimm skeið-
um í útbúgvingini, og
sum íalt tekur trý ár.
Tvey skeið verða aftur
næsta ár og endað verður
við tveimum teimum
seinastu í 2010.
Kostnaður fyri skeiðið
er 4.500 krónur, tá er mat-
ur og uppihald íroknað.
Skeiðið er bæði teoret-
iskt og praktiskt. Føroysk-
ur kontaktpersónur er
Hilda Viderø í Klaksvík.
sb.
Pauline Skeates er
sálarfrøðingur og við
drúgvum royndum í
undirvísing
Kendir sangfuglar úr fríkirkjunum:
Laura Arensbak Kjærgaard, X-factor,
baptistasamkoman í Århus
Simon Mathew, danska melodi grand prix,
pinsakirkjan í Keypmannahavn
Rebekka Mathew, annar sangarin í 90’ara poppbólk-
inum Creamy (hin var føroyska Rannvá Joensen),
pinsakirkjan í Keypmannahavn
Lis og Per, danskir topp-veteraner, Evangeliets frikirke
í Randers
Ester Brohus, countrysangari, Apostolsk kirke í Hedensted
Lene Nørrelykke, ”Stjerne for en aften”,
Metodistkirken í Århus
Lena Løbner, dansktopp-sangari, Evangelist-
bevægelsen i Hillerød
23 ára gamla Laura Arensbak Kjærgaard er kend í talentprogram X-factor á DR 1, sum
omanfyri 1,5 milliónir sjónvarpssíggjarar hava sæð. Dagliga syngur hon fyri einum minni
skara, nevniliga í baptistasamkomuni heima í Århus
Fríkirkjurnar
klekja sang-
stjørnur í
hópatali